fríggjadagur 16. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
Krabbamein kemur oftani sníkj
andi, og soleiðis var eisini hjá nú
33-ára gamla Kaj Jacobsen av
Toftum. Byrjanin til sjúkuna vísti
seg á sumri 2005, tá hann fekk ilt
í økslina, og læknin sendi hann til
fysioterapeut.
Viðgerðin hjálpti eitt sindur,
men tá okkurt um ein mánaði
var farin, kom pínan aftur.
Hesaferð verri enn nakrantíð.
Ungi toftamaðurin kom aftur í
viðgerð hjá fysioterapeuti, men
nú var ongin linni at fáa. Kaj varð
sendur í røntgina, har myndirnar
beinanvegin vístu, at okkurt
álvarsligt var áfatt. Ein stórur
svartur plettur í bringuni skuggaði
fyri lungunum.
Kaj fekk tikið ymsar royndir
á Landssjúkrahúsinum, ið vóru
sendar niður. Svarið niðanifrá var
alt annað enn gott. Kaj var raktur
av krabbameini og fekk boð um
at koma niður á Ríkissjúkrahúsið
beinanvegin, har hann varð
innlagdur 14. oktober. Her vístu
kanningarnar, at hann í vinstru
síðu innanfyri rivjabeinini hevði
fingið ein krabbameinssvull, sum
var 11 x 5 sentimetrar til støddar.
Í fyrsta lagi skuldu nógvar
royndir takast fyri at finna útav,
hvar krabbameinsvøksturin upp
runaliga stavaði frá, áðrenn Kaj
kundi setast í viðgerð. Tá hetta
var staðfest, varð hann settur í
heili fýra sløg av kemoviðgerð.
Hann slapp heim nakrar dagar
til jóla, og skuldi síðani niðuraftur
til framhaldandi viðgerð. Í juni
varð hann lagdur undir skurð, har
læknarnir beindu burtur stóran
svullin.
– Tá eg spurdi, hvussu stórur
krabbasvullurin var, svaraði
skurðlæknin, at hann vigaði
tvey og eitt hálvt kilo, sigur Kaj
Jacobsen.
Skurðviðgerðin var tíverri
ikki eydnast nóg væl, tí longu
í november mátti hann aftur
á skurðbonkin á Ríkissjúkra
húsinum.
– Støðan var so vánalig tá, at
eg stórtsæð ikki minnist flogtúrin
niður. Nýggjur svullur var vaksin
út, ið trýsti inn á bæði lungu og
hjartað, og hetta elvdi til stóra
pínu. Tá eg kom niður, tappaðu
læknarnir tveir litrar av vætu
fyrstu 48 tímarnar. Kortini kom
eg rættiliga skjótt fyri meg aftur,
men læknarnir óttaðust kortini
fyri, at krabbin hevði breitt seg
til lunguni og vórðu møguliga
noyddir at taka annað lunga.
Tíbetur var ikki so illa statt, sigur
Kaj Jacobsen.
Starvsfólkini
ongan feil
Livimátin hjá unga toftamanni
num hevur sjálvandi verið upp
og niður ta tíðina, hann hevur
verið sjúkur. Tað hava verið løtur,
har hann hevur verið um at givið
upp, men positiva lyndið hann
er útgjørdur við frá náttúrunnar
hond, er altíð komið honum til
góðar.
– Eg hevði kvalma og spýði
nógv aftan á skurðviðgerðirnar,
og matarlysturin hevur verið
vánaligur næstan alla tíðina.
Hetta ger, at eg havi torført við
at taka vektina upp á aftur, og
av at eg altíð havi verið rættiliga
klænur, er tað sjálvandi ein
trupulleiki, sigur Kaj Jacobsen.
Triðja skurðviðgerðin varð
gjørd longu tvær vikur aftan á
ta næstu; hesuferð í høgru síðu.
Krabbatølini høvdu verið góð ta
fyrstu tíðina, men fóru síðani
uppaftur, og tí varð aftur neyðugt
at skera. Læknarnir staðfestu
aftan á aðru skurðviðgerðina, at
teir ikki kundu skera alt burtur,
tí vandi var fyri at skaða tær
nervarnar, ið liggja tætt við.
Hesa longu viðgerðartíðina
hava mannan, pápin og systkini
skiftst um at verið niðri hjá
honum, og øll hava tey búð á
Hotel Tórshavn.
Sjálvt um hann hevur alt tað
besta at bera starvsfólkunum,
so letur Kaj illa at umstøðunum
á føroyska sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn.
– Hetta er ikki egnað til frísk
fólk, og hvussu kann tað so
brúkast til tey sjúku. Eg haldi, at
viðurskiftini eru so vánalig, at eg
sjálvt ikki hevði bjóðað mínum
egna hundi at búð her, sigur Kaj
Jacbosen.
Trupulleikarnir eru líka stórir
næstan alt árið runt, tí um
summarið er ov heitt og um
veturin ov kalt.
– Tað gýsur allastaði, og
um veturin fæst ikki hiti inn
á baðirúmini. Hotellið liggur
á fjórðu og fimtu hædd í
bygninginum og hevur tríggjar
lyftir, men ein ella tvær eru
næstan altíð í ólagi. Einaferð
stóð mamma mín føst í einari av
lyftunum, sigur Kaj Jacobsen.
Vánaligar umstøðu
– Hotel Tórshavn er ikki egnað
til frísk fólk. Hvussu kann tað
so brúkast til tey sjúku. Eg
haldi, at viðurskiftini eru so
vánalig, at eg sjálvt ikki hevði
bjóðað mínum egna hundi at
búð her, sigur Kaj Jacobsen,
sum hevur búð drúgt tíðar
skeið á føroyska sjúklinga
hotellinum í Keypmannahavn.
Sjúkuviðgerð
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
»Umstøðurnar á føroyska sjúklinga
hotellinum í Keypmannahavn eru
so vánaligar, at eg ikki hevði bjóðað
hundi mínum at búð her.«
33 ára gamli Kaj Jacobsen, ið er raktur av krabbameini