fríggjadagur 16. mars 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Klumman
Femi-klumma
Eg eri ein farligur føroyskur
feministur. Tí frøddist eg
um, at so nógv fólk luttóku á
illa lýdda og nógv umrødda
kvinnudegnum á Hotel
Føroyum. Ikki tí, tá tiltakið av
fyrstan tíð varð lýst, fanst eg
eisini at kostnaðinum, og at
tað var ein gerandisdag.
Men mótstøðan
bráðtagnaði, tá
kastratiónsforskrektu brøl
apurnar á Tinghúsvegnum fóru
at leika í. Teir prógvaðu til
fulnar, at ongantíð hevur ein
kvinnustríðsdagur verið meira
tiltrongdur enn júst í ár.
Og vónandi vóru teir
á tann hátt óbeinleiðis
atvoldin til, at hundraðtals
nýfeministar vórðu floygdir
á Oyggjarvegnum 8. mars,
eftir tímar við messandi,
humoristiskum og kveikjandi
javnstøðu tep-talki, lekrum
mati og matchandi smoothies í
túsund-krónurs klassanum.
Varnaðist tú forrestin, at
tá kostnaðurin fyri at hoyra
Clinton varð kunngjørdur,
tagnaðu allar atfinningar móti
gívrastevnuni, sum onkur
nevndi hana?
Danski rithøvundurin og
feministurin Hanne Vibeke
Holst sigur so rámandi:
“Maktfull mannfólk fascinera,
meðan maktfullar kvinnur
provokera.”
Sum blaðkvinna upplivi eg
av og á eitt fyribrigdið, sum eg
rópi tríkantsinterview: Hetta
er, tá eg og myndamaðurin
fara út til eina uppgávu,
og maðurin, sum eg geri
samrøðu við, bara hyggur upp
á og svarar myndamanninum,
meðan vit práta! Hetta er
serliga galdandi fyri leiðarar í
privata vinnulívinum. Neyvan
hevði hann sett eina kvinnu í
leiðsluna!
Enn eru vit tíbetur tvey kyn,
men við reyða kuffertinum og
framkomnu tøknini er vandi
fyri at mannfólk í alt størri
mun gerast restframleiðsla
her á fold: Hitt neyðuga frysta
vit niður, meðan tað stuttliga
liggur í songarborðinum!
umborð
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Rigmor Dam
blaðkvinna
Rúni minnist serliga
væl aðru ferð, hann
mynstraði sum skipari.
Teir høvdu gjørt
roktúr. Komnir inn á
Skálafjørðin, ringdi
løgreglan og spurdi,
um teir kundu leggja
seg inn undir Lambar
eið at lýsa upp á land.
Ein álvarslig ferðslu
vanlukka var hend.
Tað, sum ungi skiparin
tá ikki visti, var, at
svágur hansara var ein
av trimum, sum lá
deyður uppi í bønum
Vit vóru á bryggjuni, tá ísfiska
trolararnir, Bakur og Stelkur,
loystu týskvøldið. Skipini steðga
ikki inni og fara útaftur sama
kvøld, sum tey koma inn um
morgunin.
Manningin hevði fingið boð um
at vera hjá skipunum klokkan 21.
Flestu bilar vóru farnir av aftur
bryggjuni, tí vanliga verður loyst
til ásetta tíð.
Vit gjørdu tó eina roynd at
ringja til 29 ára gamla Rúna
Samuelsen, ið er fastur stýri
maður og avloysari sum skipari
við Baki.
Rúni steig niður á bryggjuna,
áðrenn teir loystu.
Í gjárkvøldið ringdu vit so út
aftur á skipið at fregnast, hvussu
gingist hevði.
– Fyrsta tóvið gekk illa. Eitt lás
gekk fyri umborð á Stelki, og vit
noyddust at hála trolið innaftur
eftir øðrum kjafti. Nú hava vit
aftur tóvað í einar sjey tímar og
eru júst í holt við at hála. Tað sær
einki út hesaferð heldur.
Meðan vit práta við Rúna, eru
teir lidnir at hála.
– Nei, hetta var einki serligt,
20 kør. Tað er ov lítið eftir sjey
tímum.
Men Rúni hevur gott mót.
– Vit skulu bara koma í gongd
og finna rætta “stevið”, sigur
hann, og vit hoyra, at hann vendir
sær til skiparan: “Heldur tú ikki
tað, Róin..?”
Bakur og Stelkur teljast millum
ísfiskatrolararnar, sum roynast
drúgvastir.
Rúni er sonur Jóhonnu Paulu,
sum hevur røtur í Nólsoy og
roynda skiparan, Ólav Samuelsen,
ættaður úr Haldórsvík.
Ólavur hevur ført skip í mong ár
og er ein fiskiklógv.
Fastir skiparar umborð á Baki,
sum partrolar við Stelki, eru
Ólavur og Róin Joensen, sum er
nólsoyingur.
– Eg sigli sum fastur stýrimað
ur, men loysi javnan teir báðar av
á brúnni, sigur Rúni, sum annars
var rættiliga ungur, tá hann fyrstu
ferð mynstraði sum skipari við
Gorpi, ið Ólavur førdi.
– Eg var bert 22 ára gamal
og tók hetta sum eina stóra
avbjóðing. Vit høvdu gott fólk.
Uppgávan kendist tí ikki so
møtumikil. Frammanundan hevði
eg verið fleiri túrar við sum
stýrimaður.
Serliga minnist Rúni aðru ferð,
hann mynstraði sum skipari við
Gorpi.
– Saman við Skrápi, sum
var “makkarin”, høvdu vit gjørt
rimmartúr, seldu fyri 1,2 mió
krónur. Ein fittur partur var hýsa.
Tá vit komu á Skálafjørðin, ringdi
løgreglan umborð og spurdi,
um vit kundu leggja okkum inn
undir Skriðuna undir Lambareiði
og lýsa upp á land. Ein álvarslig
ferðsluvanlukka var hend.
Rúni sigur, at bæði skipini
løgdu seg inn undir land, og
umborð skiltu teir, at nøkur fólk
vóru deyð, onnur vóru á lívi.
– Hetta var ein óbehagilig løta.
Tað, sum eg ikki visti, fyrr enn vit
løgdu til bryggju, var, at svágur
mín, Bárður Berg, var millum teir
deyðu. Tað var ógvuliga svárt at
fáa hetta at vita.
Rúni, sum er tiltikin raskur
sjómaður, fór sum 15 ára gamal
umborð á Gorp, og har var hann í
eini tvey ár.
– Síðan fór eg við rækjutrol
aranum Høgafossi, tríggjar
túrar á Flemmish Kap og ein í
Eysturgrønlandi. Vit landaðu í
Ný Foundlandi millum tveir av
túrunum, og tí var eg burtur í átta
mánaðir út í eitt. Hetta var nakað,
eg vildi royna.
Av Høgafossi fór Rúni umborð á
Munk, og haðni á skiparaskúla.
– Eftir at eg var liðugur við
skúlan, fór eg umborð aftur á
Gorp sum stýrimaður. Seinni bar
leiðin til Grønlands, har eg var í
tríggjar mánaðir við krabbabáti
og aðrar tríggjar mánaðir við
rækjubáti – í báðum førum sum
stýrimaður.
Tá Rúni kom heimaftur úr Grøn
landi, fór hann á landleiðina við
Búgvanum.
– Tá Bakur og Stelkur komu
sum nýbygningar úr Spaniu,
ringdi pápi til mín og spurdi, um
eg hevði hug at koma við Baki
sum stýrimaður, og her havi eg
verið síðan, nú skipini hava út við
hálvt fimta ár á baki.
Rúni sigur, at bæði Ólavur
og Róin javnan geva honum
møguleikan at føra skipið.
Ungi stýrimaðurin og avloysarin
sum skipari sigur, at hann í løtuni
ongar aðrar ætlanir hevur enn at
vera verandi við Baki.
– Síðan vit fingu kryvjimaskinur
nar, og støddin á upsanum er
betri, er hetta gott sjólív. Fiski
skapurin hevur verið góður, og tað
hava prísirnir eisini verið í rúma
tíð. Soleiðis er fortjenastan eisini
í lagi.
Spurdur, um manningin hevur
merkt nakað til, at skipini hava
fingið nýggjar eigarar, sigur Rúni:
– Nei, vit hava einki merkt til
eigaraskifti, og baklandið er fram
vegis gott sum áður. Jónsvein
Knudsen virkar nú sum reiðari
fyri Faroe Seafood. Hann ringir
umborð av og á og spyr, hvussu
gongur. Vit hava alt gott at bera
reiðarínum – bæði teimum, sum
vóru undan skiftinum og teimum,
sum hava tikið yvir, sigur Rúni
Samuelsen.
22 ára gamal
førdi hann Gorp
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Vit hava alt gott at bera teimum, sum eiga Bak og Stelk, sigur 29 ára gamli,
Rúni Samuelsen Mynd: Vilmund Jacobsen