Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2007 ábyrgdarleys búgving o.t. Í summun før­ um hevur hetta ført til størri engagement og produk­tivi­ tet. Eyka deildarkontur, sum eru stýrdar av úrslitum eru eisini royndar. Her kann deildin fáa úr hesi kontu um hon framleiðir meira enn vanligt, og brúka tað til ymiskt á deildini og/ella úrslitar løn. Ein annar háttur er so­kallaða kontraktstýringin. Játtandi mynduleikin letur eina upphædd til sjúkrahúsið beinleiðis við atliti at hækk a talið á eini serligari við­ gerð. Eisini kann gerast ein skipan har peningurin fylgir sjúklinginum. Her er neyð­ ugt at sjúkrahúsini ganga frá tí gomlu uppgerðini sum kallast seingjardaga­kostn­að­ ur. Hetta kann jú ikk i brúk­ ast til nakað og sigur lítið um hvat aktivitet sjúkra­ húsið hevur. Um roknað verður eftir, hvussu nógv tað kostar at kanna og viðgera ymiskar sjúkur og skaðar, gerst tað lættari at roknað kostnaðin hjá sjúkrahúsunum. Í hesi skipanini er diagnosan í mið­deplinum. Sjúkrahúsið fær so pening alt eftir hvussu nógvar sjúklingar við ávísum diagnosum eru vornir viðgjørdir. Henda skipan hevur tó stórar vansar. Sjúkrahúsini vilja undir hesi skipan hava sum stórsta áhugamál, at økja sín aktivitet við vanda fyri, at ov nógvar viðgerðir verða gjørdar. Játtanar­trygd­ in viknar uttan at fram­ leiðslan við vissu hækk ar. At enda kunnu játtandi mynduleikar og sjúkrahúsini heilt skiljast frá hvørjum øðrum. Undir rammu­játt­ anini er tað í verunleikanum játtandi mynduleiki sum játt­ar til sín sjálvs. Um sjúkrahúsini gjørdist t.d. sjálvsognar stovnar, kundi ein nevnd undir Lands­stýrinum, vegna borg­ ar­nar, keypt tænastur frá sjúkrahúsunum. Nevndin setur so krøv um góðsku, virksemi, tænastu o.s.fr. Sjálvøum rakstrinum stend­ ur tað síðani heilt til sjúkra­ húsleiðslurnar at taka sær av. Undir hesi skipan verða tað heilt greiðar spælireglur millum politikarar og sjúkra­ húsini. Politikarnir seta, vegna borgarnar, krøv til sjúkrahúsini, men luttaka ikk i í rakstrinum. Meginparturin av oman­ fyri nevndu skipanum eru enn ikk i egnaðar til heilt at koma ístaðin fyri rammu­ játtanina. Tað hevur tó stór­ an týdning at hesar skipanir eisini verða brúktar í Føroy­ um. At byrja við kann ein nútímansgjørd rammujáttan liggja sum botnur og oman á hesum skal so arbeiðast við skipanum so sum kon­ trakt­ játtan, peningur fylgir sjúklingi og við at skilja sund­ur millum játtandi myndug­leika og sjúkra­ húsini. Tað er av stórum týdningi at øll trý sjúkrahúsini fara burtur frá seingjardagaupp­ gerðini og yvir til diagnosu­ uppgerðina, so vit fáa kostn­ aðin fyri kanning og viðgerð av tí einstaka sjúklinginum við tí einstøku diagnosuni. Sum nú er ber illa til at sam­ meta virksemi á føroysku sjúkrahúsunum. Harafturat er tað neyðugt, at vit fáa tamarhald á støð­ uni viðvíkjandi viðgerð utt­ an­lands. Soleiðis at tað eis­ ini her verður gjørd kostn­ aðarmeting fylgjandi diag­ nosuni fyri, at tann deild sum tekur viðgerðir heim bein­leiðis kann rokna út hvussu nógvur peningur fylgir við. Fyrst tá kemur áhugi og ferð á heimtøku av viðgerðum. Tveita vit hvørt ár 100 mió. av skattakrónum út gjøgnum vindeygað? Tað er helst ongin ivi um, at einhvør øking í játtanini til tað føroyska sjúkrahús­verk­ ið eru peningur út av vind­ eyganum, sum støðan er nú. Vit hava onga ætlan um hvat vit vilja við verkinum, vit hava onga ætlan um hvørjar sergreinir vit skulu hava í Føroyum, vit hava ong­ar ætlanir um hvørjir yvir­læknar skulu verða í Før­oyum, vit hava onga ætlan um hvussu vit skulu reka tey trý lógarfestu sjúkra­húsini, so tey virka sum sjúkrahús og vit hava als onga ætlan um hvussu vit skulu liva upp til polit­ iska viljan at hava trý væl­ virkandi sjúkrahús í Føroy­ um. Sostatt eru tær 100 mió kr. sum sjúkrahúsverkið higar­til hevur fingið í øktari árligari játtan, stórt sæð givn­ar út við vón um, at okk­urt gott spyrst burturúr. Hesin háttur at játta al­mennan pening er rættu­ liga ábyrgdarleysur og átti ikk i at verið í einum fram­ komnum samfelagi. 13 viðmerkingar Tá eitt samt løgting fyri stuttum tók undir við at seta føroyskan umboðs­ mann í Íslandi, vóru tað ikki mong, ið hugsaðu, at loysing­ar­ sinnaðar aftur­ haldskreftir – nú við sjálv­um Merkinum sum skálka­skjóli - fór at koma aftur um aftur, misnýta hetta høv­ið politiskt og enn eina­ferð royna at íbirta undir­ lutakent sundurlyndi í før­oyska fólkinum og seta kílar í ríkis­felags­ skapin. Endamálið við at seta føroyskan umboðsmann í Reykjavík eftir sama leisti sum umboðan okk ara í ávika­ vist Brússel og Lond­ on, er sjálvsagt at virka fyri føroyskum áhuga­mál­ um uttan fyri Føroyar. So einfalt er tað. Størri al­menn føroysk umboðan í Íslandi er eisini natúrlig, eftir at Íslandssáttmálin er komin í gildi. Hesum tók eitt samt løgting undir við – eisini andstøðan. Tí er tað undrunarvert, at somu menn og somu flokk ar, sum á løgtingi tóku undir við málinum, nú sum ketta upp úr høvdatrog koma aft­ur um aftur og í fjøl­ miðl­unum seinastu vikur­ nar hava gjørt málið til ein spurning um, hvussu hesin umboðsmaður skal flagga. Tað kann ikk i skyljast øðr­ vísi, enn at hesir oppor­tun­ istar ov seint komu í tank­ ar um, at her var enn eitt høvið til at royna at seta kílar millum ríkispartarnar. Teir skammast ikk i við at nýta sjálvt Merkið sum skálkaskjól. Sitandi samgonga hevur skyldu til at taka støðu í ríkis­rættar­ liga veruleikanum og standa fast, vísandi til, at ríkisrættarliga støðan er púra greið og at føroyingar á løgtingsvalinum fyri trim­um árum síðani vendu full­veldissamgonguni bak­ ið. At lobbiistar úr heimliga og útlendska vinnulívinum eisini liggja framvið, hoyr­ ir við til politiska spælið og mugu vit hava ta álit á sitandi samgongu, at hon, har tað er neyðugt við at­ liti til yvirskipaðu áhuga­ málini hjá føroysku tjóðini sum heild, gjøgnum­skoðar snildirnar og er før fyri at standa ímóti lobbi­ist­un­ um. Ikki fyri okkara bláu eygu skuld, men “cool business” Vit skulu gera okk um púra greitt, at hvørki íslendarar ella aðrar tjóðir fara at virka umvegis okk ara kom­­­andi umboðan í Ís­landi fyri okk ara bláu eygu skuld ella fyri flagg okk­ara skuld. Talan er nevni­liga um “cool busi­ ness”. Tað verður ikk i av­ger­andi fyri útlendingar, sum fara at samskifta við okk ara umboð í Íslandi, hvørt eitt ella tvey fløgg standa á trappusteininum. Føroysk umboðan í Íslandi eigur tí at hava eitt tætt og gott samstarv við donsku sendistovuna, sum eftir ald­­ar­gamalt altjóða diplo­ matiskt virksemi hevur drúgvar altjóða royndir, gott samband við aðrar tjóð­ir, virðing og stóra ávirkan í útheimi, umframt stóra fíggjarorku. Før­ oyska umboðanin í útlond­ um er longdi armur lands­ stýrissins og skal tí hava neyðuga styrki og m.a. vera før fyri at skyna á, nær talan er um sjálvsókna vinnuliga lobbiismu ella undirgravandi politikk . Um­boðsmaðurin skal tæna føroysku fjøldini. Tað hava løgting og lands­ stýri skyldu at tryggja. Tvey fløgg ein styrki Øll eru vit góð við merkið og hava størstu virðing fyri okk ara tjóðareyðkenni. Tá fullveldismenn niður­ gerandi tosa um kjallara­ virksemi og føra fram, at tað er óvirðilgt, ússaligt og enntá ein skomm, at før­oyska merkið skal veittra saman við øðrum fløggum á felags umboðs­ stovum uttanlands, royna teir at tala til undirluta­ kenslurnar í fólkinum og íbirta sundurlyndi í ríkis­ felagsskapinum. Um­framt at teir á henda hátt van­ virða og misnýta flagg okk ara politiskt. Tó fara før­oyingar neyvan at lata seg lumpa enn eina­ferð av afturhaldskreftum, sum snildisliga royna at taka patent uppá tjóðar­eyð­ kenni okk ara. Vit mugu hava dirvið til at hugsað stórt Vit vilja vera við í alheims­ gerðini og hava seinastu mongu árini verið vitni til, at lond, felagsskapir og vinnu­virkir leita saman tvørtur um ríkismørk og á henda hátt leita sær styrki í størri eindum. Í ríkis­ felagsskapinum hava vit føroyingar styrki í stødd og hava, um vit bert hava dirvið til tess og kunnu semjast um tað, atgongd til enn størri felagsskapir – eitt nú Europasam­veld­ ið. Møguleikarnir í ríkis­ felagsskapinum eru nær­ um óavmarkaðir og liggja opnir fyri okk um, um vit bert ynskja at gagnnýta teir, eins og ríkisrættarligu viðurskiftini eru púra greið. Sum Sambands- flokk­urin ferð eftir ferð hev­ur víst á, stendur okk ­ um í boði at seta føroysk umboð á vælvirkandi sendi­stovur kring allan heim og á henda hátt m.a. gagnnýta upparbeidda professionalismu, drúgvar royndir, stødd og styrki í ríkisfelagsskapinum. Sitandi samgonga skal venda fullveldissinnaðu aftur­haldskreftunum bakið, vísa áræði og dirvið til at hugsað stórt, sjálv seta dagsskránna og gagn­ nýta fyrimunirnar í ríkis­ felagsskpinum. Á Tvøroyri Grækarismessudag. Umboðan okkara í Íslandi og Merkið Jaspur Vang Tað er helst ongin ivi um, at einhvør øking í játtanini til tað føroyska sjúkrahúsverkið eru peningur út av vindeyganum, sum støðan er nú. Vit hava onga ætlan um hvat vit vilja við verkinum, vit hava onga ætlan um hvørjar sergreinir vit skulu hava í Føroyum, vit hava ongar ætlanir um hvørjir yvirlæknar skulu verða í Føroyum, vit hava onga ætlan um hvussu vit skulu reka tey trý lógarfestu sjúkrahúsini, so tey virka sum sjúkrahús og vit hava als onga ætlan um hvussu vit skulu liva upp til politiska viljan at hava trý vælvirkandi sjúkrahús í Føroyum. Hesin háttur at játta almennan pening er rættuliga ábyrgdarleysur og átti ikki at verið í einum framkomnum samfelagi, sigur Jákup Petersen