Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 54 - 16. mars 2007 tíðindi - Sjálvandi er gerandis­ dagurin merktur av, at so umfatandi um- og útbygging fer fram, men øll sýna stóra ábyrgd og stórt fyrilit, sigur leiðslan í Tofta skúla Skúlabygging Vilmund Jacobsen Vilmund@sosialurin.fo Í longri tíð hevur stóra um- og útbyggingin av Tofta skúla verið í gongd, men nú lovar Nes kommuna á síni heimasíðu, at umstøðurnar hjá næmingum og lærarum í skúlanum skjótt verða betri, enn tær eru í dag. - Arbeiðið er nú komið so langt, at ein rættiliga stór­ur partur av nýggja til­ bygninginum, sum er bygd­ ur norður úr verandi skúla, er innilokaður. Hesin bygningur er í trim­ um hæddum, og her verða fýra skúlastovur, høli til evn­ing, námsfrøðiligur tæn­ astudepil, hølir til serligan tørv, bólkarúm, goymslu­ rúm, arbeiðsrúm hjá lær­ar­ um, skrivstovu- og leiðslu­ høli, felagsøkir, wc og onnur smærri hølir. Við heimasíðuna, sigur Óli Ludvig, byggifrøðingur og verkætlanarleiðari, at hóast ávísir trupulleikar hava verið við um-og út­­ bygg­ingini, verður tíðar­ætl­ anin í høvuðsheitum hildin. Hetta merkir, at tann nýggi bygningurin, sum nú er vorð­in innilokaður, kann tak­ast í nýtslu komandi skúlaár – ella um miðjan aug­ust í ár. Ætlandi verður øll um- og útbyggingin av Tofta skúla liðug um eitt ár. Skúlaleiðslan sigur, at gerandisdagurin sjálvandi hevur verið merktur av stóru byggingini, men bæði byggifólk, næmingar og lærarar hava sýnt stóra ábyrgd og stórt fyrilit. - Tí hevur gerandisdagur­ in hesa tíðina eisini gingið so væl, sum yvirhøvur gjør­ ligt, sigur leiðslan. Stóri bygningurin er nú innilokaður Arbeiðið er nú komið so langt, at ein rættiliga stórur partur av nýggja tilbygninginum, sum er bygdur norður úr verandi skúla, er innilokaðu Soleiðis finnur tú kvinnurnar, sum eru farnar undir eina nýggja tænastu til skrivstovufólk við vegleiðing um kropsburð, hvussu tú situr, tá tú arbeiðir, og hvussu tú setir amboðini á skrivstovuborðinum. Hevur tú longu fingið spenningar í rygg, akslar, armar ella háls, fært tú vøddarnar mýktar á arbeiðsplássinum Tænasta Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nógvir lesarar hava vent sær til Sosialin og spurt, hvussu tey kunnu fáa fatur á teimum báðum kvinn­ unum, vit skrivaðu um í blaðn­um herfyri. Talan er um Onnu Mariu Persson, vøddamýkjara og Maluna Thomsen, mensendieck- lærara. Báðar hava tær egið virk­ semið heima við hús, har Anna Maria hevur Við­gerð­ arstovuna í Hoyvík við mýk­ ing og strúking, og Malan hevur fólk, sum ganga til mensendieck-f imleik heima hjá henni. Samstundis, sum tær báðar halda fram við egn­ um virksemi, bjóða tær sær nú í felag at vitja arbeiðs­ pláss við vegleiðing um kropsburð, hvussu fólk eiga at sita, og hvar amboðini á skrivstovuborðinum eiga at standa. Endamálið við hesi veg­ leiðing er, at fólk í størst møgu­ligan mun skulu um­gangast spenningar í kropp­inum, tá tey sita á skrivstovuni dag um dag og ár um ár. Men tænastan, sum tær báðar í felag veita arbeiðs­ plássum, røkkur longur enn so. Fyritøkur ásanna Fleiri spyrja, hvar tey kunnu fáa fatur á Onnu Mariu Persson (265859) og Maluni Thomsen (515755) Mynd: Jens Kr. Vang Prestar mótmæla Prestarnir í Nordfyn kommunu í Danmark hava sent komm­ unu­stýrinum eitt skriv, har teir mótmæla, at fólk, sum ikki hava ráð at rinda sína jarðarferð, verða jarðað í einari felags grøv, sum er ætlað ókendum. Teir 15 prestarnir halda, at framferðin hjá kommununi samsvarar ikki við ta kristnu uppfatanina, at øll eru líka nógv verd. Tí mæla teir komununi til at rinda jarðarferðirnar hjá teimum, sum ikki megna at rinda sjálvi. Sakna stuðul Á ársaðalfundi á Grækarismessu fekk Føroyingafelagið í Århus nýggja nevnd. Í henni eru Hergeir P. Vang, formaður, Finnur Jensen, næstformaður, Elin Jacobsen, skrivari, Eivind Simonsen, kassameistari og Jákup Olaf Johannesarson, sum er PR-limur. Øll í nevndini uttan formaðurin eru nývald. Nevndin sigur í tíðindaskrivi, at fíggjarligu karmarnir hjá felagnum eru vánaligir, og at felagið saknar størri almennan stuðul úr Føroyum. Mikudagin var Christian í Grótinum á Fuglafirði við 2000 tonsum av svart­kjafti, og í dag kemur Fagraberg við fullari last. Á Havsbrún siga tey, at onnur skip, sum eru á svartkjaftaleiðunum sunnanfyri, eisini eru um at verða fullfermd Svartkjaftur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá ið tað hevur viðrað, hava føroysku svartkjaftaskipini havt góðan fiskiskap á leið­ unum sunnanfyri. Góði fiskiskapurin hevur eisini slett av sær til Havs­ brún í Fuglafirði, sum hevði fulla viku í síðstu viku, tá fleiri skip vóru inni og landaðu. Mánadagin og týsdagin í hesi vikuni var eingin landing, og tá tóku tey á virkinum hond um ymiskt, sum var at gera. Fagraberg fullur Mikudagin í hesi vikuni var fyrsti báturin so aftur á Fugla­firði. Tað var Christi­ an í Grótinum, sum hevði eini 2000 tons av svart­ kjafti. Siglingin suður á leið­irnar, har skipini fáa svartkjaftin í løtuni, tekur tvey samdøgur, og í hesum førinum hevur tað tikið eina góða viku at fylla skipið. Í kvøld kemur Fagraberg, sum er fyrrverandi Krún­ borg, á Fuglafjørð. Enn eina­ferð er skipið fult, og spurn­ingurin er, um Fagraberg hevur 3.000 ella 3.200 tons, sum skipið last­ ar. Á Havsbrún siga tey, at fleiri svartkjaftaskip, sum eru á leiðunum sunnanfyri, eru um at vera fullfermd, og millum hesi eru eitt nú Finnur Fríði og Carlton, sum tey á Havsbrún hava vónir um at síggja á Fuglafirði í vikuskiftinum. Flytir seg Á Havsbrún siga tey, at her­ fyri fingu skipini svartkjaft nakað longu norðuri, so­leiðis at siglingartíðin av fiski­leið tá var hálvt annað samdøgur. Síðan hava skipini leitað suðureftir aftur og hava aftur fingið væl, tá ið líkindini hava verið. Tað vísir seg nevniliga, at fiskurin spjaðir seg, tá hann ruskar veðrið, og síðan noyðast skipini at leita Svartkjafturin sp