Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 9 tíðindi Í fíggjarætlanini fyri 2007 hevur Leirvíkar kommuna sett 7 mió krónur av til bátahyl á Toftanesi Bátahylur Vilmund Jacobsen vlmund@sosialurin.fo Leirvíkar kommuna er farin undir fyrireikingararbeiði at byggja nýggjan bátahyl á Toftanesi í Leirvík. Sp/f Selmar Nielsen, arkitektur og P/F LBF, sum er nýggja navnið hjá Landsbyggifelagnum, hava gjørt nøkur uppskot um nýggjan bátahyl. Kommunan hevur í hyggju at arbeiða víðari við uppskotinum, sum myndin sýnir. - Bátahylurin er ein partur av eini heildarætlan fyri havna­økið og mið­stað­ar­ økið, sigur kommunan á síni heimasíðu. Í Leirvík vóna tey, at arbeiðið at byggja bátahylin kann byrja sum skjótast, og á fíggjarætlanini fyri 2007 hevur kommunan sett 6 mió krónur av til ætlaða báta­ hylin. - Uppskotið um bátahyl leggur upp til, at økið við bátahylin, økið niðan fyri kirkjuna og miðstaðarøkið út eftir Kulibakka, verða ein heild, sigur Leirvíkar kommuna. Uppskot um nýggjan bátahyl í Leirvík Meðan Malan vegleiðir um kropsburð, stól, teldu, mús og skrivstovuborðið annars, mýkir Anna Maria vøddar, um fólk longu eru fongd við spenningum og pínu í kroppinum. Anna Maria og Malan eru onga løtu í iva um, at besta íløgan hjá eini fyritøku er ein íløga í starvsfólkið. - Ein fyritøka, sum røkir síni starvsfólk við at fyri­ byrgja spenningum og skaðum, økir um lívs­virð­ið, hevur nøgdari og minni strongd starvsfólk við øktum neyvleika og færri sjúkradøgum. Tí bjóða vit okkum at vitja út á arbeiðs­ plássini við okkara før­leik­ um og tænastu, sigur tær báðar. Millum fyritøkurnar, sum ásanna týdningin av starvs­ fólkarøkt og hava vent sær til tær báðar um vegleiðing og viðgerð, er Sosialurin. Klassiska massasjan hjá Onnu Mariu er ein sam­an­ renning av mýking og strúk­ ing, sum betrar virkisføri, linnar pínu og avspennir vødd­arnar. Hon virkar siss­ andi, avstressandi og hevur góða ávirkan á nerva­skip­ anina. Massasjan styrkir krops­verjuna og kann lækka blóðtrýstið, sam­ stundis sum hon stimbrar lymfurenslið og økir um blóðstreymin í vøddunum. Hetta er ein náttúrligur viðgerðarháttur ímóti strongd og spenningum, sum mong dragast við. Mensendieck-fimleikur er individuellur fimleikur, sum fær kroppin í javnvág. Næmingarnir fáa frálæru í vøddum, liðbondum og teirra virki og gerast soleiðis meira tilvitaðir um kroppin. Mensendieck-lær­ arin dugir at síggja, hvør tørv­ur er á venjing og hvar, soleiðis at kroppurin kemur í javnvág, samstundis sum heildin alla tíðina er við. Vitanin verður sitandi í kropp­inum, og dagligar rørslur verða »umsettar« til fimleik. Kroppurin verður sterkari, f imari og rørslurnar gerast fríari. Fimleikurin er góður, um tú eitt nú hevur trupulleikar við rygginum, músaskaðar, høvuðpínu ella diskus­ prolaps, men hann er eisini góður, um tú bara ynskir tær eina størri smidligheit og vælveru. týdningin av starvsfólkarøkt Tær vóru grannar, barndómsvinkonur og floks­fel­ agar. Anna Maria hevur arbeitt í ferðavinnuni og Malan, sum er útbúgvin radiografur, hevur arbeitt á rønt­ gen­deildini á LS. Báðar eru farnar undir heilt annað yrki við heilsu, trivnaði og vælveru. Anna Maria er útbúgvin massørur (2005/ 2006), og Malan er útbúgvin mensendieck-lærari (1999) og er serkøn í kropsburði. Nú veita tær skrivstovufólki felags tænastu við vegleiðing um kropsburð og við mýking FAKTA Hugskot væl umtókt Hugskotið hjá Elini Heinesen at brúka gomlu radarstøðina á Sornfelli til eitt »ævintýrslott« tykist fáa góða undirtøku. Kent Christensen, ferðavinnumaður, heldur, at hugskotið um at gera eina upplivingarmiðstøð á Sornfelli er frálíkt, og at staðið er væl egnað at selja Føroyar við sum ferða­ mannaland. Eisini Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tekur undir við hugskotinum. Alt ber til, um politiskur vilji er til staðar, sigur løgmaður við Útvarpið. Hugnakvøld í Leirvík 24. mars skipar Felagskórið Gøta/Leirvík fyri spennandi hugnakvøldi í bygdarhúsinum í Leirvík. Skráin byrjar við sjálvtøkuborði við øllum tí, sum til hoyrir, og síðani fara Felagskórið Gøta/Leirvík, Tórshavnar Manskór, Tór Verland Johansen at undirhalda við sangi og tónleiki. Kl. 23 verður dansur við Flemmingi Petersen. Atgongumerki til hugnakvøldið fáast á Statoilstøðini í Leirvík, PW í Gøtu ella á telefon 272714 ella 219570. torvurnar uppaftur. Hitin í sjónum spælir eisini inn. Svartkjafturin kemur nú spakuliga norðureftir og fyrsta lastin, sum Havsbrún keypti úr føroyskum sjógvi í fjør, var 11. apríl. Í løtuni fer meginparturin av veiðini fram á leiðunum suður úr Rock All. Havsbrún hevur eisini keypt onkra last frá útlendskum skipum í vetur. Fleiri lond eru nú liðug at fiska kvotuna í ES-sjógvi, og eitt nú donsku skipini koma hendanvegin aftur, tá svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv. Eftir at íslendsk skip her­ fyri vórðu liðug við lodn­ una, eru teirra skip eisini farin á svartkjaftaveiði. Hóast stór svart­kjafta­ veiða hevur verið á leið­un­ um sunnanfyri higar­til í ár, hevur Havsbrún keypt um­leið 4.000 tons færri enn somu tíð í fjør. Virkið í Fuglafiði er so­leiðis í kapping við onnur virki um svartkjaftin. Av samlaðu nøgdunum, sum Havsbrún hevur tikið ímóti higartil í ár, eru ein­ ans 120 lodna og nakað er keypt av brislingi. Óvanligt Úr Fuglafirði verður sagt, at árið í ár higartil hevur verið sum vanligt hevur verið undanfarin ár. Men eitt, sum hendi í ár, og sum ikki er vanligt, er, at skipini fingu nógvan svartkjaft í gráu leiðini sunnanfyri í januar. Tað er ikki so vanligt. Vanligt er, at svart­kjaft­ur­ in tekur seg upp á leið­un­um vestur úr Írlandi umleið 20. januar, men í ár hendi so tað, at væl av svartkjafti fekst norðari longu í januar. akuliga norðureftir Fagraberg kemur í kvøld á Fugla­ fjørð við fullari last av svartkjafti, og sum skilst á Havsbrún, eru fleiri skip nú um at verða fullfermd