Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 53 - 15. mars 2007 Er tað nakað mál, sum við jøvnum millumbili, aftur og aftur verður sett á dagsskránna í almenna orðaskiftinum í Føroyum, so er tað spurningurin um miðsavning og mið­ spjaðing. Hyggja vit rundan um okkum, so er tað ein sann­ roynd nærum alla staðni, at høvuðsstaðir vaksa og vaksa – at fólk flyta av landinum til býin ella býirnar. Í okkara føri er talan um, at Havnin veksur og veksur – og fólk flyta til Havnar úr øllum pørtum av landinum, men eisini úr útheiminum. Nógvir føroyingar, sum hava fingið sær útbúgving og arbeitt í øðrum londum, hava altíð eitt ynski um at flyta heimaftur, og tað merkir í flestu førum, til eitt lønandi arbeiði og til eitt umhvørvi, sum hóskar til teirra tørv. Flest allir føroyingar eru samdir um, at vit eiga at menna landið alt og ikki bert einstakar partar av tí. Júst tað hava vit eisini gjørt, og tað er so eisini ein av orsøkunum til, at vit hava brúkt so nógvan pening til at betra um eitt nú und­ ir­støðukervið, at vit byggja út heilsu- og eldraverkið, so­leið­is at fólk kunnu vera verandi í síni heimbygd og heim­­býi longst gjørligt osfr. Men henda felags stevna eigur ikki at hava sum mál at forða fyri eini náttúrligari menning av høvuðsstaðarøki­ num. Vit eru noydd til at góðtaka, at menningin ikki altíð kann og skal stýrast úr erva, eitt nú frá lokalpolitiskari síðu á løgtingi. Tað eru nøkur viðurskifti í øllum samfe­ løgum, sum gera, at tað ikki slepst eini miðsavnan, og har miðsavnan so sanniliga eisini er av tí góða. Henda veru­ leika mugu vit eisini góðtaka fer fram í Føroyum. So held­ ur enn at brúka orku uppá at forða fyri eini náttúrligari og neyðugari menning av høvuðsstaðnum eiga vit at brúka kreft­irnar til at og fáa sum mest burtur úr henni samtíðis sum vit eisini laga hesa menning til, hvat er møguligt og skilagott at fremja kring landið. Vit mugu ikki av berum lokalpolitikki drepa hønuna, sum leggur eggini. Vit hava brúk fyri at bjóða teimum mongu,ið fara av landinum at útbúgva seg og arbeiða, nakað gott at koma heimaftur til, og her er kjarnin, nakað, sum dregur og sum kann kappast við tað tey hava fingið boðið í út­landi­num. Og her er og skal Havnin vera magnetin. Vit mugu ikki at spjaða alt sundur, so eingin tímir heim aftur, og vit mugu eisini hugsa størri enn Keypmannahavn sum ein kappingarneyti. Vit kappast sanniliga eisini við verðina uttanfyri Keypmannahavn. Vit kappast m.a. við Reykjavík, London og Geneve, haðani tveir ungir føroyskir akademik­ arar eru farnir hetta seinasta árið! Vit kappast við allan heimin, og við øktari globalisering tekur økta kappingin eisini dik á seg. Tí mugu vit steðga tosinum um at flyta stovnar higar og hagar. Tað ræður um at gera Føroyar attrak­tivar at koma aftur til. Tað eru tær ikki í dag, tí tað er heilt einfalt ov dýrt at liva í Føroyum. Tað verða tær enn minni forða vit høvuðsstaðnum náttúrliga at menna seg. Sosialurin Havnin – Føroyar og umheimurin SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eg siti við einum pengaseðli framman fyri mær. Í sjálv­ um sær ein støða, ið ikki skuldi gjørt teg í døpurhuga ella elvt til nakran tanka­ klovning. Men tað er júst tað, hon ger. Tí áður enn setursmaðurin hetta kvøldið smoygdi sær úr sjónvarpsstovuni, lirkaði hann hegnisliga bjálvan við tí evnafrøðisliga tilfarinum í afturum telduna. Bjálvin var stílaður til kringvarps­ stjór­an. Og áðrenn sólin aftur reis, var ólukkan hend. Og so snildisliga var henda løð­ ingin blandað, at hon rakti bert part av heilanum. Tann partin, ið hevur tol og skyn­ semi at gera. Og lammaði hann. Mín trupulleiki er, at á penga­seðlinum, eg havi framman fyri mær, og sum er útgivin sambært galdandi lóg um pengaseðlar, stendur 50, og niðriundir FIMMTI KRÓNUR. Hjá mær hevur higartil ikki verið nakar ivi, at hetta úttalast fimmti. Men sam­ bært serfrøðini skal F-I-M-M-T-I úttalast hálv­trýsj. Tað vil við øðrum orðum siga, at tú lesur ein tekst og úttalar hann, sum tú sjálv ella sjálvur heldur vera frægast. Men ert tú í iva, so spyrt tú kringvarps­ stjóran. Eru vit nú á rættari leið, ella? Tú skuldi trúð, vit vóru á rættari kós, tí hetta eru vísmenn, ið tala. Fólk við dyggari útbúgv­ ing og hollari vitan. Hetta eru frøðingar, ið dagliga fóðra teg úr teirra ótømandi vitanarkeldum. Tú skalt bert gapa og svølgja. Tað, sum tú ikki megnar at sodna, spýrt tú uppaftur. So vísiliga er fyriskipað. Men lat í Jesus navni ongan síggja, at tú spýrt. Tú vilt væl ikki standa uttan fyri ringin? So her er bert eitt at gera: “Svølg, svølg, ja, kulka, um neyðugt!” Men tygg ikki. Tí tyggir tú, kann bitin kennast herskin. Og tá er skjótt at klíggja. Men her er, eftir mínum tykki, okkurt, ið ikki ruggar rætt. Tí pengaseðilin er út­givin av myndugleikum land­­sins við heitinum FIMMTI KRÓNUR. Og nú kemur tað almenna kring­ varpið og sigur, at hann eitur hálvtrýsjkrónuseðil. Eg haldi, hetta grípur so djúpt í samleikan hjá tí ein­ staka, at hetta kann ikki fara óátalað framvið. Og harafturat haldi eg,at hetta, og ein rúgva av øðrum máls­ ligum skemti, ið kringvarpið borðreiðir við, vera vanvirð­ ing av fólki, ið hava lagt lív og sál í at varðveita og dag­ føra tað føroyska málið. Tí sjálvandi er tað upp til ein­ staklingin, hvussu hann mál­ber seg. Men tá tað al­menna kringvarpið fer at laga sínar egnu mállógir eft­ ir eini tilvildarligari útsøgn frá einum setursmanni, ið sjálvur tosar eitt mál, ið er bæði fuglur og fiskur. Tá haldi eg, kringvarpsleiðslan hevur ein stóran samleika­ trupulleika. Og kann tað góðtakast, at øll mál og ljóðbrigdi skulu í stórapott í kringvarpinum og kókast til eitt mál, sum leiðsluni dámar? Ella er hetta ein etiskur spurningur, ið umfatar verju av minniluta, og sum støða skal takast til í løgtingi­ num? NB: Tað er ein frøi at hoyra, at Øssur Winthereig ikki er hoknaður. Vónandi heldur ryggurin. Í Skálafirði hin 14.03.2007 Nú valið nærkast, hava SVF og ÚF borið sera einsrættað tíðindi frá og fyri einstakar løgtingslimir, og kann hetta bert tulkast, sum ókeypis propaganda fyri hesar. ÚF varpar “stórtíðindi” frá løgtingslimi á Sand­ oynni, tíðindavirðið er sum ein sápubløðra, men løg­ tings­limurin úr Tjóð­veldis­ flokkinum fær ókeypis propa­ganda frá Kringvarp­ inum. Ein varaløgtingslimur úr Suðurstreymoy, kanska meira tjóðskaparsinnaður enn nakar tjóðveldismaður, fær bæði SVF og ÚF upp úr stólinum, tí Merkið kanska skal hevjast í húnar hátt, sam­an við Dannebrog í Ís­landi. Eitt mál, ið er blást upp av tíðindafólkunum í Kringvarpinum og geva her­ við hesum eina varaløgtings­ limið nógva ókeypis propa­ gandu. Tíðindafólkini blíva við at røra í grýtuni við at siga sendistova ístaðin fyri umboðsstovu og halda seg ikki til veruleikan við be­rádd­um huga, ein kann spyrja hví? - Hvat liggur aftan­fyri? Morgunsendingin skal hava ráð um krímsjúku og einasti lækni teir finna í øll­ um Føroyum, er løgið nokk, formaðurin í Miðflokkinum, ið hervið sjálvsagt fær ókeyp­is propagandu frá Kring­varpinum. Politikarar hava ikki greið­ar meiningar, tað hava teir ikki dirvi til, tað vita øll. Ístaðin fyri at argu­men­ tera, so misbrúka teir kensl­ urnar hjá fólki við at pakka sínar meiningar inn í flagg­ ið og einstakir politikarar eru so úthálaðir, at teir eisini pakka sínar meiningar, bæði inn í flaggið og halgu­ bók. Tíverri fáa hesir politik­ arar, tíðindafólkini upp í sín vogn, og man kann bert stað­festa, at tíðindafólk eru IKKI óparttísk, tey royna kanska, men!! Tvøroyri Finnleif Guttesen Hevur Kringvarp Føroya eina fjalda politiska dagsskrá? Fimmoghálvfjers – sjeytifimm – sjútifimm Arnfríður Jacobsen