Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 53 - 15. mars 2007 31 Longd freist at tekna seg til Ung í Føroyum Eystur og Suður Tann 23. og 24. mars verður Ung í Føroyum Eystur hildin á øðrum sinni. Fyrru ferð var í Fuglafirði í 2005. Hesaferð er Runavík karmur um stevnuna. Tann 30. mars – 1. apríl verður Ung í Føroyum á fyrsta sinni hildin í Suðri. Tað verður í Vági og allar komm­unurnar í Suðri samstarva um hesa stevnu, ið verður um ikki eins stór, so eins long og ein av UíF- stevnu­num, sum plaga at vera hildnar í Havn. Heilt fitt av tekningum eru komnar inn til stevnurnar báðar, men enn eru tær ikki fullteknaðar. Tí verður freist­ in longd til fríggjadagin 16. mars. Tey, sum longu hava tekna seg, kunnu tí øll rokna við at fáa bræv um, at tey eru sloppin við. Tekningarskjøl og fleiri upplýsingar eru at fáa at heima­síðuni HYPERLINK ”http://www.ungiforoyum. INFO” www.ungiforoyum.INFO Spennandi bussferð við staðkendum ferðaleiðara í vøkru náttúruni í Íslandi á hásumri, tá ongantíð verður myrkt ÍSLANDSFERÐ Um mánaðaskiftið juni-juli í ár verður ein spenn­andi buss­ferð um Norð­urlandið í Íslandi. Norrøna Felagið í Før­ oyum skipar fyri, og ferða­ leið­ari verður svenska Nanna Her­mans­son, sum tos­ar føroyskt, og ofta hevur skip­að fyri ferðum á júst hes­um leið­um. Farið verður við Norrønu á Seyðisfjørðin mikudagin 27. juni og ferðalagið verð­ ur aftur í Havn fríggjadagin 6. juli. Nógv støð verða vitjað, millum annað Løgurinn, Háls­lón, Kárahnjúkar, har sum nógv umstrídda byrg­ ingin er gjørd, Skriðu­klaust­ ur, Hall­orm­staður, Egils­ stað­ir, Detti­fossur, Ásbyrgi, Húsavík, Akureyri, Ólafs­ fjørður, Siglufjørður, Hólar, Hófs­ós, Skagafjørður, Sauðár­­krókur, Tindastóll, Varma­hlíð, Varmalækur og Seyðisfjørður. Vitjað verður á søvn­um, millum annað silda­savni­ num og á fólka­laga­stovni­ num á Siglufirði, listasavni­ num á Akureyri, bygda­ savnin­um í Skaga­fjørðinum. Og hestasýn­ing verður í Varmalæk. Og fyri ikki at tosa um vøkru náttúruna og ljósu næturnar. Ljóst er alt sam­ døgrið. Harafturat er møguleiki at svimja hvønn dag. Av tí at ferðaleiðarin kenn­ir nógv fólk á støð­un­ um, vitjað verða, fær ferða­ lagið fleiri uppliv­ing­ar enn onnur, sum ferð­ast á hesum leiðum. Í hvønn krók á Norður­landinum miðlahúsið í Vágsbotni Kyndil 50 ár www.sosialurin.fo Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01 post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo Í sambandi við at bókin um Kyndil kemur út 16. mars, er tiltak í Miðlahúsinum fríggjadagin 16. mars kl. 16.00 har høvið er at heilsa uppá rithøvundan, Suna Merkistein. • Bókin fæst til keyps fyri kr. 399,- • Regin Jacobsen spælur Kyndils-løg Øll eru vælkomin Aðalfundur í Norðstreymoyar Javnaðarfelag verður í hølunum hjá Kollafjarðar bjarg­ing­ar­ felag­ sunnukvøldið 18. mars kl. 19. Skrá sambært lóg­um felag­sins. Nevndin Norðstreymoyar Javnaðarfelag Okkara vælumtókta kvøld-buffet byrjar nú aftur NANTONG NANTONG TEL 318698 - 218668 Sosialurin 341800 Eisini ber til at bíleggja úr okkara fjølbroyttu matarskrá. Bíleggjast kann eisini út av húsinum Kostnaður Vaksin 175,- Børn 55,- Konsertirnar við Ettu Cameron vóru til frama fyri aftur-vend flótta-fólk í Kongo. Føroy-ingar hava møguleika at keypa eini hús í Kongo til flótta-fólkini fyri einans 3.200 krónur STUÐULSKONSERT Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Tað var hjálparfelagsskapu­ rin ADRA, sum skipaði fyri konsertunum við Etuu Came­ron leygarkvøldið og sunnukvøldið. Alt yvirskotið fer til at keypa hús í Kongo til aftur- vend flóttafólk. Umstøð- urnar í Kongo hava leingi verið ótolandi, og tí rýmdi nógv av landinum fyri nógv­ um árum síðani. Nú byrja hesi fólkini tó at venda aftur, men tey hava einki hús at koma heim til. Hes­ um ynskir ADRA at hjálpa við. - Konsertin í Norður- landahúsinum gekk sera væl, og vit seldu heili 23 hús hetta kvøldið, um-framt at vit savnaðu 15.000 krón- ur inn. Sunnukvøldið savn- aðu vit eisini nógv inn, og vit seldu eisini nøkur hús, men eg veit ikki júst hvussu nógv, segði ein umboðs­mað­ ur fyri ADRA eftir kon­ sertina sunnu-kvøldið. Áhoyrararnir til konsert- irnar hjá Ettu høvdu møgu- leika til at keypa eitt hús í Kongo til afturvendu flótta- fólkini fyri einans 3.200 krónur. Keyparin sleppur sjálv­ur at gera av, hvussu hús­ið skal eita. ADRA móttekur nógvan stuðul frá DANIDA, sum er menningarhjálpargrunn- urin hjá danska statinum. ADRA er við í nógvum verkætlanum kring heim- in. ADRA er bygt uppá tað kristna grundarlagið, og tað hevur verið tætt knýtt at adventistakirkjuni. Nú er tað tó ein sjálvstøðugur fe­lagsskapur, og teir vilja hjálpa uttan mun til, hvørji fólkini eru, og hvørja trúgv, tey hava. ADRA seldi 23 hús leygar-kvøldið