fríggjadagur 16. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2007
lýsingar
SkrivStovufólk
Starvið
Talan eru um starv í avgreiðsluni á Viðarnesi í Havn. Í løtuni er arbeiðsøkið í høvuðsheitum:
• Kundaavgreiðsla, serliga um telefon
• Ordramóttøka og koyriplanlegging
• Upprætta nýggjar avtalur og kundar
• Virka fyri meirsølu av vørum og tænastum hjá Shell
• Bókingar og avstemmingar
• Aðrar umsitingarligar uppgávur
Føroya Shell er í ferð við at umskipa umsitingina. Lyklaorðini í hesum sambandi eru betri og
sterkari kundatænasta og umsiting, har dentur verður lagdur á eitt mennandi og fjølbroytt
arbeiðsumhvørvi og førleikamenning.
Talan er um fulltíðarstarv, men ávísir møguleikar eru at arbeiða niðursetta tíð.
tann, vit leita eftir
Hevur royndir í skrivstovuyrkinum, er fyrikomandi og nærlagdur, hevur lætt við at samskifta og
hevur góð samstarvsevni. Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir í kundaavgreiðslu og dugir at
arbeiða við EDV.
vit kunnu bjóða
Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við nógvum avbjóðingum og møguleikum fyri persónligari
og yrkisligari menning. Talan er eisini um góða løn við eftirlønarskipan í samsvari við útbúgv-
ing og royndir.
Hevur tú hug at vita meiri um hetta starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Johnni
Poulsen, fíggjarleiðara, á telefon 34 74 00.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Johnni
Poulsen, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo. Umsóknin má
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 19. mars.
føroya Shell P/f | vestara Bryggja 8 | Postboks 188 | fo-110 tórshavn | telefon 34 74 00 | fax 34 74 90 | shell@shell.fo
R E P R O Z
Shell sóknast eftir tveimum fólkum til umsitingina
Hugsar tú um eina betri framtíð?
www.shell.fo
AvloySAri fyri StjórASkrivArA
Fyri skrivara okkara verður søkt eftir avloysara, fyribils inntil 31.12.2007.
Starvið
Talan er um áhugavert starv sum skrivari hjá stjóranum. Harumframt eru fleiri sjálvstøðugar
uppgávur at loysa.
tann, vit leita eftir
Hevur royndir við telduarbeiði og dugir at nýta forritini Word og Excel. Góður málkunnleiki,
serliga til føroyskt og enskt, gevur fyrimun. Ástøðilig útbúgving er fyrimunur, men eingin
treyt. Dentur verður lagdur á, at tú hevur áræði, kanst arbeiða sjálvstøðugt og hevur royndir
í skrivstovuyrkinum.
vit kunnu bjóða
Góð arbeiðsviðurskifti, góða løn við eftirlønarskipan í samsvari við útbúgving og royndir,
umframt góðar møguleikar fyri persónligari menning.
Hevur tú hug at vita meiri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hákun
Djurhuus, stjóra, ella Johnni Poulsen, fíggjarleiðara, á telefon 34 74 00.
Umsókn við møguligum prógvum og viðmælum skal sendast til P/F Føroya Shell, att. Hákun
Djurhuus, Postboks 188, 110 Tórshavn, ella sum teldubræv til shell@shell.fo. Umsóknin má
vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 19. mars.
Uppi á Hálsi · Tel 35 46 80
Søkt verður eftir fólki til
at arbeiða niðursetta tíð
GÁVUDEILDINA
Okkurt um teg
Vit vænta av tær, at tú hevur hug at arbeiða við spennandi
gávulutum, ið seta dám á føroysku heimini. Tú hevur
sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin.
Okkurt um okkum
Vit bjóða eitt spennandi starv í einum nútímans møbla-
húsi, ið setir tænastuna í hásæti. Arbeiðsviðurskiftini eru
góð og arbeiðstíðin er skiftandi - frá hálvari til tríkvarta tíð.
Umsókn
Send eina stuttorðaða lýsing, merkt: “Fólk til gávudeildina”,
til okkara skjótast gjørligt ella kom inn í handilin og fá eitt
prát við Elsebeth ella Mariannu. Tú kanst byrja beinan-
vegin.
sansir.fo
Hugna um konfirmantin...
Gerð hátíðarhaldið um konfirmatiónina, brúdleypið, barnadópin, veitsluna
ella reseptiónina til ein hugnaligan dag - uttan strongd við matgerðini.
Samanset menuina so hon hóskar til júst títt hátíðarhald - t.d.
Meira kunning á heimasíðum okkara
ella
Skipar tú fyri, so ring og fá eitt gott tilboð, við ella
uttan servering - í ella uttan fyri húsið.
HotelVágar 309090 ella Rio Bravo 319767
hotelvagar.fo
riobravo.fo
2 rættir ............úr 127,-
3 rættir ............úr 146,-
Kalt borð .......úr 75,-
Smurt breyð... úr 20,-
Grýturættir......úr
69,-
Vit koyra út!
Menu 1
· Bayonneskinka við hunangmelón
· Heilstokt krúnhjortatjógv v. rómasós
grønmeti og eplum eftir egnum ynski
· Frukttrifla
3 rættir 187,-
Menu 2
· Snitta v. royktum ella gravaðum laksi
· Heilstoktur oksaháryggur v. soðsós
grønmeti og eplum eftir egnum ynski
· Heimagjørd róma-parfait v. fruktsós
3 rættir 146,75
HOTEL VÁGAR