Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 53 - 15. mars 2007 Fyrst av øllum vil eg takka fyri at verða boðin til at siga nøkur orð á kvinnudegnum 8. mars. Tað er ikki fyrstu ferð, at eg havi verið uppi í haldinum av kvinnudegnum, tí fyri mongum árum síðani var eg við til at gera eina siðsøguliga framsýning um føroysku kvinnuna saman við fólki á Fornminnissavninum og m.ø. Hannu Absalonsen Henda framsýning var í Stokkastovuni úti á Tinganesi í 1975. Bárður Jákupsson var umframt alt annað eisini sniðgevi. Hetta var ein sera áhuga­ verd fram­sýning, sum var nógv vitjað, og sum vit fingu bæði rós og rís fyri Jóan Pauli Joensen Nógv vatn er runnið í ánna síðani tá, men um støðan hjá kvinnuni í føroyska sam­ felagnum er so nógv broytt, er ein spurningur sum vit kunnu tjakast um. Eitt er tað formliga, eitt annað er praksis. Tað sum eg skal tosa um í dag er enn meira at kalla formur og ikki so nógv praksis, tá praksis kann av góðum grundum ikki verða tala um, fyrr enn stjórnarskipanin er sett í gildi. Tað er mín innasta vón at hon verður tað um ikki so langa tíð. Uppskot um stjórnarskipan Tann 18. desember 2006 handaði eg sum formaður í Stjórnarskipanarnevnd Før­ oya Løgmanni álit um Stjórn­arskipan Føroya og sama dag varð sjálvt upp­ skoti sent hvørjum húsi í Føroyum. Stjórnar­skipanar­ nevndin, sum ikki hevur verið til eftir 31. desember 2006, varð sett saman av politikarum úr øllum flokk­ um og serfrøðingum. Bæði kvinnur og menn vóru í nevndini. Sjálvur hevði eg tann heiður at verða for­ maður. Nevndin var rætti­ liga breið. Hon var sett sam­an av góðum fólkum, sum kortini ikki kunnu met­ ast við eitt kollveltingarráð. (Tað vanliga er jú, at nýggj­ ar stjórnarskipanir koma eftir at tað hevur verið rumb­ ul í samfelagnum og at fólk vilja hava broytingar. Kanska rak ein koll­velt­ing­ arstreymur gjøgnum før­ oyska samfelagið beint eftir 1998, men tey seinnu árini eru fullveldisætlanirnar dovnaðar. Men málið at fáa eina egna stjórnarskipan er kortini ongantíð slept, og vit hava tí fyrst og fremst roynt at funnið fram til eina tjóðskaparliga semju um hetta stóra mál. Tað er eydn­ ast fyri ein stóran part, hóast tað eru minnilutar í nevndini, sum hava ymisk sjónarmið um einstakar lóg­ argreinir. Tað vil so verð, men yvirhøvur tykist semja at verða um uppskotið. Uppskot til land og tjóð Ein stjórnarskipan ella ein grundlóg er ein av teimum týdningarmiklastu ímynd­ um ella signalvirðunum hjá einum landi ella eini tjóð. Tað eru ikki suverenir statir ella ríki eittans, ið hava eina stjórnarskipan, men eisini lond, sum eru part­ar í einum størri ríkis­ felagsskapi. Í USA hava ikki bert teir einstøku statirnir, men eis­ ini tey indiánsku reservatini sína egnu stjórnarskipan, umframt tað føderalu. Grannalond okkara hava øll fyri langari tíð síðani fingið sína stjórnarskipan. Noreg fekk sína grundlóg í 1814, Danmark í 1849 og Ísland í 1874. Leggi til merkis, at bæði Noreg og Ísland fingu sína grundlóg, meðan lond­ ini vóru í samveldisstøðu. Um barnið eitur grundlóg ella stjórnarskipan er ikki tað sum hevur týdning, tí í báðum førum er talan um tað, sum á enskum verður rópt consititution. Grundlógararbeiði var upp­runaliga, sum longu nevnt, ein partur av teirri fullveldisætlan, sum lands­ stýri, ið varð sett í 1998 hevði í hyggju at fremja. Tað varð semja um hetta í landsstýrinum, men allir flokkar á tingi vóru ikki fyri hesum. Kortini vil eg siga, at tað rættiliga tíðliga kom fram ein semjusøkjandi hugsan í sjálvari nevndini, sum gongur tvørtur um flokks­mørk. Skjótt tóku bæði sam­ veldis- og fullveldissinnaðir politikarar undir við, at nevndin skuldi arbeiða fram ímóti einum grundleggjandi skjali fyri Føroya fólk, land­ ið og løgdømið Føroyar. Ì hesum samstarvsanda fekk nevndin navnið Stjórnar­ skipanarnevndin, og skjalið heitið stjórnarskipan, tí hetta orð var ikki løtt við sama sterka týdningi, sum orðið grundlóg hjá summ­ um flokkum. Men navnið spillir ongan verður sagt, og sjálvur dámar mær best orðið stjórnarskipan. Nevndin hevði eina freist 31. desember 2006, og freist­in var hildin við hand­ anini av jólaálitinum og longu nýggjársdag var nevnd­in ikki til longur. Vit skutu upp fyri løgmanni at arbeiði við kalibrering ella løgfrøðiligari kanning og framhaldandi og kunning skuldi halda fram í einum Stjórnarskipanardepli, men hesin var eingin áhugi fyri. Tíverri kom tað, sum longu sagt frá, at verða eitt og annað, sum øll nevndin ikki var samd um, hetta sæst av minnilutaálitunum. Kanska kundu vit komi nærri einum konsesus, um nevndin hevði arbeitt long­ ur, men eg ivist, tí tað eru spurningar, sum teir polit­ isku limirnir í nevndini óiv­ að helst vilja hava viðgjørt í løgtinginum, har málið nú vónandi skjótt kemur at verða viðgjørt. Tað eru jú fleiri av tingfólkunum, sum hava verið við í stjórnar­ skipanar­arbeiðinum, so tey burdi ikki havt mist tann reyða tráðin, sum hevur gingið gjøgnum alt arbeiði frá tí tað byrjaði. Tað sum ræður nú er ikki at ristast á hondunum. Tikið saman um, so haldi eg at uppskotið til Stjórnar­ skipan Føroya er komið nóg langt til at tað kann verða viðgjørt á tingi. Eg kundi sjálvandi kortini hugs­ að mær, at fólki okkara hevði havt høvi til at koma við sínum viðmerkingum meira enn tað hevur gjørt. Høvini hava verið har. Vit hava verið úti á bygd. Vit hava havt okkara heimasíðu, men tí verri er tað so í dag, at tað skal rættiliga nógv til, áðrenn tú fært engasjera fólk av álvara. Hin vegin er einki til hindurs fyri at fólk, nú uppskotið kemur at verða viðgjørt í Løg­tingi­ num gera vart við sína hugs­ an, so enn er einki ov seint. Tað hevði verið forfrískandi við einum seriøsum kjaki um eina føroyska stjórn­ar­ skipan í løgtinginum og í pressuni. Tjóðskaparliga semjan Tað hevur ikki altíð verið so lætt at sigla millum sker­ ini í stjórnar­skipanar­arbeið­ inum, tí fólk hava sjálvandi bæði ymiska politiska fat­ an, men eisini ymiska fatan av etiskum og búskapar­lig­ um spurningum, tí ráddi fyrst og fremst um at koma til eina semju í sjálvari nevndini. Eitt sum hevur stóran týdn­ing er tann tjóðskapar­ liga semjan, sum tað hevur verið stýrt fram ímóti. Hetta er ein semja sum skal bera tvørtur um øll politisk floksmørk. Tann tjóð­skap­ arliga semjan ber í sær, at vit føroyingar – Fólkið í Før­oyum – staðfesta á skrift, at vit eru samd um, at vit eru tjóð og land. Hetta ber í sær at vit í sjálv­ Stjórnarskipan Føroya Hugleiðingar á kvinnudegnum 8. mars 2007 í Norðurlandahúsinum Jóan Pauli Joensen