Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007 Vikuskifti  Jústines Justinussen býr á Skála. Hann er giftur við Bjartu Justinussen, og tey eiga børnini Paula, Leivur, Sveinur og Rebekku. Leivur, Sveinur og Rebekka eru øll virknir hondbóltsleikarar hjá StÍF. Pápin Jústines hevur verið venjari hjá teimum øllum í yngru deildunum. Hann er eisini venjari hjá kvinnunum hjá StÍF, har ið Rebekka er ein av lyklaleikarunum. Jústines hevur sjálvur spælt hondbólt. – Hann er ein ”legenda” innan hondbóltin, sigur Leivur við einum smíli. Spældi til skaði steðgaði honum – Tað var øðrvísi fyrr. Eg spældi hondbólt, fótbólt, flogbólt og gjørdi fimleik. Tá var tú ikki noyddur at velja, sigur Justines. Beiggjarnir hjá Jústines, Sverri og Pole, hava eisini spælt hondbólt. Jústines gavst ikki, fyrr enn ein skaði forðaði honum í at spæla víðari. – Hælsinan sveik, og so mátti eg gevast at spæla, sigur Jústines. - Um tú hevði kunnað, hevði tú spælt hondbólt enn, sigur Leivur við einum smíli. - Og eg hevði styrkt um besta liðið, leggur Jústines afturat flennandi. Var føroyameistari í øllum ungdóms­ deildum Leivur er í dag ein av teimum bestu leikarunum hjá StÍF. Hann var tó ikki heilt ungur, tá ið hann slóg ígjøgnum á besta liðnum. Skaðar og annað forðaðu honum. – Vit høvdu eitt gott lið sum yngri. Eg var við til at vinna føroyameistaraheitið í at kalla øllum teimum yngru deildunum. Men eg fekk ein skaða í økslini sum 16 ára gamal, og hann setti meg aftur. Skaðin spøkir enn av og á, sigur Leivur. Sveinur leggur afturat: – Tað vóru eisini sera nógvir góðir leikarar á bakkplássunum hjá StÍF, og tí var ikki lætt hjá Leivuri at sleppa framat. Leivur hugsaði tó ongantíð um at gevast við hondbóltinum, hóast hann mátti dragast við nógvar skaðar og møguleikarnir á besta liðnum ikki vóru nógvir. – Eg valdi at trekkja meg eitt tíðarskeið og so bara spæla við næstbesta liðnum. Men eg vildi ikki gevast við hondbóltinum, sigur Leivur, sum nú veruliga er vorðin ein av bestu leikarum í landinum. Segði nei til Viborg og Vilbek Sveinur hevur leingi verið mett­ur sum ein av evnaríkastu leikarunum í Føroyum í langa tíð. Hann er nú vorðin 23 ár, og hann hevur longu leikt í seks ár í bestu deildini. Nógv hava nevnt, at Sveinur burdi fari uttanlands at roynt hondbóltsevnini, tí at hann er ein av teimum fáu føroyingunum, sum kann klára seg uttanlands. Sveinur fekk eisini møguleikan, tá ið Viborg bjóðaði honum sáttmála. Tá var Ulrik Vilbek, núverandi lansliðsvenjari hjá donsku monnunum, venjari í Viborg. Sveinur valdi tó at takka nei til hendan møguleikan. – Eg veit ikki, hví eg ikki tók av tilboðnum. Heini Hanusarsin Hondbóltsfamiljan Jústines Justinussen er pápi at Leivi, Sveini og Rebekku Justinus­ sen, sum øll eru berandi leikarar hjá StÍF. Jústines hevur eisini sjálvur leikt hondbólt, og hann nýtir nógva tíð til at venja tey yngru. Hóast evnini eru góð, so vilja børnini einans hava hondbóltin sum ítriv Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Rebekka um kvinnur í politikki – Eg haldi ikki, at javnstøðulógin skal koma ígjøgnum. Fólk skulu veljast inn, og vit skulu ikki avmarka fólkaræði á nakran hátt. Men tað eru ov fáar kvinnur í politikki. Jústines um føroyskan útflutning - Tað verður tosað nógv um, at vit flyta ov nógv óvirkað av landinum. Eg haldi tó, at um tað gevur meira at selja eina hýsu heila av landinum, so skulu vit tað. Vit mugu gera tað, sum loysir seg best. Eg haldi eisini, at føroyska vinnan má finna fleiri bein at standa á.