fríggjadagur 16. mars 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 54 - 16. mars 2007
tíðindi
Hann er klagaður
fyri Løgtingsins
umboðsmanni fyri
avgerðina um at flyta
Strandferðsluna til
Suðuroyar
Strandferðslan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er Sigmund Poulsen,
sakførari,
sum
klagar
vegna Starvsmannafelagið.
Og Starvsmannafelagið
umboðar Jóhan Isholm, sum
arbeiðir á Strandfaraskipum
Landsins og býr í Tórshavn
Men viðmerkt verður, at
nógvir limir í Starvsmanna
felagnum arbeiða á Strand
ferðsluni og tí er tað meira av
formligum orsøkum, at júst
nevndi limur sum kærir.
Og tað, sum Jacob Vester
gaard verður kærdur um,
er at Johan Isholm ikk i er
hoyrdur um avgerðina at
flyta umsitingina hjá Strand
faraskipum Landsins úr Tórs
havn, har kærarin býr hevur
hevur sítt húsarhald
Samstundis veðrur kært
um, at hann heldur ikk i síðani
hevur fingið møguleikar fyri
hoyring og at enda verður
kært um, at hann als ongar
upplýsingar yvirhøvur hevur
fingið um málið enn.
Víst verður á, at 26. februar
stóð at lesa á Portalinum, at
”samgongan” hevði tikið
avgerð um at øll umsitingin av
Strandfaraskipum Landsins
skal flytast til Suðuroyar
tann 1. januar Starvsfólkið
á Standferðsluni visti einki
um hetta og hevði eingi boð
fingið.
Dagin eftir boðaði lands
stýrismaðurin í innlendis
málum starvsfólkunum á
Strandfaraskipum Landsins
til fundar til fundar og har
upplýsti hann, at avgerðin
er tikin, at hann hevði tikið
avgerðina, at hetta var ein
politisk avgerð, at hetta er
fyri at skapa arbeiðspláss í
Suðuroy, men at tað seinni
kann koma upp á tal, at
onkur kann arbeiða part av
tíðini í Tórshavn . Og hann
upplýsti, at hetta verður
gjørt, ”kosta hvat tað kosta
vil”, sum hann tók til.
Síðani tá er einki meira
hent. Ikk i eitt orð frá
landsstýrismanninum ella
Innlendismálaráðnum.
Sakførarin hjá Strandferðsl
uni sigur, at talan er um eina
fyrisitingarliga avgerð og
at proklameringin um, at
talan er um eina ”politiska
avgerð”, ikk i útihýsir, at talan
er um eina fyrisitingarliga
avgerð.
Hann sigur eisini, at
avgerðin ger inntriv í starvs
viðurskiftini hjá nevnda kær
aranum og at hann tí hevur
krav upp á at verða hoyrdur
Somuleiðis sigur hann, at
avgerðin er eitt so ógvusligt
inntriv í starvsviðurskiftini
hjá honum, at talan í
veruleikanum er um eina
uppsøgn, og at reglurnar
um víðkaða hoyringsskyldu
tí eiga at galda fyri málið.
At enda sigur hann, at av tí
at talan er um eina serstøðu,
sum í veruleikanum fær
álvarsligar avleiðingar fyri
meira enn 20 fólk, og av tí at
niðurstøða tygara møguliga
kann hugsast at fáa ávirkan á
rættarstøðu teirra, heitir hann
Løgtingsins Umboðsmann
um viðgera málið skjótt og
at taka eina skjóta avgerð.
Jacob Vestergaard klagaður
Krevja politikararnir,
at feløgini skulu hava
15% í eftirløn, er
tað at skerja samráð
ingarrættin hjá fak
feløgunum munandi
og tað kann verða
við til at gera gjónna
ímillum bólkarnar
í samfelagnum enn
størri, sigur Føroya
Arbeiðarafelag
Arbeiðarafelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað eru nógv viðurskifti,
sum fakfeløgini ikk i eru
fegin um.
Tað staðfestir Ingeborg
Vinther í ársfrágreiðing
síni á aðalfundinum í Føroya
Arbeiðarafelag í morgun.
Og tað, sum hon sipar til,
er uppskotið, sum Fíggjar
málaráðið hevur almanna
kunngjørt um at gera eina
eftirlønarskipan fyri allar
borgarar landsins.
– Eftir ppskotinum úr
Fíggjarmálastýrinum, fer
lønarmunurin at gerast størri
millum samfelagsbólkarnar,
enn hann er í dag, sigur
Ingeborg Vinther.
Hon sigur, at tey, sum sum
hava eftirlønir, ið eru komnar
upp á 15%, nýtast ikk i at seta
meira av til eftirløn, tá ið tey
eru til lønarsamráðingar.
– Men arbeiðarafeløgini,
ið hava eina eftirløn upp á
6,1%, mugu hvørja ferð, tey
eru til samráðingar, hugsa
um, at ein partur av lønar
hækk ingini skal til eftirløn.
– Hetta hevur við sær, at løn
arójavnin verður nógv størri,
enn hann er í dag, sigur hon.
Nógv ógreitt
Annars heldur ingeborg
Vinther, at grundupphæddin
og Samhaldsfasti eiga at
vera tað sama, hvør so enn
hjúnastøða hjá fólki er.
Og inntøka hjá fólki eigur
ikk i at verða mótroknað hjá
hjúnafelaganum.
– Sum skipanin er í løt
uni, er tað stundum ein
stórur trupulleiki hjá pen
sjónistum, at vera í hjúna
bandi, tí inntøkan hjá hjúna
felaganum verður mótroknað
í viðbótini.
– Tað skal ikk i vera ein
vansi hjá fólki at vera gift,
staðfestir Forkvinnan í
Føroya Arbeiðarafelag.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað, sum órógvar eina mest
í
pensjónsuppskotinum
frá Fíggjarmálaráðnum, er
fyrst og fremst, at ov nógvir
smálutir í uppskotinum ikk i
eru útgreinaðir. Samhalds
fasti verður settur saman við
grundviðbótini, og gjaldið
skal hækk ast. Men hvussu
verður hetta gjørt tekniskt?
Skulu løntakarar rinda meir,
ella verður hetta javnað út
við skattinum?
Og hvør skal umsita Sam
haldsfasta?
Ingeborg Vinther staðfestir,
at hesin spurningurin er heilt
grundleggjandi fyri
Fakfeløgini. Tí er spurn
ingurin um tað framhaldandi
skal vera sum tað er í dag, at
tað er ein nevnd, sum situr
óheft av politiska myndug
leikanum, ella hvussu verður
hetta frameftir?
Feløgini mæla til, at Sam
haldsfasti, saman við øðrum
arbeiðsmarknaðargrunnum,
verður lagdur út til arbeiðs
marknaðin at umsita.
– Annars eru feløgini fyri at
styrkja um Samhaldsfasta, sum
mælt verður til í uppskotinum
frá Fíggjarmálaráðnum.
Men spurningurin er um
hetta verður útreiðsluneutralt,
so at vit ikk i skulu betala
meir, enn vit gera nú?
Mótrokningin
skal lækka
Ingeborg Vinther sigur, at
tað er eisini ógreitt, um tað
einans er lønarinntøka, ið
skal mótroknast, ella tað er
frá arbeiðsmarknaðar- og
persónligu pensjónini.
– Feløgini eru ímóti,
at mótroknað verður frá
fyrstu krónu í viðbótini,
ið pensjónistar fáa aftur at
grundupphæddini/samhalds
fasta. Hetta tekur hugin frá
fólki at leggja til síðis til ellis
árini ella til at arbeiða við
síðuna av pensjónini.
Hinvegin ásanna feløgini
eisini, at fólk skulu kunna
arbeiða, uttan at verða
revsað fyri hetta og tí átti
mótrokningarprosentið, sum
í løtuni er 60% fyri inntøku
oman fyri 54.000 krónur, at
verðið lækk að niður í 30%.
Fakfeløgini halda eisini,
at tað er umráðandi er, at
limirnir í fakfeløgunum
sleppa at gera av, hvat slag
av pensjón og trygging
felagið hevur.
– Tí er tað óheppið, at land
ið ásetur, at øll pensjónin
skal vera ein lívrenta. Fel
øgini vilja sleppa at hava
rásarúm yvir sínum pen
sjónsviðurskiftum, sigur
Ingeborg Vinther.
Og hon spyr, hvat hendir
við pensjónunum, sum fel
øgini longu hava spart upp?
Sjálv staðfestir hon, at fel
øgini eru ímóti, at tað almenna
ger inntriv í pensjónir, sum
feløgini longu hava.
Tað er eisini ógreitt,
hvussu pensjónirnar verða
skattaðar.
Skulu tær skattast øðrvísi
enn í dag, spyr hon.
Men hon heldur eisini, at
tað er neyðugt at fáa pensjón
av bruttuløn. Tað merkir, at
pensjón skal eisini rindast av
yvirtíð og øðrum gjøldum í
lønini.
– Eisini skal pensjónsgjald
leggjast oman á veitingar frá
tí almenna úr grunnum, eitt
nú barnsburðargrunninum
og arbeiðsloysisstuðlinum.
Og at enda heldur hon, at
tað er neyðugt við eftirløn
til fólk, sum eru slitin á
arbeiðsmarknaðinum. - Tað
eru summi viðurskifti sum
gera, at fólk ikk i kunna
arbeiða til tey eru 67 ára
gomul. Tí skal tað bera til at
fáa eftirløn vegna slit – og ikk i
sum nú, at hesi fólkini verða
gjørd til fyritíðarpensjónistar,
sigur Ingeborg Vinther.
Annars hav Føroya Arbeið
arafelag og Havnar Arbeiðs
mannafelag so mikið gott
samstarv, at tey hava lagt
lívstryggingarnar saman. Nú
verður eisini umhugsað at
leggja eftirlønirnar hjá báðum
feløgunum saman, men tað
skal drúgt fyrireikingararbeiði
til og tað er ikk i gjørt enn.
Starvsmannafelagið vil
nú hava Løgtingsins
Umboðsmann at viga og
máta avgerðina hjá Jacob
Vestergaard um at flyta
Strandferðsluna til Suðuroyar
Økja gjónna
ímillum bólkarnar
í samfelagnum
Eftirlønin er eitt stórmál hjá fakfeløgunum. Men Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðara
felag, sigur, at tað, sum órógvar eina mest í pensjónsuppskotinum frá Fíggjarmálaráðnum, er
fyrst og fremst, at ov nógvir smálutir í uppskotinum ikki eru útgreinaðir