Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 53 - 15. mars 2007 tíðindi SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf 341800 ítróttur Leygardagin 17. mars verða árligu fimleika­fram­sýn­ing­ arnar hjá fimleikafelagnum Ljósinum í høllini á Hálsi. Fyrra framsýningin við teim­um yngru liðunum verð­ur kl. 14.00, og tann seinna við eldru liðum felags­ins verður kl. 18.00. Tó verða kappingarliðini við á báðum fram­sýn­ing­un­ um. Atgongumerki kunnu keypast tveir tímar, áðrenn sýningarnar byrja. Tey seinnu árini hava vit roynt at skipa fram­sýn­ing­ arnar soleiðis, at tær fáa ein serligan hátíðardám. Eitt nú hava vit roynt glæmu­ljós, og var hetta eftir okkara tykki so væl eydnað, at tað verður roynt aftur. Í ár hava vit eisini okkurt nýtt á skránni, ið fer at geva fram­ sýn­ingunum enn meiri há­tíð­ar­dám. Sum nakað nýtt fara vit at hava okkara motiónslið við til tí seinnu fim­leika­ fram­sýningina. FM- kapp­ ingin í estetiskum fimleiki fyri gentur hevur júst verið, og luttakandi lið felagsins verður eisini við í fram­sýn­ ingini, men vanliga fim­ leika­framsýningin hjá fel­ agnum fer fyrst og fremst at sýna fram almenna fim­ leikin og ein part av tí, sum liðini hava fingið burturúr í vetur. Besta kvinnuliðið hjá Kyndli vann tryggan sigur, tá tær tóku ímóti H71 í upp- og niðurflytingardysti til Sunset kappingini komandi ár HONDBÓLTUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Best kvinnuliðið hjá Kyndli í hondbólti megnaði ikki at koma í hálvfinalurnar í landskappingini, og tí skuldu tær spæla um sessin í bestu deildini ímóti teimum ovastu liðunum í næstbestu kvinnudeildini. Her er Kyndil enda í bólki saman við VÍF og H71, og hesi trý liðini skulu so kapp­ ast innanhýsis um tvey pláss í Sunset deildini kom­ andi kappingarár. Fyrsti dyst­urin í hesum bólk­inum var á skránni í gjárkvøldið, tá Kyndil tók ímóti H71, og her var slett eingin ivi um úrslitið. H71 fylgdi við í fimm minuttir Sjálvt um kyndilskvinnurnar vóru mettar at vera stór­ favorittar undan dystinum ímóti H71, so vóru tað gest­irnir úr Hoyvíkini, sum fingu eina betri byrjan uppá dystin. Tær løgdu seg á odda 2-0 mest sum alt fyri eitt, men ikki gekk long tíð, so hevði Kyndil javnað til 3-3. Eftir hetta skoraði Kyndil seks mál á rað, og so var í roynd og veru einki at gera hjá H71. Sum hálvleikurin leið, vaks munurin bara á lið­un­ um, og eitt skifti førdi Kyndil við níggju málum í fyrra hálvleiki. Móti endan­ um av hálvleikinum gekk tó aftur betri hjá H71, og her megnaðu tær at halda Kyndli frá at skjóta mál síðstu fimm minuttirnar, og hetta gjørdi, at munurin bert var seks mál í steðg­in­ um. Kyndil avgjørdi dystin Var nakar sum helst spenningurin, tá liðini komu út til seinna hálvleik, so hevði Kyndil køvt hendan 10 minuttir inn í seinna hálvleik. Nú førdi Kyndil brádliga við 11 málum, og her var sum so einki at gera hjá H71. Venjararnir valdu at taka eitt time out, og næstu løtuna gekk nógv betri hjá H71. Nú hingu tær væl í Kyndli, og tær megnaðu eisini at minka um munin, soleiðis at Kyndil bert førdi við 10 málum, tá góðir fimm minuttir vóru eftir at spæla. Móti endanum vísti Kyndil tó aftur, hvat var betra liðið henda dagin. Síðstu seks minuttirnar skor­­aðu tær sjey ferðir, með­ an H71 bert fekk eitt mál, og so vann Kyndil ein trygg­ an 15 mála sigur í fyrsta dystinum í upp­flytingar­ bólk­inum. Støkk árliga fim­leika­ fram­sýning FIMLEIKUR Tíðindaskriv Komandi vikuskiftið verð­ur árliga fimleika­ framsýningin hjá Støkk í ítróttarhøllini í Runa­­­- vík. Leygardagin 17. mars byrjar framsýn- ­ing­­in kl. 17 við teimum yngru liðunum, og sunnu­dagin 18. mars kl. 16 við teimum eldru liðunum. Fram­sýn­ing­ arn­a­r eru mettar at vara umleið 2 tímar báðar dag­arnar. Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. móðir og barn, børn 5-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, reið­ skaps­lið, estetisk kapp­ ingarlið og blandað lið við kvinnum og monn­ um. Undir fram­sýn­ing­ unum verða merki og ídnisprógv handað. Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítrótt­arhøllini báðar dag­­arnar. Atgongu­ merkja­­sølan byrjar ein tíma áðrenn fram­sýn­ ingina. Kostnaðurin er 80 kr. fyri vaksin og 20 kr. fyri børn. Fimleikafelagið Støkk Árligu fimleikaframsýningarnar hjá Ljósinum Kyndil vann trygt Kyndil-H71 34-19 (13-7) Málskjúttar: Kyndil: Randi Wardum 9, Lina Andriulyte 6, Jacklin Durhuus 6, Bjørg Syderbø 4 (1), Ronja M. Mikkelsen 4 (2), Anja Heinadóttir 2, Kari Ann Petersen 1, Súsanna Petersen 1, Barbara Egilstrøð 1 H71: Kirstin Helgadóttir 6 (1), Edith Dahl Olsen 4 (1), Fríða Næs 3, Ada Joensen 2, Guðrun Poulsen 2, Sonja Kristoffersen 1, Marna Rubeksen 1 Brotskøst: Kyndil 3, H71 3 Útvísingar: Kyndil 1, H71 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA Árliga fimleikaframsýningin hjá Ljósinum verður á skránni leygardagin. Tey yngru liðini hava framsýning kl. 14, meðan eldru liðini hjá felagnum hava framsýning kl. 18