hósdagur 15. mars 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 53 - 15. mars 2007
41
tíðindi
a ferð um dagin
Ov fáir ungir
egnarar
Við Søkanum eru teir vanliga fýra mans. Haraftrat er
ein maður í landi og stendur hann fyri egningini.
Tað er fyri tað mesti pensjónistar sum egna hjá
Søkanum, tí, sum Ólavur sigur: - Tað er trupult hjá
teimum ungu at fáa tíð til egning!
Skúlin fer við sínari tíð – og gjarna nógv ár fram í
tíðina. Og ítrótturin fer við einum stórum parti av frí
tíðini hjá teimum ungu.
- Skulu tey vera virkin í eini ítróttargrein, er neyðugt
at tey ofra seg 100 prosent. Og so má okkurt víkja.
- Tað vísir seg tíverri, at tað er hetta økið sum má
víkja – hetta økið, sum annars hevði verið so ótrúliga
læruríkt hjá teimum ungu!
Hýsa dámar
ikki gággu
Tað er altíð ymiskt, hvat agn, ið menn halda at fiski
num dámar best.
Tá Søkin legði frá landi seinnapartin í gjár var gág
ga egnd á eina góða helvt av teimum 74 stampunum.
Hin helvtin var annaðhvørt saury ella høgguslokkur.
- Hesa tíðina plaga vit at brúka gággu fyri tað mes
ta. Tað gera vit so eina góðan mánað aftrat, og fara so
yvir aftur til annað agn.
- Gággan plagar ikki at vera so góð til hýsuna,
greiðir Ólavur frá.
Ætlanin var at hava
64 stampar við henda
túrin. Tá avtornaði
vórðu teir kortini 74
í tali
Mynd: Høgni Thomsen
Fýra mans eru við
Søkanum og ein í
landi. Trupult er at fáa
teir ungu menninar at
egna
Mynd: Høgni Thomsen
Søkin er bygdur í
1965 úr Eik, og kann
lasta 24 BRT.
Mynd: Høgni Thomsen