hósdagur 15. mars 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 53 - 15. mars 2007
tíðindi
Triðju ferð í hesum
mánaðinum fór línu
báturin “Søkin” í
Klaksvík til útróðrar
seinna partin í gjár.
- Roynið nú og gerið
ein góðan túr. Tað
hevði verið ótrúliga
stuttligt, um tit komu
aftur við eini 7-8000
pundum!, sigur ein
maður her á
Stongunum.
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Stengurnar,
Klaksvík:
Nógv fólk er komið saman
her á útróðrarmiðdeplinum
í Klaksvík beint eftir mid
dagsleitið í gjár, nú Søkin
riggar til nýggjan túr.
Hetta er alt fólk, sum
hava stóran áhuga í høvuðs
vinnuni í býnum. Her eru
bæði egnarar, útgerðarmað
ur og onnur savnað saman,
nú teir seinastu stamparnir
verða fingnir umborð.
Millum hesar er ein yngri
maður, sum er íðin í prátin
um við hinar royndu útróð
rarmenninar. Hann er eisini
komin at ynskja teimum
góðan túr.
- Loys nú!, siga teir
umborð brosandi við henda
unga mannin. – Tað er hoylt
vist, at tá hann hevur loyst
bátin, fáa vit ein góðan túr!
Allir hinir bátarnir í
Klaksvík eru longu farnir,
men teir á Søkanum vóru
heldur seinni enn hinir
avstað.
Nú ræður um at skunda
sær, um teir skulu fáa dagin
og náa at seta, áðrenn tað
verður myrkt.
- Vit vænta at verða inni
aftur á middegi, sigur skip
arin, Ólavur Ólason Poul
sen.
Bleyti botnurin
Klokkan er farin at nærkast
tvey, og umborð á Søkanum
gera menn seg til reiðar at
leggja frá landi. Ætlanin er
at fara norðureftir – á tann
bleyta botnin.
- Vit eru kanska heldur
seinir uppá tað í dag, tí tað
var okkurt sum skuldi fáast
í rættlag fyrst.
- Tí fara vit ikki fyrrenn
nú. Men vit fara við góðum
treysti, sigur Ólavur.
Støðan er hon, at eystfall
ið er hálvliðið um seks-tíð
ina um kvøldið, og tá er
ætlanin at seta. So fáa teir
eisini eitt sindur av ským
ingini við.
Gongur sum teir ætla
skuldu teir verða aftur at
landi eitt samdøgur seinni
– vónandi við tómum stamp
um og fullum kassum av fis
ki.
Hálvrunnin
Upprunaliga var ætlanin at
hava 64 stampar við henda
túrin. Men tá avtornaði
vóru teir heili 74 í tali.
- Tað má verða sum tað
er. Hetta verður so einasti
túrurin man fær hesa vikuna
og helst komandi vikuna
eisini, tí tá fer at reka aftur,
sigur Ólavur.
Boðað varð eisini frá
vánaligum líkindum hós
dagin,
samstundis
sum
streymurin fer at harðna aft
ur.
Hetta er kortini ikki eitt
ókent fyribrigdi hjá útróð
rarmonnunum. Tað hevur
nevniliga viðrað serstakliga
illa hjá teimum higartil í
ár.
- Ja, veðrið kundi verið
nógv betri. Hetta er bert tri
ði túrurin hjá okkum í mars
mánaði.
- Og nú er hann longu
hálvrunnin, sigur Ólavur
álvarsamur.
Altíð illveður
Tað eru ikki bert útróðrar
menn í Klaksvík sum hava
merkt til vánaliga veðrið
higartil í ár. Aðrastaðni
kring landið siga menn tað
sama.
Her í Klaksvík hava teir
sín serstaka máta at siga tað
uppá: “Tað er illveður eina
ferð um dagin – annaðhvørt
tá ein fer avstað, ella tá ein
kemur aftur!”
- Hesa ferð verður tað
gott veður, nú vit fara
avstað. Men tað verður
helst meiri buldrasligt, tá
vit koma aftur í morgin, sig
ur Ólavur.
Keðiliga veðrið fær eisini
ávirkan á lívið á landi: Er
eingin útróður, fæst eingin
inntøka. Og so hendir tað
júst í teirri bestu fiskitíðini.
Góður prísur
Skal Ólavur líta aftur á het
ta árið, so kann hann bert
staðfesta, at tað hevur hil
nast hampiliga væl.
Teir á Søkanum hava ver
ið tveir túrar í mars mánaði.
Hesir vóru góðir – nøgdin
var í lagi og hartil var prísur
in sera góður.
- Vit høvdu um 6000
pund hvønn túrin. Og tað
var bara toskur, sigur hann.
Teir vóru seinasta túrin
fríggjadagin í farnu viku,
og hóast streymurin hevur
verið góður hesa vikuna,
varð fyrst loyst frá landi aft
ur seinnapartin ígjár.
Gýtingin tarnað
Eitt er at tað hevur viðrað
stak illa, men fyri Ólavur er
tað ikki einasti trupulleik
in.
Hin veruleikin er, at hann
fyri tað mesta hevur verið
vestligur í ættini. Og tað er
ikki gott, tá hugsað verður
um gýtingina í vár.
Tá ein hugsar um gýting
arøkið norðanfyri, er eystur
ættin ótrúliga góð. Tað gjør
di hon nógv av í teirri sein
astu gýtingini, og tá riggaði
avbera væl.
- Eg veit ikki, hvussu
verður í ár. Tað verður spen
nandi at vita, hvussu verður
við tí, sum kemur undan í
ár.
- Tað verður sikkurt nak
að vánaligt, sigur Ólavur,
og leggur aftrat, at teir hava
fingið nógvan tosk í ár.
Tað er illveður eina
Tað er illveður eina ferð um dagin
– annaðhvørt tá ein fer avstað,
ella tá ein kemur aftur
”
Tað má verða sum tað er. Hetta
verður so einasti túrurin man
fær hesa vikuna og helst komandi
vikuna eisini, tí tá fer at reka
aftur
”
- Vit fara henda túrin, men sleppa
neyvan avstað aftur tað næstu
vikuna, sigur Ólavur Ólason
Poulsen, skipari
Mynd: Høgni Thomsen