Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007  tíðindi Grundøki fyri 200 kr. fermeturin Strendur: Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fyrireika útstykkingina av teimum 23 grundøkjunum í Lánni. Nú er arbeiðið komið so mikið langt, at hesi økini eru lutaði millum 23 tey fyrstu á bíðilistanum hjá Sjóvar kommunu. Eftirspurningurin eftir grundøkjum er stórur, og tí hevur kommunan ásett, at ítøkiligar ætlanir um byggingin skulu verða klárar hálvt ár seinni. Haraftrat er ásett, at hálvtannað ár eftir tillutan av grundøkinum, skulu sethúsini verða bygd. Prísurin fyri grundøkini er settur til 200 krónur fyri fermeturin. sb. Betri pláss hjá umsitingini Oyrarbakki: Umsitingin í tí stóru Sunda kommunu hevur nú fingið betri umstøður í húsum sínum. Higartil hevur umsitingin hildið til á loftshæddini í húsunum á Oyrarbakka. Tá kommunulæknin flutti í heyst, varð avgerð tikin um somuleiðis at nýta hesi hølini í niðaru hæddini til umsitingina. Hereftir verður móttøkan í hesi hæddini, saman við leiðarunum á teknisku og sosialu deild. Við hesum er eisini vorðið høgligari at koma inn á gólvið hjá teimum illa gongdu og teimum sum sita í koyristóli. sb. Ætlanin hjá felags­ skapinum Agape og Heimamissiónini var upprunaliga at hava hetta tiltakið í missiónshúsinum í Hvalvík. Nú kunnu stigtak­ ararnir bert staðfesta at áhugin var mun­ andi størri enn mett: Um 100 fólk hava teknað seg til skeiðið. Skeið Snorri Brend Nesvík: Hetta skeiðið, sum verður allan leygardagin, er skipað sum eitt dagsskeið. Tað er opið fyri øllum, ið hava áhuga at uppbyggja eitt arbeiði í missións­ húsinum. Og líkt er til, at Agape og Heimamissiónin her hava tikið upp eitt sera áhugavert og viðkomandi evni. Við hesum tiltakinum verður dentur lagdur á at lýsa tann kristna felags­ skapin sum eina familju, har allir limirnir skulu kunna mennast og trívast. Í undirvísingini verður tikið upp, hvat ein mein­ igheit er, og hvørjir ”dynamikkir” eru til staðar í henni. Víst verður eisini á, hvat kann bróta meinig­ heitina niður, og hvat kann byggja hana upp. Undir­ vísari er psyko- og familju­ terapeuturin Steen Palm­ qvist. Orsakað av tí stóra áhug­ anum er skeiðið flutt til leguhúsið í Nesvík. Tað eru ikki bert tey stóru økini, sum fáa ágóðan av búskaparliga vøkstrinum í sam­ felagnum. Eisini tey smáu plássini merkja til hetta. Eitt dømi um hetta er positiva gongdin í lítlu bygd­ ini Árnafjørður. Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Árnafjørður: - Tað hevur verið spennandi at sæð, hvussu nógv er hent í Árnafirði í seinastuni, sigur Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur í Klaksvík. Sum býráðslimur er hann somuleiðis valdur í ta ser­ ligu Árnafjarðar­nevndina. Her hevur hann kunnað fylgt við tí, sum fer fram her. Fólk hava bara kunnað staðfest, at Árnafjørður er við at koma aftur á heims­ kortið við teirri menning, sum hevur verið og fram­ vegis er í bygdini. Bæði innan bygging, felagslív og vinnuligt virksemi eru positiv ting at hóma. Og nú standa eisini sethús í gerð í Árnafirði. Sum skilst eru tvey grund­ øki aftrat tøk í bygdini. Av hesum er annað teirra um­biðið! - Hetta kann vera ein avleiðing av, at vit í Klaks­ víkar kommunu hava trupult við at útvega nóg nógv grundøkir, staðfestir Kristian Eli Zachariasen. Vinna og bygging Seinastu árini hevur føroyska samfelagið verið í eini støðugari búskaparligari menning. Úrslitið av hesum hevur ein kanska serliga sæð á teimum stóru plássunum, men eisini á teimum smærru plássunum kennast avleiðingarnar av hesi gongd­ini. Í Árnafirði er somuleiðis nógv hent tey seinastu tvey árini, ikki minst við teimum ætlanum sum kommunan hevur sett í verk. Bygdin fekk fyri meiri enn einum ári síðani sótt­ reinsað vatn, eins og øki er sett av til eina komandi útstykking. Sum skilst eru fleiri fólk áhugað í at búseta seg her. Úti á fjørðinum eru teir farnir undir eina spennandi ætlan við aling av toski, og kemur hetta uttan iva at sermerkja lívið í bygdini í framtíðini. Felagshús Innan felagslívið stendur Árnafjørður ikki aftanfyri mong onnur støð. Í bygdini finst tvey sera virkin feløg. Annað felagið er kapp­ róðrarfelagið, sum fyri jól tók eitt nýtt og stórt neyst í nýtslu við øllum teim hent­ leikum, ið eitt slíkt krevur. Og í farna mánaði varð spakin settur í jørðina til enn eina stórætlan í bygdini, tá fyrsti bøkkurin varð loystur í ætlanini at útvega bygdarfólkinum eitt bygdar­ hús. Ein kann tí bara staðfesta, at tað eisini er ein positiv gongd í Árnafirði. Tað er helst so sum orðatakið sig­ ur: Tá tað regnar á prestin, dryppar tað á deknin. At enda kann verða nevnt, at bygdin eisini hevur ein handil. Um hann ikki telist millum teir størstu í landinum, hevur hann tó síni føstu við­skifta­ fólk! Positiv gongd í Árnafirði Stórur áhugi fyri evnisdegi um kristna felagsskapin Hesi sethúsini eru í løtuni í gerð í Árnafirði. Ein mynd av teirri positivu gongdini sum hevur verið í føroyska samfelagnum – og í hesi lítlu bygdini Mynd: Høgni Thomsen