hósdagur 15. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2007
11
Nú hava loysingarmenn
geberdað sær í fjølmiðlu
num í vikur um flaggið á
sendistovuni í Reykjavík
- ja onkur tosar enntá um
nýval orsakað av sama.
Somu menn sum uttan
himpr í undanfarnu sam
gongu vóru við til at stovn
seta føroysku sendistovur
nar í Brússel og London –
við veðraskjøldrinum á
húsavegginum á donsku
sendistovuni undir liðini á
danska
ríkisskjøldrinum
og við merkinum flaggandi
undir liðini á danska og
grønlendska flagginum.
Hetta var sjálvandi gjørt
á hendan hátt, tí man sá
tað skilagóða í hesum og
tí at hesar eru tær avtalaðu
spælireglurnar
millum
londini.
Tann ekspertisan sum er
á donsku sendistovuni og
sum vit her kunnu gera
brúk av og trekkja uppá er
ikki til at undirmeta, -
sum sendimenn okkara
eisini hava lagt áherðslu á,
tá vit hava vitja hesar.
At allir flokkar á tingið,
inklusiv Tjóðveldisflokk
urin, hava viljað somu
loysn fyri sendistovu í
Reykjavík, sum vit hava í
London og Brússel, er slig
ið fast.
Millum annað søgdu
umboð Tjóðveldisfloksins
(Páll á Reynatúgvu og
Karsten Hansen) í sam
bandi
við
fíggjarlógar
minnilutauppskotið,
at
hesir, saman við Kára P.
Højgaard, tóku undir við,
at peningur verður játtaður
til eina sendistovu í Reykja
vík, sum skal hava somu
tign sum sendistovurnar í
Brússel og London.
Bæði politikarar og fjøl
miðlar brúka misvísandi
orð, tá teir tosað um sendi
stovur/ ambassadur og
diplomatiskan status. Um
ætlanin er at hava “eina
føroyska “sendistovu” við
føroyskum flaggi einans
at veittra í Reykjavík”, so
tosa vit um umboðsstovu
Føroya – ikki sendistovu
við dipomatstatus. Eina
sendistovu sum teirri vit
høvdu í Aberdeen í mong
harrans ár, væl umboðaðir
av Sofusi Poulsen.
Hesa mettu vit ikki
verða nóg “fína” longur
og fluttu úr egnum hølum
í Aberdeen inn á donsku
sendistovuna í London –
fyri at fáa diplomatstatus
undir fullveldislandsstýri
num.
Har bleiv so at byrja vit
bert flaggað við donskum
flaggið – uttan stórvegis
mótmælir frá fullveldis
monnum.
Í dag veittrar merkið har
lið um lið við dannebrog
og veðraspjaldrið er á
vegginum
saman
við
danska ríkisspjaldrinum .
Samstarvið á sendistovuni
er fyrimyndarligt sambært
føroyska og danska sendi
harranum.
Vit eru í ríkisfelagsskap
ið og hava undir hesi væl
virkandi skipan avtalu við
danska uttanríkisráðið um
hvussu vit “spjaldra og
flaggað” sum føroyska
tjóðin umboða á donsku
sendistovunum kring heim
in. Hetta er púra greitt
staðfest mannagongd í
avtalu okkara.
So leingi sum Føroya
fólk velur at verða undir
hesum vælvirkandi felags
skapi saman við Danmark
og Grønlandi, so má loys
ingarvongurin, antin hann
vil tað ella ikki, “dáma
luktin í bakarínum”.
Teir kundu, sum øll vita,
havt tikið kjansin í 2001
og tikið fólkaatkvøðuna
um fullveldið ella ríkis
felagsskap , - MEN teir
tordu ikki at gjøgnumføra
hesa, tá tað kom til skarp
skeringar í 2001.
At sláa uppá stóru
trummmu uttan ábyrgd, er
og verður teirra spjaldra
merki. Tað haldi eg at
flestu føroyingar hava sæð
í eyguni.
Sannleikin er illa lýddur.
Hann er tað einasta, sum
kann fáa eitt sindur av rør
ing í ta annars rættiliga
tomu ting- og landsstýris
manningina, vit hava.
Uttan at taka støðu til
maktspælið ímillum politik
ararnar, so er tað púra greitt,
at Poul Michelsen er tann
einasti í Fólkaflokinum á
tingi, sum umboðar veru
ligan fólkaflokspolitikk í
tjóðskaparmálinum. Hann
sigur tað, sum øll vita, at
einasta endamálið hjá hes
ari samgonguni er at halda
tjóðskaparligu
kreftunum
aftur. So einfalt kann tað
sigast. Soleiðis skal henda
4-ára
oyðimarkargongdin
skiljast.Vónandi kemur ikki
eitt 0 afturat!
Samgonguleiðarin – okk
ara núverandi løgmaður - er
ein danskur tjóðskaparmað
ur. Hann brennur fyri at
tekkjast donsku myndug
leikunum. “Vit kunnu ikki...
vit megna ikki...donsku
myndugleikarnir
siga...
o.s.fr.” Hann vil so fegin
flagga
við
Merkinum,
men...men..., og aftur men...
Poul Mohr (liggur tað til
navnið Poul?) segði tað so
beinrakið: “Um hann er ein
maður, so...”.
“Primitivt”, helt onkur
um tað, Poul Mohr segði.
Men tað sær út til, at einasti
máti at fáa fólk at lurta og
rakna við er við at kalla
tingini við navni. Og nær er
tað vorðið privmitivt at siga
sannleikan? Tá kemur eldur
í tað gamla hoyggið. Um
løgmaður er ein maður (les
statsmaður!), so tekur hann
stig fyri tað føroyska fólkið
í staðin fyri at goyma seg
aftan fyri okkurt nýliga
undirskrivað skjal. Ein sátt
máli, har annar parturin
missir síni rættindi til fyri
muns fyri hin partin, er
ikki verdur at halda fast
við, men eigur at verða
uppsagdur
í
stundini.
Hetta er m.a. galdandi
fyri skjøl, lógir, ríkislógar
tilmæli og onnur misfostur
hendan samgongan hevur
megnað at føtt.
Harra løgmaður, virð tað
fólk, tú ert settur at umsita
rættindi og ognir fyri! Vís tí
tað tign, tað er vert og hevur
uppiborið eftir so drúgva
tíð undir mannminkandi
korum! Føroya fólk hevur
tignina at umboða seg
sjálvt. Tað er tað einasta
fólkið í heiminum, sum
kann gera tað. Og er tað
fullveldi, sum skal til (og
tað er tað!!), ja so lat okkum
fáa føroyskt fullveldi í Før
oyum! Tástani fær løgmans
embætið ta tign, tað eigur
at hava. Tástani er tað nakað
veruligt, at vera Føroya løg
maður.
hanna10@post.olivant.fo
Landsbankin almannakunn
gjørdi fyri nøkrum vikum
síðani eina búskaparmeting
fyri komandi árið. Bankin
sigur í metingini, at búskap
arvøksturin sum vit sóu í
fjør, fer at halda fram í
2007, men vøksturin verður
tó nakað minni enn í fjør.
Størsta orsøkin til avmark
aða vøksturin er, at vit
mangla arbeiðsmegi í landi
num.
Hetta má sigast at vera
ein positivur trupulleiki, tí
tað at mangla arbeiðsmegi
er tað sama sum einki
arbeiðsloysi at hava. Men
hvussu kunnu vit fáa fatur á
meira arbeiðsmegi, tá øll
hava arbeiði?
Longri arbeiðsdag
Ein møguleiki er, at vit
bjóða verandi arbeiðsfólki
at arbeiða nakrar tímar fleiri
um vikuna, um tey hava
hug til tað. Har hevur sit
andi landsstýri slóðað væl
fyri við sínum skattapoli
tikki, tí nú loysir tað seg at
arbeiða longri, uttan at økta
inntøkan verður uppetin í
skatti.
Útlendsk arbeiðsmegi
Ein annar møguleiki er, at
vit fáa fatur á útlendskari
arbeiðsmegi,
men
tann
møguleikan eru fakfeløgini
ikki so fegin um, og vilja
hava reglurnar hesum við
víkjandi broyttar.
Men tað eru ikki bara
fremmandafólk at finna utt
an fyri landoddarnar. Har
eru eisini føroyingar í stór
um tali, og fleiri av teimum
hava neyvan nakað ímóti at
flyta heim aftur, um so er,
at vit kunnu bjóða teimum
trygg
kor,
arbeiði
og
almennar tænastur.
Vit skulu minnast til, at
altjóðagerðin hevur tað við
sær, at um vit ikki fáa
arbeiðsmegi til landið, so
kunnu vit rokna við, at fram
leiðslan flytur av landinum,
aftaná arbeiðsmegini.
Longri arbeiðslív
Triði møguleikin er, at fólk
sum fylla 67 ár fáa møgu
leikan at halda fram á
arbeiðsmarknaðinum, um
tey hava hug til tað. Sjálv
sagt skal hetta vera eitt frítt
val, har fólk sjálvi taka
støðu til, um tey velja at
leggja frá sær, ella um tey
heldur vilja halda fram á
arbeiðsmarknaðinum. Men
hetta krevur, at tað fíggjar
liga loysir seg at arbeiða.
Tað nyttar einki, at fólk fáa
tilboð um at arbeiða, um
tað loysir seg betur at sita
heima.
Her eru nevndir tríggir
møguleikar, sum kunnu
brúkast, um málið er at økja
um arbeiðsmegina í Føroy
um. So er tað ein annar
spurningur, um politikarar
nir halda tað vera rætt í ver
andi støðu at leita eftir
meira arbeiðsmegi ella ikki.
Men arbeiðsmegin er at
finna.
Hanna
Jensen
løgtingsmaður
Johan
Dahl
Helgi
Abrahamsen
Arbeiðsmegi er at finna
Føroya fólk hevur tignina!
Flaggið – sendistovur
og fullveldið
viðmerkingar
Munnu Jóhann Mortensen
og eg eisini vera ósamdir
um hesi tvey dømini av so
mongum
Havi í høvuðsheitum fyri
bils ikki so nógv at leggja
afturat tí, sum eg skrivaði í
m.a. Dimmalætting 5. mars
um flytingina av SSL til
Suðuroyar.
At tíðindaleiðari Útvarp
sins, Jóhann Mortensen fór
at geva mær rætt um mani
pulatión og subjektivan tíð
indaflutning, hevði eg satt
at siga ikki roknað við, og
heldur ikki droymt um, tí
fari eg bert at gera nakrar
fáar viðmerkingar til orðini
hjá honum fyri at vísa á
hjálparloysi
hjá
okkara
almenna Public Service
stovni.
M.a sigur hann, at: “Eftir
at hava lisið greinina hjá
Jógvani við Keldu, havi eg
gjørt mær tann ómak, at
lurta eftir innsløgunum og
lisið handritini frá tíðinda
flutninginum” um SSL,
“einki, sum bendir á, at tíð
indaflutningurin er subjek
tivur”. At lurta eftir sær
sjálvum, helst ikki nóg krit
iskt, sigur kanska nakað um
sjálvkritikkin, ella ger tað?
Eg kom at hugsa um
Mariu Antoinnette, sum sat
á keisaraborgini, sum einki
skilti av, at franska fólkið
tørvaði føði. Hon skal hava
sagt so mangt, m.a. “er
einki breyð, so gev teimum
køku”.
Síðani staðfestir tíðinda
leiðarin, at “samstundis
sum vit hava fingið fleiri
atfinningar seinastu tíðina
um vantandi kritiskan tíð
indaflutning....”
Sjálvt ikki hetta fær
almenna Public Service
stovnin at kvaklast við, men
heldur gera roynd at brúka
hetta helst móti fjøld av lurt
arum, sum um hetta rætt
vísger stovnin.
Tápuligt og provinsielt
Síðani kemur hann við eini
bæði tápuligari og provinsi
ellari útsøgn, at eg “helst
ikki tori at kæra til fjølmiðla
nevndina”.
Lat meg gera vart við, at eg
havi ongantíð kært til nakran
kærustovn og vóni heldur ikki
at eg fari at gera tað.
Líkt kundi verið til, at
Jóhann Mortensen tykist
halda, at kærustovnar eru
koddi, sum almennir stovn
ar kunnu brúka og kalt og
kyniskt siga, at fólk, sum
hava nóg mikið at gera dag
liga, bara kunnu brúka
drúgva tíð til at leggja kæru
skriv og hópin av skrivligum
dømum til rættis fyri síðani
at kæra. Nei, so einfalt er
hetta ikki!
Mong prógv
Bara fyri at koma við einum
lítlum dømi, nú hann dyrgir
eftir próvtilfari, so hevði
Útvarp Føroya í eini kvøld
sending í eini yvirskrivt:
“Jógvan við Keldu, lands
stýrismaður er meldaður til
politiið”!!
Eg vitsti einki um tað, men
nú vísir tað seg, at ein per
sónur í síni extremismu fylg
ir Sjónvarps-tíðindasending,
leypir úr sofuni, tí hann metir
útlendskan borgara verða
fyri ótrætti, hóast hann ikki
hevði verið tað, og skrivar
bræv til fútan. Nakað seinni
avvísti fútin hetta.
Kundi hugsa mær at spurt
Jóhann Mortensen, hevði
ikki verið nátúrligt, at spurt
mannin, sum var meldaður,
áðrenn hetta av berum
spenningi slapp út í luftina.
Víðari kann sigast, at eg
bað útvarpið um at fáa loyvi
til at gera eina viðmerking,
men hetta varð tagt burtur.
Jóhann Mortensen, er
hetta ikki at manipulera og
subjektivt gøða føroyingin
við “spennandi” tíðindum?
Sjálvandi kunnu vit kæra
sambært fjølmiðlaábyrgd
arlógina, onnur mál kunnu
kærast til Løgtingsins Um
boðsmann, næsar kunnu
býtast út til høgru og
vinstru, men er tað so, at
hetta skal vera mátin at
halda stovnar okkara væl
virkandi, ríða vit lágt.
Til stuttleika, kann nevn
ast til seinast, at í samband
við 8. mars-dagin vitsti út
varpið at siga, og hetta var
umráðandi at fáa út júst nú,
at árslønin hjá kvinnuligum
lærara var 85% lægri enn
hjá mannligum. T.v.s., at
kvinnuligi lærarin fær 85%
minni í løn fyri sama
arbeiði. Hetta er skeivt, tí
her er spurningurin, um
kvinnuligi lærarin ikki av
eini
ella
aðrari
orsøk,
arbeiðir færri tímar. Ein lær
araløn er ein læraraløn fyri
kall og konu.
Soleiðis fullu fyrstu tíð
indini um hetta málið, og
fyrstu tíðindini sita altíð
best eftir. Tá tú sigur hetta,
er tað at manipulera og aft
urat er hetta óetiskt, um so
er, at tíðindaberin ikki hev
ur sett seg inn í málið.
Dømini tróta ikki um
manipulatión,
men
nóg
mikið fyri fyrst.
løgtingsmaður
www.keldu.com
Jógvan við
Keldu
Tíðindaleiðari nóg mikið í sær sjálvum