Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007 Vikuskifti 9 Niðarliga í Hoyvíkini – í Maritugøtu, sum er annar vegurin til høgru á Løg­manna­ breyt – er nú møgu­ leiki fyri at ogna sær eini ný­mótans, væl inn­rættað og væl­ hildin raðhús. Stødd Húsini eru frá 2005 og eru í tveimum hæddum. Hvør hæddin er 57 fermetrar. Fermetrarnir íalt eru 114. Harumframt kemur eitt úthús/ hjallur á góðar 4 fermetrar. Snildislig innrætting Innrættingin av húsunum er væl umhugsað, og kelað er fyri hvørjum fermetri. Hetta ásanna tit skjótt, eftir at hava sett bilin í asfalteraðu innkoyringina, og hava verið ein rundtúr í húsinum. Gesta-wc og vaskirúm Tá ið tit í neðra koma innar í flísaløgdu gongina við hita í gólvinum, hava tit á vinstru hond eitt gesta-wc, sum eisini virkar sum vaskirúm. Flísar og hiti eru eisini í her. Stova og køkur í einum Komin innar í stovuna og køkin, sum eru í einum, varnast tit serligu gólvrúmdina til børnini í stovuni. Spísiborðið stendur tí í køkinum - sum er nakað heilt fyri seg. Einkul og funksjonellur, við einum amerikanarakøliskápi við ísmaskinu og frystiboks. Flisaløgd terassa við sólargangi Frá stovuni fara tit út á flisaløgdu terassuna, sum er 20 fermetrar. Sólargangurin á terassuni er av tí fagrasta. Møguleiki er eisini at gera nýtslu av einum niðara parti av terassuni, sum er umleið 10 fermetrar. Miðhæddin – nakað fyri seg Úr gongini gongur trappa úr eik upp á miðhæddina, har ið gongd, stórt baðirúm við baðikari, brúsu og hita í gólvinum, og trý stór kømur, eru. Tað størsta kamarið er innrættað til sjónarps-, arbeiðs- og gestarúm. Gólv, skjótihurðar, tapet v.m. Øll gólvini eru hvíttoljerað eik. Allir veggirnir í húsunum eru klæddir við sløttum filti, og eingir vindeyga- og durakarmar ella gáttur eru í húsinum. Tríggjar plássparandi skjótihurðar eru millum wc-ini og gengurnar og millum gong og køk. Antennustik eru í øllum rúmunum Sparkivøllur, spæli­ pláss og eigarafelag Nógv børn, yngri sum eldri, eru í góða grannalagnum. Vælvirkandi eigarafelag skipar fyri felags antennuskipan og tiltøkum. FIFA sparkivøllur verður liðgur fyri summarfrítíðina, og stórt spælipláss er í umbúna. Stutt er til barnagarð, vøggustovu og skúla. Atgongd er til býlingshúsið Ovasta loft Raðhúsini hava eitt rúmligt ovasta loft við gólvi, sum er klárt at brúka til goymslurúm. Verið vælkomin at hyggja at húsunum. Leygardagin 17.3. kl. 12.00-13.00 Númótans raðhús í barnavinarligum grannalagi