Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-15, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. mars 2007síða 32

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 53 - 15. mars 2007 Sethús í Søldafirði Vegna Føroya Skiftirætt verður sethúsaognin matr. nr. 40b, Søldarfjarðarvegur 29, Søldar­ fjørður við hesum lýst til sølu. Húsini, sum eru uml. 106 m2, eru bygd í 1976. Grundøkið er 600 m2. Húsini eru træklødd betonghús við plast­ vindeygum og eru innrættaði við íbúð í miðhædd umframt minni íbúð í kjallara­ hæddini. Eisini hoyrir úthús til ognina. Áhugaði kunnu venda sær til Advokatvirkið Páll Nielsen, adv. Eyðhild Skaalum, adv. Sigmund Poulsen, adv. Hans Trygvi Teirin, adv. Skansavegur 1, Postsmoga 85 · 110 Tórshavn · tlf. 31 21 71 telefax 31 58 74 · t­postur: advokatvirkid@advokatid.fo D a g r ø k ta r i Dagrøktarskipanin í Tvøroyrar kommunu søkir eftir dagrøktara, at byrja skjótast gjørligt Vit ynskja at tú • Hevur góðar umstøður at ansa børnum inni og uttanfyri. • Tekur ábyrgd og kanst arbeiða sjálvstøðugt. • Vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum. • Ert álítandi og hevur góð samstarvsevni. • Ert tolin og vísir umsorgan. • Hevur hegni og áhuga í at menna børnini. • Dugir at síggja møguleikar í staðin fyri forðingar Í dagrøktarskipanini starvast 17 dagrøktarar 2 avloysarar og ein leiðari. Talið av børnum í dagrøktini er 90. Ein dag um vikuna eru 3-4 dagrøktarar í spæli- stovuni saman við børnunum Arbeiðstíðin er millum 7.30 – 17.15. Lønin er millum FA og KAF. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til tlf. 21 13 39 og tosa við Súsannu Poulsen dag- røktarleiðara Vinarliga send umsókn tygara til: Tvøroyrar kommunu Dagrøktarskipanin 800 Tvøroyri T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Prekvalifikatión – Nýggj KT Umsitingarskipan til Lønjavningarstovuna Í sambandi við at Lønjavningarstovan ynskir at menna eina nýggja KT-umsitingarskipan, verður hervið bjóða áhugaðum KT fyri- tøkum at luttaka í prekvalifikatión. Endamálið við hesi prekvalifikatión er, at fáa 3-5 fyritøkur at velja ímillum, sum eftir prekvalifikatiónina, fáa høvi til at bjóða uppá uppgávuna. Skipanin, sum talan er um at menna, vil verða ein heildarskipan, sum umfatar: • Tilmeldingarskipan • Inntøkutrygd til fiskimenn • Mynstringarskipan • Forskotsskipan • Sjúkratrygd • Flutningsstuðul • Avreiðingarskipan Omanfyrinevndu skipanir virka smb. lóg- um, ið eru nærri lýstar á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum, www.fisk.fo Full lýsing av krøvunum til prekvalifika- tiónina, er nærri lýst á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum. Fiskimálaráðið Sp/f ZARTEC Bygging Tlf. 226459 V/ Heðin B. Nielsen Tlf. 421403 Húsasmiður Fax. 421403 Alt timburArbeiði verður gjørt skjótt og bíligt Ring 226459 ella 421403 og hoyr nærri! Leiðari til Barnagarðin á Mýrunum Um barnagarðin Á Barnagarðurin á Mýrunum ganga 94 børn. Á stovninum eru 2 vøggustovur við 14 børnum í hvørjari, 2 barnagarðsstovur við 20 børnum í hvørjari, 1 barnagarðsstova við 20 6-ára gomlum børnum og 1 stova við børnum við serligum tørvi. Á stovninum starvast íalt 35 starvsfólk. Starvið Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingar- ligu ábyrgdina av stovninum. Leiðarin hevur ábyrgd av: • at stovnurin er í støðugari menning, • at starvsfólk trívast og mennast, • at tað støðugt verður arbeitt við at menna námsfrøðiliga tilboðið eftir tørvinum hjá tí einstaka barninum og treytunum, sum stovnurin virkar undir. • At samstarva við kommunalu umsitingina, við aðrar leiðarar innan barnaansingina og við aðrar viðkomandi stovnar Vit leita eftir leiðara, ið • er útbúgvin námsfrøðingur • hevur leiðsluroyndir • er nýhugsandi og ígongdsetandi • hevur góð samstarvsevni • evnar at eggja og menna starvsfólkið • hevur góð evni at orða seg munnliga og skrivliga • hevur kunnleika til EDV á brúkarastøði Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast gjørligt. Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya á lønarstig 25-31 Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Jákup H. Foldbo sosialdeildarleiðara á tlf. 417000 Søk starvið Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30 mars 2007, kl. 12:00. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 Postrúm 139 FO-600 Saltangará Runavíkar Kommuna Íbúð til sølu Um nøktandi boð fæst, verður stór íbúð í gerð í vesturbýnum seld. Ring 510542 Frá Sunda Byrsufelag Ársaðalfundur felagsins verður 3. apríl kl 19. Skrá sambært lógum felagsins. Fundarstaður verður lýstur seinni. Sunda Byrsufelag lýsingar