Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007 Vikuskifti  Pappírstunnir veggir Ungi toftamaðurin heldur, at hotellið er serliga illa egnað til krabbameinssjúklingar, ið oftani hava trupulleikar við matar­ lystinum. – Sjálvt um maturin sum so er góður, er tað oftani, at mann ikki hevur lyst til júst tann matin, ið stendur frammi. Ístaðin átti tað verið so, at vit sum eru undir langtíðarviðgerð skuldu havt møguleika fyri sjálv at gjørt okkum júst tann matin, vit vilja hava, sigur Kaj Jacobsen. Hann hevur torført við at fáa vektina upp um 60 kilo, har hon eigur at ligggja. Í løtuni er vektin undir 50 kilo, og tá skal havast skal í huga, at Kaj er lutfalsliga høgur á vøkstri. Sjálvt um Kaj hevur einakamar, so vildi hann havt eina íbúð, tí hann er so leingi niðri í senn. – Veggirnir út móti garðinum eru pappírstunnir og óbjálvaðir, og tí er sera kalt hesa ársins tíð. Skal eg siga nakað positivt um Hotel Tórshavn er tað – umframt starvsfólkini – at tráðleyst net er á kamarinum, ið ger, at eg kann sita við míni egnu teldu, sum eg brúki rættiliga nógv. Harafturat er altíð ein sjúkrasystir á vakt á hotellinum, ið vit kunnu venda okkum til, sigur Kaj Jacobsen. Spurdur um hvussu hevur verið at halda mótinum uppi undir herviligu sjúkuni, sigur Kaj, at tað hevur gingið merkiliga væl. - Sjálvandi hava tað verið svartir dagar, men á ein ella annan hátt er ein sum sjúklingur oftani tann, ið klárar tað best, meðan tey avvarðandi hava tað verri. Eg havi møtt einum manni her, sum hevur mist bæði arm og bein av læknaligum kleyvarskapi, men undarligt nokk er hann altíð í góðum lag, sigur Kaj Jacobsen. Samrøðan er gjørd seinnapartin í februar, tá Kaj Jacobsen gleddi seg at sleppa heim eftir 24 strálu­ viðgerðir á Ríkissjúkra­húsinum. Hann er ikki frískur, men sigur seg hava tað hampuliga væl í dag. r fyri sjúklingar Leita framvegis eftir egnaðum hølum Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum viðgongur, at umstøðurnar á Hotel Tórshavn eru vánaligur til at hýsa sjúklingum og avvarðandi. Arbeitt verður við at finna egnaðan bygning, sum ætlanin er at keypa Sjálvt um heilsuverkið hevur lagt billet inn at keypa eitt niðurlagt røktarheim á Nørrebro í Keypmannahavn til sjúklingahotell, so er ógvuliga óvist, um tað fer at eydnast at fáa hendur á bygninginum. Kommunan er nevniliga eisini út eftir bygninginum, sum ætlanin er at brúka til heimleys. Sambært Hans Paula Strøm, landsstýrismanni við almanna- og heilsumálum, verður bíðað eftir svari frá grunninum, sum eigur bygningin. Viðtøkurnar fyri grunnin siga, at húsið skal brúkast til sosial endamál, og tí er valla nakar ivi um, at Hotel Tórshavn sum sjúklingahotell lýkur hetta kravið. Hinvegin er nakað, ið bendir á, at leiðslan í grunninum hellur til at selja kommununi bygningin til tey heimleysu, heldur Hans Pauli Strøm. Tí er torført hjá honum at gera meiri við tað málið, júst nú. Hinvegin so arbeiðir heilsuverkið við at kanna aðrar møguleikar. Millum annað ígjøgnum leiðsluna á sjúklingahotellinum og føroyska umboðsmannin í Keypmannahavn. - Fyri fimm vikum var málið uppi á landsstýrisfundi, og her fekk eg undirtøku at arbeiða víðari við málinum um at kortleggja tørvin og síðani at finna røttu loysnina, sigur Hans Pauli Strøm Saman við aðalstjóra sínum, Poul Geert Hansen, fer landsstýrismaðurin til Keypmannahavnar um tvær, tríggjar vikur, fyri at seta ferð á keypstilgongdina ella í øllum førum at veita føroyskum sjúklingum og avvarðandi teirra betri bú- og gistingarmøguleikar í sambandi við viðgerð á Ríkissjúkrahúsinum. Samráðingar eru í gongd um at keypa hendan bygningin við síðuna av Samuelskirkjuni á Nørrebro, har føroyskur prestur er, til sjúklingahotell. Ivasamt er, um hetta fer at eydnast, tí kommunan er eisini úti hesum fyrrverandi røktarheiminum, ið kommunalu myndugleikarnir ætla skal hýsa heimleysum Mynd: Kári Mikkelsen – Ein av trupulleikunum við Hotel Tórshavn er, at her er ov heitt um summarið og ov kalt um veturin, sigur Kaj Jacobsen, ið fyri hálvumøðrum ári síðani varð raktur av krabbameini Mynd: Kári Mikkelsen