Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 53 - 15. mars 2007 Sjálvt um mateitran forðaði honum í at halda fram í kapp­ ingini, so ætlar Jákup Hans Heinesen at koma sær ígjøgnum kappingar­leiðina um Finnmørkina hesa vikuna Jógvan Hugo Gardar, Oslo info@flesjar.no Oslo: Finnmarksløpet er hædd­arpunktið fyri norð­ur­ lendskar hundakoyrarar. Kapp­ingin lokkar hunda­eig­ arar og hundakoyrarar úr øll­um heiminum, men ser­ liga úr norðanlondum. Í ár stóð føroyingurin Jákup Hans Heinesen á start­list­an­ um. Úr Finnmark frætta vit, at Jákup Hans byrjaði kapp­ ing­ina einsamallur, uttan hjálparfólk. Tey flestu hava hjálparfólk við sum hjálpa til, tá bunkrast skal ávegis. Mateitraður Tíverri gjørdist kappingin stutt hjá føroyska hunda­ koyr­aranum. Tá Jákup Hans Heinesen ikki kom fram til fyrsta steðgipláss og kontroll­punkt, varð farið at leita eftir honum. Tað vísti seg, at mateitran hevði forðað honum og hundunum í at halda ferðini uppi. Hann noyddist tí at taka seg burturúr kappingini, men sunnukvøldið segði hann í samrøðu við fyri­reik­ ararnar, at hann vildi halda fram ferðina so leingi hann megnaði, sjálvt um hann ikki luttók í sjálvi kapp­ing­ ini. Hetta hevur hann møgu­ leika til. Heldur fram Jákup Hans Heinesen kom sunnudagin fram til steðgi­ staðið Joatka, har hann skuldi hvíla seg nakað, áðr­ enn hann helt fram. Í sam­ røðu við heimasíðuna hjá Finn­markløpet (www. finnmarkslopet.no) sigur Jákup Hans, at sæð í bak­ sýnið, so skuldi hann ongan­ tíð verið farin av stað, tí hann var mateitraður longu áðrenn byrjan. – Men tá so nógv fólk er til staðar, og hýrurin er góð­ ur, so er ringt at lata vera við at fara avstað. Hundarnir hava tað gott, sjálvt um sletan er so tung sum hon er. Mánadagin er hann áveg til Skoganvarre, og vónaði at heilsan var so mikið fræg tá, at hann kundi halda fram allan vegin. Jákup Hans Heinesen sig­ ur at hansara mál við lut­tøk­ uni ongantíð hevur verið at kappast í toppinum, men at sleppa at ganga tvørturum Finnmarksslættan saman við hundunum. Føroyingur við hundum yvir Finnmarksslættan Finnmarksløpet er norðalagasta kapping við hunda­ sletum. Í ár er 27. ferðin at kappingin verður gjøgn­ umførd. Talan er um tvær kappingar sum byrja sama dag – onnur er 500 kilometrar long og kann hunda­ koyrararin hava átta hundar við sær, meðan longri tein­urin er 1000 kilometrar og møguligt er at hava 14 hundar við sær. Kappingin byrjar í Alta í Vestur-Finnmørkini og fyrst gongur leiðin til Kirkenes í Eystur-Finnmørk, har vent verður og síðani gongur leiðin aftur móti Alta. Styttra kappingin heldur seg yvirhøvur á Finn­ marks­slættanum. FAKTA Jákup Hans Heinesen saman við hundunum á Finn­marks­ slættanum. Tíverri gjørdi mateitran at hann ikki fekk luttikið undir allari kappingini, men hann ætlar sær at kom á mál (Mynd: Finnmarkslopet.no) nólsoy­ingum undir við saman­leggingini, sum longu varð ein veruleiki frá 1. Januar 2005. Og um nólsoyingar hava dugað serliga væl at sam­ ráðast, ella havnin var so altráð at fáa Nólsoy undir sínar veingir, er ilt at siga, men eingin annar saman­ leggingarsáttmáli, sum Tórs­havnar kommuna hev­ ur gjørt, hevur givið lítlu kommununi so nógv lyftir. Og eitt av hesum lyftum - og samstundis eisini tað nógv størsta - var, at sam­an­ lagda kommunan í fylgj­ andi valskeiði bant seg til at byggja ein barnagarð í Nólsoy. Mettur prísur: 8 mió. kr. Flyta inn Um hetta mundið var barna­ talið í ansingini vaksið til 21 børn, íroknað frítíðar­ skúlan. Longu tá var um at gerast heldur trongligt, tí tey serkønu mettu, at stovn­ urin kundi nominerast til 20 børn. Nýggja býráðið gjørdi eisini skjótt av við projekter­ ing og útbjóðing. Longu áðrenn kommunurnar vórðu lagdar saman syrgdi Nóls­ oyar kommuna fyri út­grevstri og planering so­leið­is, at klárt var at fara undir bygging beinanvegin. Eisini tá fráfarandi býráð fór í gongd, og fyribils út­bjóðingartilfarið var gjørt, áðrenn nýggja bý­ráð­ ið tók við. Sitandi býráð tók við har undanfarna slepti, og tað gekk bert stutt tíð, so var klárt at fara undir bygging av stovninum. Drúgt hevur verið at bíða hjá starvsfólkunum eftir nýggja stovninum. Fleiri ferðir hevur tíðarætlanin verið togd og avhendingar­ dagurin útsettur. Veður og vindur eiga sín part, vanligt óhepni sín part av seink­ ingini, men nú er so um at koma undir land, og í vikuni hevur dúgliga verið rokast við at gera bygningin reinan. Enn er kortini nakað eftir at gera, og eitt nú er økið uttanum barnagarðin ikki liðugt enn, men sum skilst verður astfalterað í næstu viku. Heldur ikki er alt innbúgv komið enn, men so væl líðir, at flutt verður inn komandi mánadag. Og tað verður ein rættilig kollvelting fyri starvsfólkið, tí einki er at taka seg aftur í, at talan er um ein av allarsnotiligastu stovnunum í landinum. Børnini liva allar­helst í eydnusamari óvitan um trongu um­støð­ urnar, og hvussu rúmligt og spennandi alt verður frá mánadegnum av. Einki líknandi sæð Lis Nolsø hevur verið leiðari fyri barnaansingini í Nólsoy seinaastu 4 árini. Og bert í hennara tíð er nógv broytt. - Tá eg kom her vóru børn­ini 15 í tali, nú verða tey 34. Verandi høli eru alt ov trong, neyðugt er at beina alt burtur, skulu vit t. d. eta. Starvsfólkini hava heldur einki rúm til sín sjálvs, og hølini eru stutt sagt vorðin alt ov lítil. Eis­ ini vænti eg, at størru hølini fara at minka um ósemjurnar millum børnini, sigur Lis. Sum nevnt er húsið bygt sum missiónshús, og tí er dentur lagdur á onnur við­ urskifti, enn um bygt var til ansingarstovn. Eitt nú eru ljóð­viðurskiftini sera vána­ lig fyri børnini. Men størsti trupulleikin er trongu hølis­ viðurskiftini. - Umstøðurnar fyri børn og starvsfólk verða so ófati­ liga nógv betri í nýggju høl­ unum. Eg eri eisini sannførd um, at alt fer at rigga væl á nýggja stovninum, hví skuldi tað ikki tað. Og eg má eisini siga, at mær dámar bygningin sera væl, havi ikki sæð nakran líkn­ andi ansingarstovn nakra­ staðni, sigur Lis Nolsø. Og bygningurin er ser­ ligur. Talan er um tríggjar lonir, sum standa í lítlum vinklum í mun til hvørja aðra. Eitt annað slóðbrót­ andi nýtt er, at stórur partur av upphitingini fer fram um­vegis sólfangarar. Lis Nolsø sigur, at tey longu í dag byrja at pakka niður tað, ið skal flytast, og verður flutt um vikuskiftið. - Tað ber ikki til at lata aftur vegna flyting, tí tað rakar so mong foreldur. Tí hava vit valt at flyta alt um vikuskiftið soleiðis, at vit eru klár at taka ímóti børn­ unum í nýggju hølunum mánamogrunin, sigur Lis. Tað er arkitektafyritøkan Albert Isfeldt og Gudmund Hansen, ið hava teknað bygningin, meðan byggi­ fyritøkan Hans V. L­ützen hevur staðið fyri arbeið­in­ um. Nýggi ansingarstovnurin er bæði snotiligur og sermerktur. Eitt av sermerkjunum er, at stórur partur av stovninum verður upphitaður við sólorku Tað er ikki bara barnaansing, ið upptekur nólsoyingar í hesum døgum. Nú leygardagin verður skipað fyri eini seyða­hunda­kapping í oynni. Fyriskiparin á staðnum, Rene Hansen, sigur, at kapp­ast verð­ur í t veimum av teimum trimum flokk­unum, ið seyða­hundarnir eru býttir upp í. Talan verður um 1. og 2. flokk. Men um fólk nú halda, at hetta eru bestu hundarnir, ið fara at kappast, er hetta ikki so kortini. Innan seyðahundaaling er 3. flokk­ur hin besti, og tað verða tískil teir ungu og eitt sindur óroyndu hundarnir, ið fara at royna seg. Seinasta vikuskiftið varð skipað fyri einari líknandi kapping á Viðareiði, og har var undirtøkan sera stór , serliga í teimum báðum flokkunum, ið nú verður kappast í í Nólsoy. Tí vónar Rene Hansen, at nógvir luttakarar verða til kappingina leygar­dagin. Kappingin fer fram Uppi á Brekkum, sum tað eitur, nær­hendis Flaggstongini (sum er Føroya elsti viti). Kappingin byrj­ar kl. 10 fyrrapart og seinasta freist at melda til er í kvøld kl. 20, sigur Rene. Hetta er aðru ferð, at seyðahundakapping verður fyriskipað í Nólsoy, fyrra ferð var í mars mánaði 2001. Leygardag siglir Ritan kl. 7.55 og 9.30 um morgunin og 16.20, 19.00 og 22.00 seinnapart av Havnini. Tilmeldingin fer fram á tlf. 219979. Seyðahundakapping í Nólsoy