Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007 Vikuskifti 11 skemt Lagt til rættis: Jákup Mørk Í rangastrúpan Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við teimum útsagnunum, sum vit hava prentað niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja vit við hesum senda eina áheitan til lesarar okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast okkum við bæði bræv- og telduposti. Tá pengarnir dansa »Kaupthing og Glitnir leggja saman« vinnuvitan um íslendska bankasamanlegging Tað sigur seg sjálvt! »Monopolið forðar kapping« Kall í ársfrágreiðing Altso 54 um samdøgrið? »1500 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin í februar« Norðlýsið Vektina vert í gulli »Hvør balla vigar 515 kr.« Lýsingatekstur Onnur flýggja undan læraranum »Kamar í Tórshavn. Stutt frá Lærara og Sjómansskúla« Lýsingartorgið Horvni fulltrúin »Rektarin verður funnin í næstum« Dimmalætting Nýggj sethús – undir Kerjum 3, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum á 115 fermetrar - í alt 230 fermetrar. Hartil er stórt óinnrættað loft á 90 fermetrar. Grundøkið er 550 fermetrar. Byggiár: 2004. Húsini, ið eru sera orkusparin og bílig í drift, eru Norðseturhús snið 115. Í erva er inngongd, durur / gongd, gestawc, arbeiðsrúm / kamar, matarkøkur, stova / borðstova, arbeiðsrúm / kamar, millumgongd, hjúnarrúm, baðirúm, kamar og niðurgongd til kjallara. ì niðastu hædd er vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm, ið lættliga kann innrættast. Húsini eru sera snøgg og uttanum er garður / urtagarður. Húsini, sum standa í friðarligum og barnavinaligum umhvørvi nær býnum, hava sera gott útsýni oman yvir Havnina. Tvíhús - Hjallavegur, 600 Saltangará Ætlanin er at byggja eini tvíhús á Hjallavegi Saltangará matrikkul nr. 146 K. Húsini eru 50,3 fermetrar í stovuhædd og 34,5 fermetrar í loftshædd umframt ein hjallur. Húsini eru úr timbri, bygd til tað Føroyska veðurlagi.Vindeyguni eru úr plast við pálagdum sprossum. Innan eru viðgjørd loft, trappir og innhurðar,skrá veggir á lofti eru klæddir við grannprofil. Køkur er av slagnum Designa køkken, baðirúm hava møbil, vinylsveis á gólv og brúsu. Í vaskirúmi eru flísar.Gólv í miðhædd er parkett ,og á lofti laminat. Glasvev verður á veggunum. Stovuhæd- din: stova 20,5 m2, køkur 12,5 m2, vaskirúm 6,3 m2, durur 4 m2, baðium 3 m2, trappuuppgongd 4 m2 og hjallur. Loftshædd: baðirúm 7 m2, kamar 9 m2, kamar 8 m2 og kamar 7,5 m2 og gongd 3 m2. Húsini verða latin lyklaklár ,spf strok stendur fyri málingini,og spf Svalin fyri byggingini. Gólv,køkur og baðirúmsmøbil kann sýggjast hjá Højgaards Handilsvirkið. Sethús - Oyrarbakkavegur 14, 400 Oyrarbakki Húsini eru í 3 hæddum - samlað búvídd uml 125 fremtrar. Grundøki uml 812 fermetrar. Í ovastu hæddini er gongd, wc og 4 kømur. Í miðhæddini er gongd, kamar, køkur, kovi og stova Í niðastuhæddini er baðirúm, kjallararúm/- fýrrým og goymslurúm. Húsini standa í friðarligum, fríðum umhvørvi og hava frítt útsýni yvir fjørðin. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Grundstykki – Velbastaður Grundøkið, ið er bert 7 min. við bili frá miðbýnum í Havn, er í tí nýggja, stásiliga og barnavinarliga býlinginginum á Velbastað við sera góðum útsýni yvir Sandoynna, Koltur og Hestur. Økið liggur beint við skúla og nýggjan barngarð, og nýggjur asfalter- aður vegur verður inn til grundøkið. Støddin á grundøkinum er um 512 fermetrar. Grundøkið verður selt, um hóskandi boð fæst. So nærkast vit aftur summartíðini. Her á redaktiónini eru menn farnir til verka, so klokkan kann flytast ein tíma fram leygarkvøldið. Lat so dyrnar upp Tað er ikki altíð, at fólk eru so øgiliga hegnislig, tá bilurin verður settur. Her er so eitt dømi um parkering, sum absolutt ikki er í tráð við lógina. Um ikki annað, so kundi bilførarin latið dyrnar standa opnar, so ampin fyri fótfólkið ikki var heilt so stórur. Klokkan skal flytast