Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2007 15 Edith Klein, Strendur, ættað úr Sørvági, andaðist á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimin 13. mars 99 ára gomul. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík fríggjadagin 16. mars klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Nerija á Skála leygardagin 17. mars klokkan 14. Tey ið vilja minnast Edith, kunnu lata eina gávu til Eysturoyar Røktar- og Ellisheima, konta í peningastovnunum. Kistan við Lilly Øster fer úr kapllinum á Suðuroyar sjúkrahusi fríggjadagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin klokkan 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin 16. mars. Gudmundur, deyður í 1237. Biskupur á Hólum í Íslandi. Fyri undirgerðir, sum hendu við grøv hansara, varð hann skírdur halgimenni. Norrønt navn, ið merkir Guð og verndari. Í dag 15. mars verður Sjúrður Skála í Havn 95 ár. Sjúrður er ein býarmynd í Havn og er tí kendur av mongum. Hóast sín høga aldur er hann framvegis hvønn dag í býnum. Sjúrður er sonur Amaliu og Nikláa Skála, sum saman við beiggja sínum Tom var kendur sum fergumaður í Havn. Systkini hjá Sjúrði vóru Óla Kristian, Nanna, Arngrím og Tóra, kallað Lítla. Sjálvur eri eg komin at kenna Sjúrð sera væl. Hetta kemur av, at hann kem­ur úr umhvørvinum hjá mammu míni í Havn. Sjúrður kom nógv inn á verkstaðið hjá abba mínum, Pola skó­makaranum, sum búði í Konrads­ brekku. Her kundu teir sita og práta um alt millum himmal og jørð. Teir gjørdust so mikið væl, at abbi bað Sjúrð til berara, tá hann einaferð skuldi fara til gravar. Sjúrður var eisini væl við mammu­ beiggja mín Niels Juel Háberg, og tað vóru ikki smávegis søgur, sum Niels Juel kundi fortelja frá Sjúrði. So komu vit báðir at kennast. Vit hittast ikki uttan at fáa eitt prát. Sjúrður er sera vitandi maður, og tað sigst, at hann hevur sett mangan “góðan” mannin fastan við síni vitan. Sjúrður hevur eisini ein sera stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevur framvegis greiða hugsan um “dagsins mál”. Hetta ger, at hann ofta situr í tinginum sum áhoyrari, men Sjúrður heldur lítið um orðalagið hjá tingmonnum. Viðhvørt stendur so nógv á Sjúrði, at hann fær ikki bara sær og má svara til. Tað hevur hent seg, at hann hevur fingið átalu frá løgtingsformanninum. Tað hevði einki gjørt, um vit høvdu fleiri av Sjúrðasa slag! Hann lesir eisini nógv. Tað er neyv­an dagur at hann ikki er inni á býarbóka­ savninum, og her man hann vera ellis­ forseti. Har var hann sjálvt í morgun, føðingardagin. Sjúrður hevur sum yngri havt ar­beitt fyri­fallandi arbeiði. Í bókini hjá Hans Paula Johannesen er mynd av saltfiskalanding, har hann koyrir trillubøru. Sjúrður ger ikki so nógv burtuúr sær sjálvum. Tá hann fyrr hevur havt rundar føðingardagar, er hann rýmdur til Reykjavíkar, har hann hevur búð hjá Frelsunarherinum, har hann hevur verið ein vælkomin gestur. Nú eru sporini farin at tyngjast eitt sindur, so hesa ferð fer hann ongan veg. Góði Sjúrður! Eg vil ynskja tær hjarta­­liga tillukku við tínum stóra degi. Okkurt prátið hava vit kanska eftir næstu ferð vit hittast. Óli­ Sjúrður Skála 95 ár Sjúrður er sera áhugaður í ættarviðurskiftum. Langabbabeiggi hansara var Niels Skaale, sum legði navn til Skálatrøð. Her sæst Sjúrður við grøvina hjá skyld­mann­in­ um, sum er beint frammanfyri inngongdina hjá Havnar Kirkju. Henda grøvin hevur eina meira spennandi søgu enn flestu gravir. Niels Skaale var ein sera áhugaverdur persónur, og tað kann lesast meira um hann á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo. blað nr. 279 og 281. Hósdagin, 15. mars, hava Jona og Petur F. Jacobsen í Sandavági verið gift í 60 ár, og kunnu tey sostatt halda diamantbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygar­dagin 17. mars í Meinig­heits­húsinum í Sanda­vági millum klokkan 16 og 20, har øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa hjún­unum. Jona er fødd í 1926 og Petur í 1919. Foreldrini hjá Jonu vóru Nicolina og Jóhan í Lon í Nólsoy, og foreldrini hjá Peturi vóru Frida, sum var ættað úr Sandavági og Tor­beins-Óli, sum var ættaður úr Vestmanna. Tey eiga seks børn, Jógvan Torbein, Fridu, Sunnleif, Jon Olaf, Nicolinu og Jónfinn. Ommu-og abbabørnini eru 15 í tali og langommu-og langabbabørnini eru 5. Petur fór ungur til skips og sigldi øll síni bestu ár. Undir seinna heimsbardaga sigldi hann vandasjógv eins og mangir aðrir føroyingar. Petur var eisini burtur av landi og róði út. Eftir at hann legðist uppi, arbeiddi hann í mong ár hjá Sandavágs kommunu. Hann var farin um tey sjeyti, áðrenn hann setti spakan seinastu ferð í kommunurnar drúgvu og trúgvu tænastu. Jona hevur tikið sær fyri­myndarliga av húsi og heimi. Hon arbeiddi eisini í fiski, og í mong ár vaskaði hon Gamla skúla hjá Sandavágs kommunu. Jona hevur eisini tikið sær av øðrum vaskiarbeiði, eitt nú umborð á skipum. Tey eru bæði gudrøkin fólk, og Petur letur ikki eitt høvi fara aftur við, har hann á sín sermerkta og vinarliga hátt ikki minnir fólk á, hvat tað er í hesum heimi, sum heldur, tá alt annað stendur at falla. Petur er ikki tann fanatiski maðurin, sum ger mun á, um hann er í eini ella aðrari samkomu. Tað, sum er umráðandi og avgerandi fyri hann, er, at fólk fáa at vita um Frelsaran – og taka við trúnni á hann. Hansara lutur at kunna um Guds orð liggur ikki eftir, og trúfastur er hann frammi við bíbliuni ella einum faldara - allastaðni og altíð, har høvið býðst. Familjunar vegna ynskja vit teimum ein góðan dag í dag og eina hugnaliga løtu leygar­dagin, tá dagurin verður hildin. (-vilmund) Jona og Petur diamantbrúdleyp nøvn Sjúrður Skála á býarbókasavninum í morgun, føðingardagin