hósdagur 15. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 53 - 15. mars 2007 ]
Heini tapti
Seks mál frá føroyska Heini Hanusarson var ikki nokk til
at steðga Skjern, tá ið liðini brustu saman í Helsingør arena
í gjárkvøldið frammanfyri á leið 1000 áskoðarum. Heini
Hanusarson og hansara liðfelagar taptu nevniliga dystin
29-23 ímóti fyrrverandi toppliðnum í donskum hondbólti,
Skjern. Sjálvt um tað ikki hevur gingið heilt eftir vild hjá
Skjern í ár, sum liggur á einum 7. plássi, so høvdu teir ikki
stórvegis trupulleikar við at basa Helsingør. Liðið hjá Heina
liggur enn í botninum og berjist fyri at yvirliva. Teir liggja
í løtuni næstaftast við seks stigum.
Svimjikapping um
vikuskiftið
Havnar Svimjifelag skipar fyri svimjikapping í svimjihøllini
í Gundadali um vikuskiftið. Kappingin er fyri bólkarnar 3 og
eldri, tað vil siga fyri svimjarar, ið eru 12 ár og eldri. Hetta
er seinasti møguleiki fyri teir svimjarar, sum enn ikki hava
kvalifisera seg til FM í apríl, at gera tað. Harumframt er tað
næst seinasti møguleiki at kvalifisera seg til Oyggjaleikirnar
á Rhodos í summar. So tað verður spennandi at síggja,
hvørjir svimjarar klára tað nú ella eru væl á veg.
VÍF vann Føroyameistara
heitið fyri dreingir 12B í
gjár. Meistaraheitið varð
staðfest við tveimum sigrum
á Skála, áðrenn liðið fekk
heiðursmerkini.
Bólkurin dreingir 12B eru
dreingir, sum verða 12 í ár.
VÍF hevur havt eitt sera gott
kappingarár. Liðið hevur
vunnið allar dystirnar uttan
ein, tað var móti VB í Vági.
Her vann VB við einum máli.
VÍF fekk tó endurreisn fyri
hetta tap í gjár, tá teir vunnu
sannførandi 16-7 móti júst
VB. Harumframt spældu
Føroyameistararnir móti
STÍF, og vunnu henda dyst
við 14 málum móti 11.
Daniel Rapa er venjari
hjá dreingjunum, og hevur
verið venjari hjá teimum,
síðan teir byrjaðu at spæla
hondbólt. Í fjør varð hetta
liðið greipuvinnari í sínum
aldursbólki.
Í næstum fer steypakapp
ingin í gongd, tá skulu teir
spæla móti bæði B liðunum
og A liðunum, í eru dreingir,
ið eru eitt ár eldri.
VÍF er Føroyameistari
Tá Kyndil varð stovn
að fyri 50 árum síð
ani, var tað ikki sum
eitt hondbóltsfelag,
men sum ungdóms
deild hjá Losjuni í
Havn. Í morgin gevur
Kyndil út bók um
søgu felagsins, ið Suni
Merkistein hevur
skrivað. Bókafram
løga verður í Miðla
húsinum fríggjadagin
klokka 16
BÓKAÚTGÁVA
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Hondbóltsfelagið Kyndil
hevur eina sera áhugaverda
søgu, sum nógvir føroyingar
helst ikki kenna upprunan til.
Av fyrstan tíð var ikki talan
um eitt hondbóltsfelag, men
um eina ungdómsdeild hjá
Losjuni í Havn.
Hetta er ein partur, sum rit
høvundurin Suni Merkistein
helt verða sera áhugaverdan
og hevur tí gjørt nógv burtur
hesum tíðarskeiðnum.
– Tá felagið heitti á meg
um at skriva søgu felagsins,
fekk eg fullkomiliga fríar
hendur. Ein stórur partur
eru myndir og hagtøl, har
dentur verður lagdur á
ítróttarligu gongdina hetta
50 ára tíðarskeiðið, sigur
Suni Merkistein.
Rithøvundurin vísir á,
at tey fyrstu nógvu árini
leiktu liðini bert fimm-seks
landskappingardystur um
árið, og tí eru allir dystirnir
umtalaðir tey fyrstu 25 árini.
Eitt tíðarskeið tað eydnaðist
Kyndli at vinna eini 18-19
føroyameistaraheiti.
Ein annar partur snýr
seg um altjóða dystirnar og
uttanlandsferðirnar.
Tann mest áhugaverdi part
urin heldur rithøvundurin
vera, hvussu felagið bleiv
til og teir innanhýsis dystir
nar um, hvør kundi sleppa á
liðið. Leikararnir, sum ikki
vóru organiseraði avhalds
fólk, sluppu ikki at leika
við Kyndli.
Í nógv ár vóru nógvar
rembingar og orðadráttir um
júst hendan spurningin, og
ikki fyrr enn í 1988 gjørdi
felagið av á aðalfundi at
loysa formliga frá Losjuni.
Í morgin fríggjadagin
klokkan 16 verður bókin
løgd fram í Miðlahúsinum í
Vágsbotni.
Talan er um eitt rúgvus
mikið verk upp á 700 síður.
Farna vikuskiftið var
FM á skránni í
flogbólti hjá gentum
10 ár, og her lat Fleyr
ongan iva vera um,
hvat var besta liðið.
Tær vunnu nevniliga
bæði gull- og
silvurheiðursmerki
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Næstseinasta vikuskiftið
var FM á skránni í yngri
deildum, og einasti aldurs
bólkur, sum ikki spældi
hetta vikuskiftið, vóru
gentur 10 ár.
Um vikuskiftið skuldu
hesar tó kappast um meist
araheitið, og í undanfarnu
kappingunum hava liðini
hjá Fleyr fingið sera góð
úrslit. A-liðið hevur vunnið
bæði
FK-kappingini,
Mjølnir-kappingini og
Dráttur-kappingini, so tær
vóru helst eisini favorittar
undan FM-kappingini.
Tað vísti seg eisini, at
Fleyr fór avstað við tí mesta
henda dagin. Í finaluni
møttust Fleyr a og Fleyr b
nevniliga, og her var a-liðið
sterkari. Tær tóku sær av
gullinum, meðan b-liðið
vann silvurheiðursmerki.
ÍF hevur verið einasta
liðið, sum veruliga hevur
hótt Fleyr í ár, og ÍF megn
aði eisini at vinna dystin
um triðja plássið, og
sostatt fingu tær bronsu
heiðursmerki.
Fleyr vann FM
Fleyr fór avstað við øllum, tá gentur 10 ár spældu FM-
kapping í flogbólti um vikuskiftið
Kyndil byrjaði sum fráhaldsfelag
Í morgin kemur bókin um 50 ára søguna hjá Kyndli, ið
útvarpsmaðurin Suni Merkistein hevur skrivað
Keipa: Føroya Prent