fríggjadagur 16. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 54 - 16. mars 2007
So leingi sum gingið verður
Seinastu tíðina
hevur lítið gjøg
numskygni verið
í øktu játtanini
til sjúkrahúsini.
Vit hava ikki sæð
ætlanir, dygd, kostn
aðarmetingar,
býti millum
stovnar. Hinvegin
so hava vit sæð
økta játtan uttan
heildarmeting. Vit
hava sæð hvussu
somu viðgerðir,
sum nú fara
fram á tveimum
sjúkrahúsum, við
politiskari hjálp
verður spjaddar til
øll trý sjúkrahúsini
Jákup Petersen, yvirlækni
3. partur
Politikarar sum reka
sjúkrahúsverk verða
lagdir undir press fyri at
styðja lokalpolitisk
endamál..
Landsstýrismaðurin talar
skilagott um at .. “tað merk
ir, at vit samla eina viðgerð
á einum staði” og at .. “vit
eru so fáment, at vit mugu
fáa sum mest burturúr hvørj
ari krónu”.
Hinvegin so hevur sein
astu tíðina verið lítið gjøg
numskygni viðvíkjandi
øktu játtanini til verkið. Vit
hava ikki sæð ætlanir, dygd,
kostnaðarmetingar, býti
millum stovnar o.t. Hin
vegin so hava vit sæð økta
játtan uttan heildarmeting.
Vit hava sæð hvussu somu
viðgerðir, sum nú fara fram
á tveimum sjúkrahúsum,
við politiskari hjálp verður
spjaddar til øll trí sjúkra
húsini.
Hetta er sjálvandi poli
tikkur og ikki fakligar met
ingar og vísir enn einaferð
at politikarar ikki skulu
reka sjúkrahús.
Nýggjar nevndir
og sama gongulag.
Á sama hátt sum fyri 20
árum síðani, sita nevndir
undir landsstýrismanninum
og kanna, hvussu sjúkrahús
verkið kann rekast so skila
gott sum gjørligt. Og eins
og áður eru visiónirnar
merktar av fakligari
nihilismu.
Ávísir munir daga tó av
og á fram úr mjørkanum.
Millum annað so verða
samráðingarnar nú leiddar
av fólki, sum hava verið
ímóti politiska viljanum
um at hava trý sjúkrahús í
Føroyum. Hetta gevur jú
ikki bestu fortreytirnar fyri
álit millum partarnar.
So leingi sum gingið verð
ur á hesum gøtum fæst ong
in framburður. Hvørki
politiskt ella fakligt verður
nøkur semja gjørd, sum
kann stimbra og menna
verkið. Reglur kunna verða
gjørdar við duldum ætl
anum, men endin er sum
oftast, at funnir verða vegir
uttanum meiningsleysar
reglur, og so má alt málið
uppá borðið aftur.
Eg vildi meint, at tað er
ein av okkara grundarreglum
at fylgja lógini sum sigur,
at. tað eru trý sjúkrahús í
Føroyum.
Spurningurin er so hvat
eitt sjúkrahús er.
Og hvat er eitt
sjúkrahús?
Eisini her verður tað ein ser
føroysk meting av viður
skiftunum. Tey trý sjúkra
húsini (ella fýra sjúkrahúsini
um uttanlandaviðgerðin
verður tikin við) eiga at fáa
sínar seruppgávur, sum
gevur grundarlag fyri at tey
framyvir virka sum sjúkra
hús.
Eitt sjúkrahús stendur
fyrst og fremst fyri kanning
og viðgerð. Fyri at talan
kann verða um eitt sjúkra
hús, er sostatt neyðugt við
grundleggjandi funktiónum
so sum laboratorium, rønt
gen, fyrisiting, skaðastovu,
skurðstovu, seingjardeild
um, fysio- ergoterapi ser
vicu- og røktarstarvsfólki
o.s.fr. Tær funktiónir
sjúkrahúsið hevur, verða
so leiddar av serlæknum á
økinum.
Tað vil so aftur í grundini
siga, at sjúkrahúsinum skal
gevast eitt trygt grundarlag
at útynna tær funktiónir
sum teimum er álagt. Her
tosa vit m.a. um neyðugu
fysisku karmarnar, játtan,
skipan av virksemi og
serútbúgvið starvsfólk.
Tað nyttar ikki so nógv at
hyggja eftir hvussu okkara
grannalond hava skipað
seg. Vit kunnu fáa ávís
hugskot, men ikki yvirføra
modellið í síni heild.
Tað verður aldri tann
sama læknaliga tænasta at
fáa um tú ert búsetandi í
Hattarvík ella Tokyo. Hin
vegin kann gerast ein skip
an so at bæði hattavíkingurin
og tokyobúgvin kenna seg
tryggar, og munurin á tæn
astuni verður, tá alt kemur
til stykkis, helst ikki so
stórur sum ein kundi vænt
að.
Akutt virksemi ella ikki.
Í okkara kjaki hava vit ofta
lyndi til, at hyggja at um
tey smáu sjúkrahúsini skulu
hava akutt virksemi ella
ikki.
Í hesum sambandi eru
eitt ørgrynni av argumentum
frá fleiri síðum viðvíkjandi
tí akutta medisinska, mót
vegis tí akutta kirurgiska
og aðrar greinar. So kemur
støddin og funktiónin av
sjúkrahúsinum upp í mynd
ina, flutningstíðir og at
enda, upptøkuumráðið.
Sundhedsstyrelsen ræður
til at tað í Danmark skulu
verða millum 200 – 400.000
fólk í upptøkuumráðinum
fyri at hava eitt fult útbygt
akuttsjúkrahús.
Soleiðis kann onki sjúkra
hús í Føroyum lúka hesi
krøv. Í Islandi skuldi bert
verið eitt akutt sjúkrahús,
men teir hava fleiri. Í Grøn
landi skuldi heldur onki
verið, men teir hava 16
sjúkrahús við døgnvakt á
skaðastovu. So spurningurin
er, um tað í heila tikið er
gjørligt at brúka hetta
modellið.
Grannalondini leggja
virði sum grund fyri virk
seminum. Skipa reglur so
at politikarar gerast leysi
av at reka sjúkrahús.
Í norðanlondum annars
verða heilt onnur grund
leggjandi virði løgd til
grund, ið tá skoðað verður
inn í framtíðina innan
heilsuverkið. Hesi grund
leggjandi virðini eru mill
um annað:
Eins kanning, viðgerð og
røkt av øllum borgarum
Solidarisk fígging
Grundleggjandi etisk
virði í raðfestingini
Gjøgnumskygni í rað
festingini
Atskildar uppgávur mill
um politikk og fakkunn
leika
Atskildar uppgávur mill
um fígging og útynnara
Frítt viðgerðarval
Rætt at stovna privat virki
við avtalu við fígjandi
mynduleika
Gjøgnumskygni í við
gerðar virkseminum
Skaða - heilsu- og sjúku
viðgerð skal verða eins fyri
allar borgarar. Hetta viðførir
at borgarar uttan atlit til
bústað og sosialan, búskap
arligan ella málsligan skiln
að, hava eins rætt til at njóta
tað tænastu sum almenna
fíggjaða heilsuverkið kann
bjóða.
Hetta merkir eisini, at
fíggingin av samlaða verki
num sum m.a. umfatar
sjúkrahús, kommunulækn
ar, røktarheim, nærverk og
ávísir aðrir stovnar, er
miðskipað fyri at tryggja
sær eins viðurskifti fyri
allar borgarar. Harafturat
eigur, har sjúkrahús eru, so
nógv sum gjørligt, at verða
savnað á einum staði.
Føroysk sjúkrahús eiga
at verða nærsjúkrahús
við kanningar/viðgerðar/
røktingar/venjingar og
heilsuøkjum har sjúk
lingar kunnu fáa síni
sjúku, skaða og heilsu
viðurskifti avgreidd.
Tað er til dømis púra burt
urvið at hava kommunu
Sjúkrahúsverkið 2007:
Sosialurin fór mikudagin
undir eina greinarrøð í trim
um pørtum, har Jákup Peter
sen, yvirlækni, hevur eina
bersøgna gjøgnumgongd
av støðuni í føroyska sjúkra
húsverkinum.
Í blaðnum mikudagin
umrøddi hann støðuna ímill
um tey trý sjúkrahúsini og
hann nam við, hvussu leiðslu
bygnaðurin á Landssjúkra
húsinum er ein forðing fyri
at menna sjúkrahúsverkið.
Í øðrum parti, sum varð
prentaður í gjár, vísir hann á,
at játtanin til sjúkrahúsverkið er økt einar 100 milliónir, uttan
at nakað er fingið burturúr av týdningi. Og í triðja parti, sum
vit prenta niðanfyri, vísir hann á, at ein broytt játtanarskipan
kundi ført til kapping, so at brúkarin fær betri tænastu fyri
lægri prís.