hósdagur 15. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2007
29
ari stjórnarskipanini hava
møguleikar at taka avgerðir
um, hvussu leikur skal fara
fram eftir at fólkið hevur
samtykt okkara stjórnarskip
an. Hetta er, sum er, staðfest
vit mannagongdini fyri,
hvussu gerast skal, um vit
loysa frá verandi samveld
isskipan – ella tengja okk
um nærri samveldinum
ella at øðrum skipanum.
Við hesum hava vit ikki
loyst ósemjuna um loysing
ella samband. Tað er ikki
endamálið, endamálið er at
vit eru samd um, hvussu vit
skulu gera, um vit vilja
broyta støðuna.
Í uppskotinum til nýggja
stjórnarskipan hava vit, fyri
at slóða fyri semju um
stjórnarskipanina, roynt at
sett orð á verandi skipan og
á mannagongdir at broyta
hana. Hetta merkir at vit
samtykkja, at:
• Føroyar eru land
• Føroyar eru tjóð
• Føroyar eru í sáttmála
kendum samveldi
• Føroyar kunnu eftir ser
ligari mannagongd taka
seg úr ella geva seg í sam
veldi, tá tjóðin vil tað.
Tað er við vilja, at vit ikki
hava nevnt heimastýris
lógina í stjórnarskipanini, tí
heimastýrisskipani er ikki
øðrvísi enn aðrar avtalur, ið
lond gera sínámillum. Ein
og hvør nýggi stjórnarskipan
er úrslit av eini kollvelting,
verið hon lítil ella stór, og
hon vil ofta stríða móti
teirri skipan sum var framm
anundan. Í okkara føri er
tað ein ógvuliga blíð og
sámilig kollvelting, og hon
er at føroyingar fyri fyrstu
ferð sjálvir skilmarka støðu
sína og taka avgerð um at
vit, fólkið í Føroyum, hevur
ræði á hesum landi. Tí er
tað av allarstørsta týdningi,
at vit føroyingar ikki ristast
á hondunum, men fáa sam
tykt hesa stjórnarskipan,
eftir teirri mannagongd,
sum skotið verður upp í
sjálvum uppskotinum, tí tá
hevur Føroya fólk fyri
fyrstu ferð sligið fast, hvør
hevur valdið í Føroyum.
Hetta vald kunnu vit so
nýta til:
• At lata alt verða sum er
og ongar broytingar gera
• At fara longur á sjálv
stýris- ella fullveldisleið
• At binda okkum nærri í
einum samveldi
Hvørki sambandspolitikkur,
fullveldispolitikkur ella tað
sum liggur ímillum hesi
bæði er skert í uppskotinum
til Stjórnarskipan Føroya.
Fólki kemur sjálvt at avgera
hvat tað vil eftir at stjórn
arskipanaruppskotið
við
teimum tillagingum sum
tingið er samt um, kemur
til.
Vónandi havi eg verið
førur fyri at lýsa hetta nóg
greitt. Tað næsta verður at
greiða frá tí, sum annars
stendur í uppskotinum til
nýggja stjórnarskipan.
Ein stutt stjórnar
skipan
Ein stjórnarskipan kann
verða stutt ella long. Før
oyska stjórnarskipanin er
millum stytstu í heiminum
og er við einans umleið
3600 orðum styttri enn
amerikanska
og
danska
stjórnarskipanin, ið annars
frammanundan eru millum
stytstu og mest virdu stjórn
arskipanirnar í heimunum.
Broytingarrreglan í uppskot
inum er ikki av teimum
truplastu. Hon krevur av
gjørdan meiriluta á tingi,
tað vil siga at meirilutin av
øllum tingmonnum skulu
atkvøða fyri, og síðan fólka
atkvøðu í minsta lagi hálvt
ár seinni, har vanligur meiri
luti skal ráða
Tá skipanin er stutt, yvir
skipað og ikki roynir at
gera av allar týðandi stríðs
spurningar endaliga út frá
teirri tíð, sum vit liva í, so
eru góð útlit fyri, at Stjórn
arskipanin fer at virka væl
og ikki kemur at verða
broytt ov ofta. Ein stjórn
arskipan eigur at vera rími
liga rúm og ikki ov tíðar
bundin í sínum orðalagi,
hon skal kunna laga seg
eftir samfelagnum.
Innihaldið
Hvat er so innihaldið í
stjórnarskipanini. Tað ber
til at býta flestu stjórnar
skipanir upp í ymsar tættir:
• Ásetingar um sjálvsfatan
og samleika hjá landi og
tjóð
• Ásetingar um viðurskifti
landsins úteftir og møgu
ligt sundurbýti inneftir
• Ásetingar um stýri, hvørj
ar stovnar eru, hvat vald
teirra hava, og hvussu
teir fremja tað
• Ásetingar um rættindi
fólksins og aðrar avmark
ingar av almenna valdi
num
• Ásetingar um, hvussu
skipanin sjálv kann verða
broytt
Uppskotið um Stjórnarskip
an hevur øll hesi eyðkenni.
Sum grundleggjandi lóg
ella skipan er uppskotið tí
meiri fullfíggjað enn nakað
skjal, føroyingar higartil
hava samtykt. Verandi stýris
skipanarlóg hevur bert áset
ingar um stýri landsins og
fyri tað mesta ásetinger
umsettar úr donskum. Upp
skotið um Stjórnarskipan er
ein endurskoða stýrisskipan,
sum
harumframt
hevur
ásetingar um tjóðskaparliga
sjálvsfatan, samveldisstøðu
og mannarættindi.
Lat meg í stuttum greiða
frá, hvussu stjórnarskipanin
er skipað. Hon er býtt upp í
preambul ella formæli og
tríggjar partar. Fyrsti partur
er tann stutta stjórnarskip
anin, tí har verður tikið sam
an um alla stjórnarskipanina
og her eru tað sjálvar meg
inreglurnar,
sum
meira
verður gjørt burtur úr seinni
í skipanini, koma fram.
Annar partur er um rættindi
og lýsir tey rættindi fólkið
hevur. Rættindi eru antin
tað vald, ið landsins al
mennu stovnar ikki hava,
ella tær avmarkingar í vald
inum, sum stovnarnir mugu
virða. Føroyar eru bundnar
av ásetingum í altjóða sátt
málum, men hóast tað, verð
ur hildið neyðugt at orða
rættindini fólksins nágreini
liga
í
stjórnarskipanini,
bæði til tess at tryggja av
gerðarheimild løgtingsins,
at tryggja serlig føroysk
rættindi og fyri at tryggja
almennu
tilvitanina
um
rættindini.
Triði partur er um stýris
skipanina og inniheldur
ásetingar um vøldini øll og
viðurskiftini hjá teimum
hvørjum mótvegis øðrum. Í
øllum øllum eldri stjórnar
skipanum hevur hesin part
urin um sjálva stýrisskip
anina hildin at verða mest
týðandi í eini stjórnarskipan
og hesin parturin fyllir ofta
mest í skipanini, men í
nýggjari stjórnarskipanum
eru onnur viðurskifti uppi í
fyrst og fremst mannarætt
indi. Soleiðis er tað eisini í
okkara egna stjórnarskip
anaruppskoti.
Fyrstur av øllum í stjórn
arskipanini er preambulin.
Fyri at tann stjórnarskipan
sum er skotin upp verður
tann felags grund, sum allir
føroyingar vilja standa á og
taka undir við, hava vit valt
at binda tráðin aftur í søgu
okkara og tí sum er hent
upp gjøgnum tíðina. Sam
leikin hjá einum fólki kann
ikki slítast leysur frá søguni.
Í stjórnarskipanaruppskot
inum hava vit mett, at einast
við at minnast og virða tað
sum undan er fari ber til at
skapa eitt grundleggjandi
skjal, ið fólki sær seg og
tekur undir við. Preambulin
tekur støði í teimum søgu
ligu
fortreytunum
sum
lynna undir teirri nýggju
skipan sum nú verður lýst
og sum fólki skal gera til
sína.
Mál og kyn
Málið hevur sjálvandi nógv
at siga í eini stjórnarskipan.
Tað fyrsta uppskoti hevði
eitt fornari málsnið enn tað
uppskot sum varð lagt fram
18. desember 2007. Tað var
nevndin ikki samd um at
hava. Onkur heldur at upp
skotið við hesum hevur
mist nakað av tí serliga
karakteri, sum tað hevði
upprunaliga, nú málið er
vorði meira gerandisligt.
Sjálvur haldi eg at málið er
gott, men tað er altíð so, at
okkurt kann gerast betri, og
tað vóni eg eisini kemur at
henda í viðgerðini á tingi.
Fyri nøkrum árum síðani
var eg formaður í eini
nevnd, sum skuldi evaluera
alla universitetsundirvísing
í fakinum etnologi í Svøríki.
Ì hesum sambandi var tað
álagt okkum at minnast til
könnsperspektivet. Tað, at
munur ikki skuldi gerast á
manni og kvinnu, skuldi
javnt og samt verða havt í
huganum. Spurningurin er
so hvussu er við kynjar
horninum í uppskotinum til
Stjórnarskipan Føroya. Eitt
er at bæði stjórnarskipan og
grundlóg eru kvennkyn,
men vit hava ikki beinleiðis
nevnt kynini í skipanini,
men í § 19 stendur
• Øll fólk eru javnsett uttan
mun til eyðkenni ella frá
bregði
• Tingið kann samtykkja at
rætta tann mun, ið áður
hevur verið gjørdur á
fólki vegna eyðkenni ella
frábregði.
• Eingi forrættindi kunnu
verða varandi.
Hetta haldi eg er ein sera
rúmlig orðing, sum eisini
gevur møguleika til at rætta
upp mun, sum hevur verið
gjørdur á fólki, tað verið
seg við løgskipan ella í
praksis, tí tað er ikki bert
lóg í víðastu merking, sum
ger mun á fólki, men tað
kunnu vit sjálvi gera sam
bært sið og siðvenju. Ikki
minst tá vit skulu seta kross
á blað. Tað er t.d. eingin lóg
sum forðar fyri at fleiri
kvinnur verða valdar á ting,
orsøkin liggur aðrastaðni,
men tað forðar ikki fyri at
tingið ikki kann rætta hetta,
so við fáa somu nyttu burtur
úr báðum kynunum.
Ein spurningur. sum ofta
er komin upp er spurning
urin um. hvussu vit skulu
kalla tey fólk sum sita í
landsstýrinum. Sum er, er
tað løgmaður og landsstýr
ismenn. Onkur spyr hví
ikki lata kyni avgera, um
tað verður landsstýrismaður
ella landsstýriskona. Tað
hevði givið meining. Tað
týska málið nýtir t.d end
ingina ir tá talan er um
kvennkyni,
har
Angela
Merkel
kallast
Bundes
kanzlerin í mun til Gerhard
Schröder, sum var Bundes
kansler. Onkur annar held
ur at vit skuldu brúka orðið
løgfólk ella landsstýrisfólk.
Tað gevur meining í ávísum
høpi, men ikki í øllum og
virkar eitt sindur løgið máls
liga, men tað er kanska bert
ein vanasak. Her hava vit í
nevndini ikki verði serliga
kollveltingarsinnað,
men
hildið okkum til tað sum er
og tey heiti, sum higartil
vanliga eru brúkt í føroyska
málinum. Hin vegin hava
vit av álvara ætlað at fara
burtur frá heimastýrishug
tøkunum og í staðin skjóta
upp at nýta forsætisráðharri
um løgmann og ráðharri
um hini t.d. uttanríkisráð
harri ella fíggjarmálaráð
harri og so framvegis. Heit
ið løgmaður kundi løgtings
formaðurin so fingið, tað
hevði eisini samsvara gamla
siðvenju.
Hetta kjak hava vit kortini
ikki av álvara tikið upp í
stjórnarskipanarevndini,
men eg ivist í um vit høvdu
komið til nakra semju, men
fyri tað ger uppskotið til
Stjórnarskipan Føroya ikki
mun á manni ella kvinnu,
sjálvt innløgurættindini eru
vend móti báðum kynunum.
Fyri ikki at taka breyði úr
munnunum
á
Margretu
Nónklett og Marnu Jacob
sen, sum koma aftaná meg í
dag, vil eg ikki koma nærri
inn á hesar spurningar, men
lata tær siga tað sum sigast
skal.
Endi
Hvørt hús í Føroyum hevur
fingið eitt eintak av upp
skotinum til stjórnarskipan
og sjálvt álitið liggur á neti
num og fæst sum bók við at
venda sær til løgmanns
skrivstovuna. Tað er mín
vón at øll tann arbeiðstíðin,
sum er løgd niður í áliti ikki
fer til spillis, tí er eitt og
hvørt høvi har skift verður
orð um stjórnarskipanina
kærkomið. So kunnu vit
sjálvandi diskutera, um vit
skulu velja løgmann bein
leiðis, um tað skal ein fólka
atkvøða til fyri at einskilja
kongsjørðina ella ikki, um
vit skulu hava ein Búskap
argrunn, um vit skulu hava
deyðarevsing, um vit skulu
hava innløgurættindi ella
um tað er sagt ov nógv, tá
tað stendur at
• Børn eiga at verða upp
fostrað í einum familjuum
hvørvi við gleði, kærleika
og samljóði, har tað, ið er
best fyri barnið, skal vera
fremsta atlit.
Ein breið viðgerð og orða
skifti av stjórnarskipanini í
fólki okkara ger, at sam
stundis sum fólk fáa størri
fatan og betri innlit í hvat
tað snýr seg um, so verða
tey eisini sjóðað saman við
hesi skipan og tess meira
hon verður kanna og eftir
kannað, tess mera verður
hon partur av okkara huga
heimi.
Tað er mín vón at tað sum
stendur
í
formælinum,
nevniliga: Vit, Føroya fólk,
samtykkja hesa stjórnar
skipan. Hon er grundarlag
undir stýri okkara og fyri
skipanin, ið skal tryggja
frælsi, trygd og trivnað
verður til veruleika og eg
vil takka Kvinnusamskipan
ini fyri at evnið Stjórnar
skipanin verður tikið upp á
kvinnudegnum.