fríggjadagur 16. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 54 - 16. mars 2007
tíðindi
Tað er væl skiljandi, at ávísir partar í Suðuroy og á
tingi eru vónbrotnir av avgerðini um at flyta
Miðnámsskúlan í Vági til Hovs. Stríðið um skúlan
hevur verið bæði tungt og drúgvt. Hóast skúlin sum
stovnur er javngamal við studentaskúlan á
Kambsdali, sum fyri mongum árum síðani hevur
fingið loyst sín hølistrupulleika, so er at kalla einki
hent í Suðuroy á økinum. Men so kom politiska
avgerðin um at byggja skúlan í Vági, og nógv um
ikki alt var klárt at byggja. Hetta fegnaðust øll um,
hóast skúlin lá fjart frá, har teir flestu næmingarnir
búðu.
Á Tvøroyri var staðsettur annar skúli, ein yrkisskúli
fyri heilsuhjálparar og heilsurøktarar. Hesum skúla
vórðu frá fyrsta degi boðin eins vesalig húsakor sum
miðnámsskúlanum. Til tað er bert at siga, at hevði
avgerðin ikki verið tikin um at flyta hendan skúla úr
Havn til Suðuroyar, so hevði hann nú húsast í eins
snotiligum og framúr vælhóskandi hølum sum
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin. Men hetta var tann gamla
søgan: ein politisk avgerð um útflyting varð tikin,
uttan at avvarandi myndugleikar megnaðu at tryggja
útflutta stovninum eitt minstamark av neyðturviligum
og hóskandi hølum. Hetta megnaði hvørki
fullveldissamgongan ella hendan samgongan.
So varð tikin ein reint politisk avgerð um at flyta
Miðnámsskúlan úr Vági til Hovs. Hetta var gamla
uppskotið frá áttatiárunum. Hvørt hetta var ein vís
og sakliga grundað avgerð, skulu vit ikki meta um
her. Men henda avgerð lat so uppfyri eini sømiligari
loysn fyri Almanna- og heilsuskúlan. Hesin skúli
hevur undir teimum mest primitivu og vánaligast
hølisumtøðum, ið hugsast kunnu, klárað at avrika
eitt sera dygdargott arbeiði. Næmingarnir eru sera
fegnir, og arbeiðsarknaðurin kappast um teir lidnu
næmingarnar. Hesin skúli hevur annað og betri
uppiborið frá landsins myndugleikum, og henda
ótolandi støða kundi ikki halda fram. Hetta verður
nú bøtt um við nýggja bygninginum í Hovi. Loysnin
fer heilt vist at gagna báðum skúlum og ungdómi í
Suðuroy og um alt landið. Nú eigur friður at verða
um hesa skúlabygging. Tey, sum ikki hava fingið sín
vilja, eiga at viðurkenna hetta, og øll eiga at
medvirka til, at málið: tveir skúlar, sum skulu verða
millum teir fremstu í heiminum, sleppa at mennast
og blóma til gagn fyri okkum øll.
Sosialurin
Friður um skúlabygging
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Viðmerking til Kjakið
um eina kommunala
útjavningarskipan
Seinastu vikurnar hevur ver
ið dúgliga kjakast um eina
útjavningarskipan ímillum
kommunur. Hetta kunna vit
sum kommunufelag gleðast
um, tí hetta er eitt mál sum
vit halda er neyðugt at fáa á
dagsskrá. Herfyri skrivaði
ein av stýrislimum felagsins
eitt innlegg í bløðunum,
sum eftir øllum at døma er
fallið formanninum í KSF
fyri hjarta, og nú skýrir
hann felagið fyri bæði líkt
og ólíkt. Í fyrstu atløgu
máa vit staðfesta at ta í
FKF er loyvt at hava eina
meining sum stýrislimur,
men hinvegin merkir ein
meining hjá einum stýr
islimi ikki at FKF hevur
somu meining.
Kommunufeløgini bæði
hava eins og flest øll onnur
í samfelagnum staðfest at
stórur ójavni er ímillum
Kommunurnar, bæði tá ið
ta snýr seg um inntøkugrund
arlag og útreiðslutørv.
Út frá hesum hevur Før
oya Kommunufelag mett,
at neyðugt er við einari
útjavningarskipan, og í
minsta lagi at ein slík skip
an verður sett á dagsskránna
og lýst objektivt bæði við
fyrimunum og vansum.
Kommunusamskipan Før
oya er hinvegin komin til ta
niðurstøðu at hóast stóran
ójavna so er helst ikki neyð
ugt við einari útjavningar
skipan. Til at undirbyggja
sínum sjónarmiðum hevur
KSF í loyndum funnið fram
til eina útjavningaskipan
sum onga útjavning hevur
við sær. Og sjálvandi kann
eingin taka undir við einari
útjavningarskipan uttan
útjavning.
Í grein í dimmalætting
15/03 – 2007 við heitinum
“Útjavning hóttur kommu
nala sjálvræði” staðfestir
Heðin Mortensen, at KSF
als onga støðu hevur tikið í
málinum viðvíkjandi
útjavning, men at KSF
arbeiðir seriøst við at lýsa
málið. Men bara við lesa
yvirskriftina á greinini, so
sæst at KSF hevur tikið
støðu í hesum máli. Og
innihaldi í sjálvari greini er
í veruleikanum ein long,
men illa dokumentera,
roynd at skýra útjavning
sum nyttuleysa.
Síðani kemur Stýris
formaðurin við ymiskum
pástandum um Føroya
Kommunufelag
At FKF roynir at verja
tilveru grundarlagi hjá
smáu kommununum tí
hóttafallið er eyðsýnt.
Hesar skulu nú yvirliva við
fíggjarligari neyðhjálp frá
teimum stóru.
At FKF ynskir eina
útjavning ímillum 34 komm
unur, fyri at varðveita ver
andi kommunubygna
At FKF skýggjar eina
útreiðsluútjavning
Til hetta er at siga
At Sjálvsagt verja vit til
veru grundarlagi hjá okkara
limakommunum. Vit eru
eitt áhuga felag hjá teimum
kommunum sum til eina og
hvørja tíð eru limir hjá
okkum. Men lat ta vera
sagt, at felagið er ikki ímóti
størri eindum ella saman
leggingum, als ikki. Felagið
heldur bert, at ta er upp til
tær einstøku kommunurnar
og ta fólkið sum har býr, at
taka avgerð hesum viðvíkj
andi.
At FKF ynskir eina
útjavning ímillum 34 komm
unur. Enn eitt uppáhald utt
an grundgeving. Helst fyri
at sløra tann veruleika, at
ein útjavnarskipan helst er
neyðug líkamikið um vit
hava 4, 7 ella 34 kommunur.
Talan er um regionalar
ójavnar, og vit fáa ikki eina
ríka kommunu við at leggja
fleiri fátækar saman.
At FKF skal skýggja
útreiðsluútjavning - Hetta
er ein løgin pástandur og er
hann uttan hald í veru
leikanum. Sjálvandi má
hædd takast fyri at eitt nú
nakrar kommunur hava lut
falsliga nógv eldri, lut
falsliga nógv børn, spjadda
búseting, trupul samferðslu
viðurskifti o.a.
Føroya Kommunufelag
hevur sett sær fyri at lýsa
bæði fyrimunir og vansar
við einari kommunalari
útjavningarskipan. Vit hava
longu víst á, at stórir fíggj
arligir ójavnar eru ímillum
kommunurnar ( Sí grein á
heimasíðuni www.fkf.fo
dagfest 20 feb.), og vit hava
innanhýsis gjørt fleiri dømi
um hvussu ein útjavning
arskipan kundi verið gjørd.
Hvussu tann endaliga skip
anin skal síggja út er ein
politiskur spurningur ið
kommunurnar í semju eiga
at finna útav.
Arbeiðsháttinum hjá
KSF, tykist hinvegin at
byrja við úrslitinum, nevni
liga at einki skal útjavnast.
Síðani verður farið undir at
útgreina hvussu komast
kann fram til hetta úrslit.
Hetta er eftir okkara tykki
ikki nakar munagóður
arbeiðsháttur
Frá Føroya Kommunufelag (FKF)
Rósa Samuelsen,
Forkvinna
Vegna Føroya
Kommunufelag
Miðvágs Kirkja hevur
fyri heilt kortum
keypt nýtt klaver. Í
hesum sambandi fer
ungi klaverleikarin
Oluf Dam, sum
er miðvingur, at
spæla eina konsert
í kirkjuni komandi
sunnudag
TÍÐINDASKRIV
Á skránni hjá Oluf Dam er
klassikur tónleikur eftir
Johann Sebastian Bach,
Frederic Chopin og Claude
Debussy. Saman við
klaverlærara sínum fer hann
eisini at spæla tónleik fyri
ferhent klaver eftir norska
tónaskaldið Edvard Grieg.
Oluf Dam fór undir at
spæla klaver 10 ára gamal
og lærdi tey fyrstu fimm
árini hjá Martini Pollard,
sum var klaverleikari og
leiðari á musikkskúlanum í
Vágum, til hann flutti av
landinum í 2005. Síðan hev
ur hann verið næmingur hjá
Jóhannesi Andreasen, sum
eisini fer at spæla saman
við Olufi sunnudagin.
Í teimum tónleikakapp
ingum uttanlands, sum Oluf
hevur tikið lut í, hevur hann
staðið seg sera væl og vunn
ið fleiri virðislønir fyri sítt
frálíka klaverspæl.
Øll eru vælkomin til kon
sertina í Miðvágs Kirkju,
sum verður sunnudagin 18.
mars, klokkan 16.
Nýtt kirkjuklaver í Miðvági