Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 53 - 15. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Nýggja nevndin í føroyingafelagnum í Århus hevur skipað seg og hevur longu sett nøkur mál Føroyingafelag Á eykaaðalfundi grækaris­ messu varð nýggj nevnd vald í føroyingafelagnum í År­hus. Og nú hevur hon skip­að seg. Hergeir P. Vang er formaður, Finnur Jensen, næstformaður, Elin Jacobsen, skrivari, Eivind Simonsen, kassameistari, og Jákup Olaf Johannesarson, PR-limur. Manningin er so at siga nýggj. Bert Hergeir P. Vang valdi at stilla upp ­ aftur. Á fyrsta nevndarfundi varð samtykt at byggja víð­ ari á megnar arbeiðið, sum undanfarin nevnd hevur gjørt. Harumframt varð semja um, at leggja størri orku í at profilera felagið út­eftir. Sum møguleika verð­ur nevnt at menna sam­ starvið við systirfelagið í Keypmannahavn, at menna limablað felagsins, Áarósan, við fleiri haldarum, og at skipa fyri fleiri tiltøkum í hølum felagsins, Áarstovu, til gagns fyri núverandi og komandi limir. Eitt aðalmál seinastu árini hevur verið at profilera fel­ agið í Føroyum fyri at fáa fleiri føroyingar at búgva og lesa í Århus, men nevndin stað­festir, at fíggjarligu karm­arnir eru vánaligir. Og tað er eingin loyna, at felagið saknar betur stuð­ul frá almennari síðu í Før­oy­ um. Hetta verður eisini nak­ að, ið nýggja nevndin fram­ haldandi fer at arbeiða fyri at bøta. Meir at lesa um felagið á www.aarstova.dk. Føroyingafelagið í Århus nýggja nevnd Fríggjadagin kl. 14.00 letur spennandi listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík í Tórshavn. Tað er listakvinnan Annika Hansen, sum fer at sýna fram einar 20 myndir, og tey, ið leita sær í Lítluvík kunnu vænta sær myndaevni, ið ein sjálvdan sær her heima. Yndis myndaevni hjá Anniku er kvinnur, naknar kvinnur, og tær verða málaðar á ein ekspressionistiskan og litríkan hátt. Onnur myndaevni eru heilt abstakt, men tað, ið myndirnar hava í felag er, at tær eru kenslubornar og villar, heldur enn penar. Annika Hansen er 40 ára gomul og hevur búð í Århus meira enn helvtina av sínum lívi. Samanlagt hevur hon gingið 5 ár á listaskúla, einamest í Århus, men eitt tíðarskeið gekk hon eisini á listaskúla í Dakkar í Senegal. Annika hevur havt fleiri framsýningar í Århus, men bert einaferð áður hevur hon sýnt fram í Føroyum. Hetta var til eina felags framsýning, sum Ole Wich tók stig til. Nú 15 ár seinni leitar listakvinna so aftur til klettarnar fyri at sýna fram sína list og bjóða okkum her heima eina øðrvísi listarliga upp ­ living. Framsýningin í Lítluvík er bert opin í tríggjar dagar, frá fríggjadag til sunnudag, og opið er allar dagarnar frá kl. 14.00 til 20.00. Kensluborin kvinnulist í Lítluvík Mentamálaráðið hevur sett Óla Johannesen í starv sum einalærari í Hovs skúla. Óli tekur við starvinum mánadagin 19. mars 2007. Óli Johannesen tók prógv sum lærari á Føroya Læraraskúla í 1999 og hevur eftir lokna útbúgving verið lærari í Tvøroyrar skúla og læraravikarur í Skúlanum á Leiti og í Hvalbiar skúla. Einalærari settur í Hovi SKÚLI Mentamálaráðið hevur fyri­ bilssett Signar á Brúnni, fyrr­­verandi lærara í Fugla­­fjarðar skúla sum skúla­­stjóra í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Klaksvíkar Býráð hevur í umsókn 16. februar 2007 søkt Mentamálaráðið um at gera broytingar í skúla­ bygn­aðinum við eini ein­ streingjaðari leiðslu. Bý­ ráðið hevur tikið av­gerð um at gera hesar broyt­ ingar í sambandi við, at skúlastjórin í Skúl­anum á Ziskatrøð, As­bjørn Lóma­ klett, er far­in úr starvi. Eisini hevur vara­skúla­ stjórin, Eigil Hentze, søkt um at fara úr starvi 23. mars 2007. Umsóknin hjá Býráðnum er í løtuni til viðgerðar í Mentamálaráðnum. Fyri at tryggja leiðsluviðurskiftini í Skúlanum á Ziskatrøð í tíðarskeiðinum, til støða er tikin til umsóknina hjá Klaksvíkar Býráð um broyt­ ingarnar í skúla­­bygn­aðinum, er tað at Menta­­málaráðið hev­ur fyri­­bilssett Signar á Brúnni, fyrrverandi lær­ ara í Fuglafjarðar Skúla, sum skúlastjóra, og Ólav Sjúrð­arberg, lærara í Skúl­ anum á Ziskatrøð, sum vara­ skúlastjóra. Leiðslan er fyribilssett í tíðarskeiðnum 19. mars til 1. juni 2007. Signar á Brúnni á brúnni á Ziskatrøð Nýggja nevndin í Føroyinga­felagnum í Århus. Frá vinstru: Elin Jacobsen, Eivind Simonsen, Jákup Olaf Johannesarson, Hergeir P. Vang og Finnur Jensen nøvn