hósdagur 15. mars 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 53 - 15. mars 2007
Tað
orðkringa
skaldið
Jóannes Nielsen spyr í grein
í Dimmu herfyri ein rele
vantan
spurning:
”Hvat
vildi Jesus sagt til standin í
dag?” - við lutvísari ábend
ing til Karsten Hansen, sum
eftir 40 ára samhuga og
baksi mynstrar av úr Tjóð
veldisflokkinnum og fer
við Miðflokkinum í staðin.
Jóannes, ið eg mestsum
bara kenni gjøgnum hansara
ritverk, undrast á mangt, og
tað er væl skiljandi. Skald
eru vanliga sannleikasøkj
andi. So her eru vit almindi
ligu, ið eisini undrast nakað,
í sama báti. Niðanfyri eru
nevnd nøkur dømi frá monn
um og kvinnum, sum hava
maktina og tí halda seg
hava sæð ljósið.
Ikki tí, maktin er komandi
og farandi og ein hálur hólk
ur um at halda, sum Bjørn
stjerne Bjørnson yrkti um
Napoleon Bonaparte:
”Med sejr fra Moskva til
Kartagena
han dør dog ensom på
Sankt Helena”.
Journalistar
Hvøkkur kom á okkara emi
nentu kyndlaberandi jour
nalistar, táið fram kom í
ljós dagsins tey døpru boð
úr Jyllandi, at teir nú ikki
longur kundu koma inn á
journalistaskúlan í Århus
við dumpikarakteri - á jøvn
um føti við eitt nú grøn
lendingar, sum, við fjar
støðu teirra millum fámentu
bygdarløgini undir ísbrúnni,
ivaleyst bæði sárt ella ikki
sørt mugu kenna seg sum
heimføddar millum megin
landsins knassar, sum eitt
nú
føroyingar,
niðri
í
”Gamle Danmark, som skal
bestå, så længe bølgen rull
er”, og hvørs inuitiska máls
lind liggur fleiri ljósár burt
ur frá hinum norrønu máls
greinunum.
(Ynskið og uppskotið
undan
kyndlunum
varð
hett a: Ein føroyskan journal
ista háskúla, takk!)
Málfrøðingar
Okkara evnaríki og hárfagri
ungdómur fekk dumpikarak
ter í fjør í Pisa-kanningini,
tí tey forstó ðu ikki spurning
arnar á ”grót føroyskum”,
sum tey ungu sorgarbundin
søgdu frá. Ein støða, sum
helst hevur benið í lærar
anna ”atstøðiliga náms
frymli” á mál-sótt reinsingar
-støðini á Debessartrøð.
Har ung og moyr vitanar
søkjandi verða avlúsað fyri
møgulig ”musisk gehør” í
móðurmálsins bjargalendi
av bróstt rongum frøðingum
– og við góðari løn. Og sum
framvegis manna hópin av
almennu málnevndunum –
øll rikin saman úr somu
ódn av samsintum.
(Ynskið til jólamenn land
sins: Meiri studning til
stuldur
og
grevstur
í
íslendskum orðum og gaml
ari tíð)
Skúlalærarar
Í úrvalsmeingi landstýris
manna eru bara 4 av 7 (t.e.
umleið 60%), ið eru skúla
lærarar. Í landsins stjórn er
soleiðis greiður meiriluti á
manningarlistanum – úr
landsins besta stætt arbólki.
Tað er tí helst bæði synd og
skomm, at talið ikki er heili
100%. Men vit kunnu tó
hinvegin gleðast um, at
talan er um enn eitt nýtt før
oyskt heimsmet, skuldi eg
heilsa og siga (!). Og at
hett a talið er bara yvirhálað
í teimum londum, har harð
rendar herfylkingar hava
tikið ræðið við valdið.
Eingin hevur vituliga
nakað ímót i lærarum ella
lærarinnum sum so, og sum
vilja vera undirvísarar, og
eg minnist enn við gleði
aftur á eitt nú Sámal Peter
sen, lærara í føroyskum
(granskara og søguforteljara
av gudsnáði), og sum for
restin eisini eitt skifti var
landsstýrismaður í menta
málum.
Men kanska – heldur onk
ur - hevði Pisa-uppdragið
givið betri úrslit, um lands
stýrismeirilutin
sjálvur
hevði verið á vakt í fakinum
henda lagnudagin. Tí teir
mugu saktans teljast millum
teir bestu heilarnar í Norð
urlondum - ikki sannheit?
Men um henda metingin er
eftirfarandi, so sigi eg bara
sum Húshamar: ”Gu’ for
barmi seg fyri teir í Suður
londum -!”
(Ynskið
teirra:
Fleiri
milliónir til háskúlar og
titlar til lærarinnur og lærar
ar.)
Visión 2015
Gamalt er, at funktionerar
(nú eitur tað starvsfólk)
avrika funktiónir (tað liggur
í orðinum), sum tey fólka
valdu hava stungið út í
kortið. Meðan politikararnir
verða valdir inn á Ting og í
landsins stýri vegna teirra
gyllini visiónir um allar
lutir. Men nú frætt ist, at
starvsfólkini sita í torvum
og togast við visiónirnar,
meðan politikararnir sita
hond undir kinn og bíða
eftir øllum visiónunum frá
funktionerunum. Og hava
funktionerarnir tí nakra tíð
eftir til at gera dagligu nytt
una? Ella segði nakar, denn
øvuta verð?
Ferðalið landsins
Fátækt er í heiminum enn.
Hóast fáment, so mugu vit
eisini vera við, har hjálp er
fyri neyðini. Alt gott um
tað. Onkur milliónin er jú
avsett til hett a hermót ið.
Men hvussu hevði tú,
mín tolni lesari, loyst hett a
uppdragið? Jú vituliga, við
at tikið telefonina ella
sms’að til antin Hans Holm
ella Hera Hammer, sum
hava undirvíst í geografi í
ein mansaldur í Hoydølum,
ella kanska ringt til Reyða
kross, sum eisini er inni á
feltinum, og spurt um fátæk
fólk og lond.
Men tað ger Tinganes
ikki. Nei, hví ikki heldur
fara út at ferðast fyri peng
arnar, sjálvandi. Tað er jú
eitt slag av hjálp til sjálv
hjálp, ið eisini kann brúkast,
ikki sannheit?
Amerikanska hervaldið
hevur altíð eitt ávíst tal av
albrynjaðum hernaðarflog
førum á veingjunum - við
landsins trygd fyri eyga.
Og gamli garpurin, Winston
Churchill, segði um teir
djørvu Royal Air Force flog
skipararnar undir krígnum
hesi søguligu orð :”Aldri
hava so mong, so fáum at
takka fyri, so nógv!”
Men um tann stríða ferð
ingastreymin hjá aðalstætt
landsins (teir óbeinleiðis
valdu og tegnar teirra, sett ir
av vinabondum) í Tinganesi
kunnu
hesi
fyndarorð
kanska við góðum vilja
snøggast eitt sindur til,
at:”Aldri hava so fá, so
mongum at takka fyri, so lít
ið”.
Tey ferðast til metropolar
nar í Ameriku, um evro
peiska meginlandsins stó r
staðir og til sólstrendur
Spanialands, Portugáliu og
heilt yvir til fólkamilliardina
í Indialandi.
(Ja, slík eru framtakskapp
ar landsins, ið sambært
Regini Dahl: Sum dansa
gólvleys annað jólakvøld
við rætt iligum bóndum - -)
Karsten ivasamur?
Jóannes fílist á, at Karsten
hevur svikið hevdvunnin
stavnhøld, ið sett vórðu av
fedrum hansara. Og at
Karsten tykist ót ryggur í
atgerðum. Men her haldi
eg, Jóannes, at tú fert skeiv
ur. Ikki tað, at ikki onkur
tinglimur er betri smurdur
við brosmulýsi um barka
kílið (henda máliska finst
ikki í móðurmálsorðabók
ini). Og tað kann væl vera
at adrenalinið fer við Karst
eni viðhvørt. Men stavn
haldið, ið hann sett i sær
sum ungur, hevur hann ikki
broytt eitt vet við. Tað eg
veit.
Ein rætt ur løgreglumaður
hevur fyri sær hesar reglur
- bæði á degi og nátt :”Ikki
at missa yvirlitið og ikki at
vera handlingslammaður”.
Og vit eiga nógvar dugna
ligar politistar í Føroyum.
At Karsten støðugt fylktist
og var at finna í fremstu
røð, havi eg skilt á feløgum
hansara. ”Sheriffurin” ber
ikki orð fyri at ótt ast ella
ivast, har ið og tá ið á stend
ur.
Hevur hann ikki eisini
fingið hægstu viðurkenning
og sømdargávu, sum givin
verður av politivaldinum
fyri áræði og dirvi, antin
talan er um váða á landi,
sjógvi ella í glerstoytt um
líðum, táið talan er um
starvsavrik ella at bjarga
øðrum úr vanda?
Hevur nakar fíggjarmála
ráðharri fyrr ella síðani (
bókhaldari, revisor, advo
katur, journalistur, lærari o.
s.fr.) klára at minkað blokk
in við einari krónu? Tíans
heldur úti við 350 milliónum
krónum. Og við munandi
avlopi eftir í landskassanum
øll árini?
Tvær kvinnur
Komist við tvær kvinnur,
onnur var í landstýrinum og
hin mong ár í tinginum og
báðar hava av hjarta brúkt
síni ár í truplum starvi fyri
tey minni mentu og stjúk
børn samfelagsins. Um báð
ar er at siga, at tær hava ikki
havt brúk fyri eyka ser
sømdum fyri kvinnur, fyri
at verða hoyrdar ella at
koma fram at í samfelags
meldrinum.
Onnur var Karolina Peter
sen, sála, sum tordi at siga
tað, hon meinti. Tað skal
hon eiga ”upp á hennara
støv”. Hon segði einaferð:
”Táið Karsten sigur nakað,
so ber til at skilja, hvat ið
hann meinar við, og at aftan
fyri orðini: Har stendur ein
maður”, sum hon tó k til.
Hin er Karin Kjølbro.
Hóast hørm um avgerð
Karstens og ikki samd í
hansara sannføring, so gav
hon honum eitt skoðsmál í
blaðgrein, sum tú skalt leita
leingi eftir. Meistarliga væl
formulerað og frágingin. A
Sense of a Woman.
So, at skjaldmoyggjar og
villini galtar Tjóðveldisflok
sins ikki hava fangað ella
forstaðið, at her lá flúrur á
vandaleið í sambandi við
støðu
Karstens,
sterka
manni floksins, tað kann
vitu liga ikki passa.
Grein 366b
Her var í roynd og veru
talan um eitt evarska lítið
mál (tað kundi líka so væl
verið atkvøtt um, um ikki
tveytabellin eisini skuldi
galda fyri samkynd). Tí
málið snúði seg í veruleik
anum bara um - holdning
og hugburð til avleiðingar
málsins upp á longri sikt -
og als ikki við politikk.
Og í staðin fyri, at varpa
málið út til fólkaatkvøðu:
”Gerið so væl, mínir veljar
ar, málið er tykkara!” So
bleiv tingarbeiðið lammað í
eitt hálvt ár, fjølmiðlarnir
slevaðu av skaðafrøi, og
sjálvræðisrørslan bleiv rivin
sundur í sjálvdrápi. Jubil og
fagnaðarróp frá vinnandi
áskoðarafjepparunum
í
Tinginum hoyrdust um alt
landið, og utt an at tingfor
maðurin lyfti aðra eygna
brúnna til átalu. Soleiðis
eigur einki nýliga felt ting
mál at viðgerast. Tað átt i
hvør høna at forstaðið.
Og sambandsfólk úr øll
um flokkum kundu halda
um búkin í skellilátri. Og
tað er ikki fyrstu ferð at tað
hendir, at sjálvstýrisskútan
kom at venda øvutan veg,
og at vitið og skilið svíkur
hjá teimum, sum vilja taka
sjálvstýrið fyri land og fólk.
Tí í 1906 endaði sjálvstýris
vongurin sum: Brennivíns-
børnini, hálva øld seinni
sum: Kommunista-beistini
og nú eina øld longur á leið
í árinum 2006: Sum válandi
vargar utt an siðvenju. Og
vita bara: Um komandi
hálvthundrað ár, fellir ein
ungmoy tár – yvir sama skil
ið - (leysliga eftir Janusi).
Meðan
frumburðarrætt ur
Føroya verður seldur fyri
”eina skál av reyðum linsu
vellingi”.
Skriftin og fornuftin siga,
at um tú nakrantíð skalt náa
á mál: ”So legg av tað, sum
tyngir”. Søren Kierkegaard
sigur
tað
meiri
avan
serað:”Renn ikki ørindi í
tilveruni, men set alla orku
inn á høvuðsuppdragið”.
Og er eitt nú politiska
høvuðsuppgáva
landsins:
At gera ein brúkiligan
altjóða flogvøll ella at fáa
blokkin burtur, soleiðis at
vit kunnu hyggja í eyguni á
dønum utt an at blúgvast, so
lat okkum gera tað!!
Og bið tey hoppa og
renna, sum altíð skulu inn
flyta
okkurt
hissini
útlendskt vandamál, sum
kanska als ikki kemur okk
um við.
Men hvat hevði Jesus
sagt?
Ja, nú mundi eg gloymt
spurningin. Og fyrst er at
siga, at tað er eitt lykla
skriftorð, sum stendur í
”The old book with black
cover”, og sum bæði jødar
ella muhamedsmenn, ið
enn knógva undir trældómi
lógarinnar, als ikki vilja
vita av enn í dag. Og hett a
orðið ger allan munin:” Tí
lógin varð givin við Mósesi,
men náðin og sannleikin
eru
komin
við
Jesusi
Kristi”(Jóh.1).
Jú, Jóannes, Jesus hevði
helst eisini endurtikið setn
ingin, um at geva Gudi tað,
sum Guds er, og keisaranum
tað, ið keisarans er.
Ja, kanska hevði Jesus
eisini sagt, sum við samtíð
sína - bara í okkara orðum:
Við tann intellektuella vitj
andi á nátt artíð:” Maður,
tær tørvar at verða loystur
úr hasum akademiska hafti
num og haminum - (Jóh.3)”.
Og við ta nýseku kvinnuna,
eftir at hann hevði sett teir
skaðafróu mennirnar skák
mát, segði hann: ”Kvinna,
far í friði og synda ikki long
ur – (Jóh.8),”. Og við tann
illa á holdum komna og
deyðadømda síðumannin á
krossinum, ið slepti síni
sjálvsverju og fordómum
við hesum orðum:”Hevði
tú vilja minst til mín – ”.
Og svarið varð hett a:” Vin
ur, í dag skulu vit báðir
fylgjast - - (Luk.23)”
Nakað soleiðis, haldi eg
- við allari respekt og
fákunnu - at tann alsvikni
Menniskjasonurin og ein
sami Galilearin, og sum tá
á sinni í mannaeygum var
staddur í markleysasta mátt
loysi - hóast allan mátt í
himli og á jørð - hevði sagt
við okkum í dag.
06.03.2007
Víðsjónir og
smalsjónir!
Jú, at stava
dugi eg, Dagfinnur!
Keðiligt at noyðast at siga
tað sjálvur, men eg góð
taki ikki slíkar ógrundaðar
skuldsetingar.
(Eg skal ikki rætt a nak
að í tínum brævi.)
VÌÐSJÒN er eitt nýyrði,
eitt frálíkt orð, sum onkur
víðskygdur persónur hev
ur smíðað. Eg mæli øllum
til at brúka hett a orðið.
Orðabókin hevur annars
orðini, víðsýni og víð
skygni. Tey hóska væl sam
an við nýggjyrðinum, víð
sjón.
Sum lærari í enskum og
donskum kenni eg sjálv
andi væl orðið, vision,
sum er hálvføroyskað til
visjón. Latið okkum held
ur heilføroyska orðið til
víðsjón!
SMALSJÓN
(heima
gjørt orð): Jú, eg royni at
verja borg, ta føroysku,
sum vera man.
Í Føroyum (onkur er á
flatlondum) er tó eitt lítið,
løgið lið av smalsjóna
fólki, sum roynir at verja
danaborg, og sum bert sær
ljós í landsuðri. Fáa tey
onkran loyniligan stuðul
til sítt marghátt liga mál
strev?
BÓKSTAVARAÐIÐ:
Øll mál hava sítt stavrað.
Enskt hevur sítt , danskt
hevur sítt , og føroyskt hev
ur sítt . Tað enska hevur t.
d. ikki donsku bók stavir
nar, æ og å. Tað føroyska
hevur t.d. ikki q, w og å.
Vit hava so t.d. ð og í, sum
hini bæði ikki hava.
Í skúlanum havi eg lært
tað danska og tað enska
stavraðið, men ikki tað
føroyska. Tað mátt i eg læra
meg sjálvur.
Sjálvandi skulu vit duga
øll hesi trý stavrøðini,
fyrst tað føroyska og síð
ani tað danska og tað
enska!
Hevur onkur ætlanir um
at blanda øll trý stavrøðini
saman í ein vavgreyt?
E.S.: Takk fyri kvøðuna,
gamli málvinur, og takk
fyri talviðmerkingina, Jon
hard!
Annars
eru
tjøldrini
komin!
Við føroyamálskvøðu og
víðsjónakvøðu
Jóannes Nielsen, Karsten Hansen og Harrin Jesus
Eyðun
á Borg
Arnstein
Niclasen
viðmerkingar