fríggjadagur 16. mars 2007síða 5
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
5
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
yvir teimum øllum
sigur, at eg eri ov heimføðissligur,
sigur Sveinur við einum smíli.
– Tað er eisini sera hart at fara
av landinum fyri einans at spæla
hondbólt. Tað kann vera einsligt,
sigur Jústines.
Sveinur hevði tó umhugsað tað,
um hann fekk enn eitt tilboð um
at gerast yrkisleikari.
– Eg hevði kanska sæð uppá
tað við øðrvísi brillum í dag,
sigur Sveinur og opnar soleiðis
dyrnar fyri einum møguligum
tilboði frá einum útlendskum
felagi.
Rebekka mansverd
frá fyrsta degi
Rebekka er einans 19 ár, men hon
hevur í nógv ár verið ein av bestu
leikarunum hjá StÍF-kvinnunum.
Longu sum ung var hon høvdið
longri enn allar hinar, og hon
hevur altíð skotið óvanliga hart
og væl.
– Eg kom at spæla longu
sum heilt ung. Tað var meira av
neyð enn nakað annað, tí at tær
manglaðu so nógvar leikarar,
sigur Rebekka.
Hon hevur, hóast sín unga
aldur, fleiri ferðir upplivað
at verða mansvard. Millum
annað í fyrru hálvfinaluni móti
Stjørnuni, har ið Stjørnan
mansvardi hana mestsum frá
byrjan. Rebekka viðurkennir,
at tað er ikki stuttligt at verða
mansvard ofta, tá ið hon enn
stendur í menning.
– Tey fyrstu árini hugsaði
eg ikki so nógv um tað. Tað
var deiligt at fáa ein steðg
í dystinum, sigur Rebekka
flennandi.
– Í seinastuni haldi eg tað
tó vera rættiliga keðiligt, tí at
tú verður púra tikin burturúr
spælinum. Tað er eitt sindur
ómotiverandi.
Hini eru øll samd í Rebekku.
– Mansverja eigur at vera
síðsta vápnið hjá einum venjarar.
Tí er tað ikki í lagið, at ein 19 ára
gomul genta verður mansvard
allan dystin, sigur Jústines.
Hondbólturin er ítriv
Hóast evnini eru eyðsýnd, hava
tey trý ongantíð droymt um at
gerast yrkisleikarar.
- Eg spæli, tí at eg havi hug, og
eg gevist, tá ið eg ikki tími meira,
sigur Leivur.
- Vit hava ongantíð hugt
nakað serligt eftir hondbólti
í sjónvarpinum. Tí hava eg
ongantíð ordiliga havt dreymin
um at gerast yrkisleikari, sigur
Rebekka, sum hevur verið á
hondbóltseftirskúla í Danmark.
Hon gavst tó, tí at hon hevði ikki
hjartað við.
- Eg fór niður, tí at øll onnur
søgdu, at eg skuldi fara at royna
hondbóltsevnini. Eg vónaði ikki,
at eg slapp inn, men tað gjørdi
eg. Eg gavst, tí at tað var ikki eg.
Eg eri ov føroysk, sigur hon við
einum skeivum smíli.
Tey eru øll samd um, at StÍF
verður einasta liðið, sum tey fara
at spæla fyri í Føroyum.
Jústines er longu byrjaður at
venja abbasonin Bjarna, og hann
er longu grovur, hóast hann ikki er
farin í skúla enn.
Tað verður spennandi at síggja,
um hann eisini kann gerast ein
av fremstu hondbóltsleikarum í
landinum.
Jústines, 52 ár – Arbeiðir á
Havsbrún sum fíggjarleiðari
Leivur, 26 ár – Maskinskúla
næmingur – eigur sonin
Bjarna við Sólvá í Selvindi
Sveinur, 23 ár – Arbeiðir hjá
Tryggingarfelagnum Føroyar
Rebekka, 19 ár – Gongur
á studentaskúlanum á
Kambsdali
Fakta
Hondbóltsfamiljan Justinussen: Frá vinstur Leivur,
Rebekka og Sveinur. Aftanafyri stendur pápin Jústines.
Tey eru øll berandi kreftir hjá StÍF. Leivur, Sveinur og
Rebekka spæla øll, meðan Jústines er venjari
Mynd: Høgni Thomsen
Leivur um útlendinga
politikkin
– Tað er fínasta slag, at útlendingar koma til landið. Eg
haldi tó, at útlendingar, sum koma til Føroya, skulu hava ein
serkunnleika. Tað kann til dømis gerast ein tíðaravmarkaður
sáttmáli, sum vit síggja við pólsku sveisarunum á Skála.
Tað er tó ofta ov tvørligt at fáa uppihaldsloyvi til útlendsk
ítróttafólk.
Sveinur um mat
- Eg eti tað, sum eg fái. Mær
dámar best føroyskan mat og
kjøtfrikadellur. Ræst kjøt er tað
besta og havhestur av og á.