Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2007 27 tíðindi Stutt sagt Svara við hermegi Iran fer at svara við her­megi, um USA ger av at søkja at iranskum mál­um fyri at noyða land­ið at sleppa sínum kjarn­orku­verk­ætlanum. Tað sigur sam­ráðingarleiðarin hjá iranska stýrinum, Ali Larijani. Spurdur, hvussu Iran fer at svara ein­um amerikonskum hern­að­ar­ álopi, svaraði Larijani stutt, at eitt hernaðarligt álop verður svarað við her­megi. Amerikanska stjórn­in hevur fleiri ferðir avsannað, at hon ætlar at brúka hermegi ímóti Iran, men USA hevur kortini savn­að fleiri herskip í Persa­ flógvanum, teirra mill um tveir flogberar. Byggja á jørð hjá øðrum Ein triðingur av teim­um jød­isku niður­setu­bygd­un­ um á Vestara Áarbakka eru bygdar á jørð, sum pal­ estinskir einstaklingar eiga. Tað er niðurstøðan í ein­ari frágreiðing, sum friðar­ felagsskapurin „Friður Nú“ hevur skrivað. Fyrr hevur verið hild ið, at umleið 40 prosent av teimum jødisku niður­setu­bygdunum standa á palestinskari privatogn, men sambært teirri nýggju frágreiðingini er tal­an um góð 32 pros­ent. Felagsskapurin sig­ur, at upplýsingarnar í frá­greiðingini byggja á upp­ lýsingar frá ísraelska her­ vald inum, men tað av­sannar ísraelska stjórnin. Hámarksferð á autobahn Leiðarin á umhvørvis­ deild­ini hjá ST vil hava týsku myndugleikarnar at seta mark fyri, hvussu skjótt bilar kunnu koyra á teim­um týsku motor­veg­ un­um, teimum sokall aðu auto­bahn. Achim Steiner sig­ur við blaðið Berliner Zeit­ung, at týsku bil­før­ar­ arnir noyðast at átaka sær ábyrgd av umhvørvinum og teirri veksandi dálkingini, og at tað kann gerast við at seta hámarksferðina á motorvegunum niður. Sum er er einki mark fyri, hvussu skjótt bilar kunnu koyra eftir teimum týsku motorvegunum, og hóast fleiri áheitanir úr ymsum ættum hava myndugleikarnir framvegis ikki sett nakað hámark á. SAMBAND árni joensen fartekst@mail.dk – Eg savnaði pengar til eina ætlan um at myrða Jimmy Carter, forseta (Khalid Sheikh Mohammed) útlond Tað kann væl henda, at næsti franski forsetin fer at eita Francois Bayrou Tær seinastu vikurnar hava franskir fjølmiðlar skrivað um møguleikarnar hjá Nicolas Sarkozy og Ségolene Royal at vinna forsetavalið, sum verður í næstum, men nú er eitt triðja navn komið á bredd an. Navnið er Francois Bayrou. Hann er í miðjuni í fronskum politikki, og júst tað kann vísa seg at vera hansara styrki, tá saman um kemur, siga politiskir eygleiðarar í París. Teir hald a, at nógvir fransmenn eru troyttir av tí áralanga keglinum mill um vinstra og høgra, og hesum kann Francois Bayrou fáa gagn av vald agin. Fyri bara einari viku síðani var hann fleiri prosentstig aftan fyri tann borgarliga Nicolas Sarkozy og sosialistin Ségolene Royal, men nú er munurin tódnaður burtur í einki. Tann seinasta meiningakanningin vísir, at Sarkozy og Royal fáa stuðul frá ávikavist 28 og 25 prosent av veljarunum, og at 24 prosent siga seg ætla at velja Baurou. Men tað áhugaverda er, at meðan undirtøkan hjá teimum báðum fyrru er minkað, er undirtøkan hjá Bayrou vaksin seks prosentstig ta seinastu vikuna. Tí eru summir eygleiðarar í Fraklandi farnir at tosa um, at kanska fær franska forsetavalið eitt óvæntað úrslit. Pakistanin Khalid Sheikh Mohammed hevur viðgingið, at hann var heilin aftan fyri atsóknina at World Trade Center og Pentagon. – Eg havi ábyrgdina av at­sóknini 11. september í 2001, og eg legði alt til rættis. Orðini standa í einari frá­greiðing, sum stavar frá avhoyringum í fangaleguni í Guantanamo. Har er Kha­lid Sheikh Mohammed endur­ givin fyri at siga, at tað var hann, sum legði atsóknina 11. september í 2001 til rættis. Franska tíðindastovan AFP veit at siga, at frágreiðingin bleiv lisin upp fyri Khalid Sheikh Mohammed, og at hann segði seg ikki hava nakrar viðmerkingar til innihald ið. Í frágreiðingini sigur Kha­lid Sheikh Mohammed, at hann var við til at leggja fleiri aðrar yvirgangsatsóknir til rættis. Mill um annað var hann uppi í atsóknini at World Trade Center í 1993 og bumbuatsóknini á indonesisku oynni Bali. Hann skal eisini hava verið uppi í fleiri ætlanum um at myrða nakrar av heims­ins leiðarum so sum Jimmy Carter, Bill Clinton og Jóhannes Páll páva. Ætlaði fleiri álop Í frágreiðingini verður Khalid Sheikh Mohammed eisini endurgivin fyri at siga, at hann hevði ætlanir um fleiri yvirgangsatsóknir beint aftan á 11. september í 2001. Mill um málini vóru háhúsini Library Tower í Kalifornia, Sears Tower í Chicago, Plaza Bank í statinum Washington og Empire State Build ing í New York. Bretska útvarpið BBC sigur, at Khalid Sheikh Mohammed hevði eis­ini ætlaðir um at søkja at Big Ben og Heathrow-flog­vøll­in­ um í London. Men tað vóru ikki bara mál í USA og Bretland, sum vóru álopsmál. Í frá­ greið­ingini hjá Pentagon sæst, at Khalid Sheikh Mohammed hevði ætlanir um at spreingja eina bumbu í Panamaveitini, og at ætlanir eisini vóru um at spreingja stór tangaskip í Suezveitini, Gibraltarsundinum og Hor­ muz­sundinum við Persa­ flógvan. – Eg skipaði fyri 11.9.2001 Hann kann taka øll á bóli Francois Bayrou. Verður hann franskur forseti? Khalid Sheikh Mohammed: -Eg legði alt álopið 11. september í 2001 til rættis