Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 - 16. mars 2007 13 r á hesum gøtum fæst ongin framburður læknar sitandi ymsa staðni í einum øki har sjúkrahús er. Sjúklingar noyðast fyrst til kommunulækna, síðani á sjúkrahúsið fyri at taka røntgenmynd ella líknandi, síðani til serlækna, sum til tíðir er aðrastaðni í býnum fyri síðani aftur at skula á sjúkrahúsið fyri at taka aðr­ ar royndir fyri síðani aftur at fara til kommunulækna og síðani møguliga innløgd á sjúkrahúsið. Í hesum lítla landi hava vit tørv á trý nærsjúkra­ húsum ella kanningar/við­ gerðar/røktingar/venjingar/ heilsuøkjum har sjúklingar frá økinum ella aðrastaðni frá kunnu koma tá ið sjúka, skaði, elli o.t. gera um seg. Hetta vil m.a. siga, at tað kann verða ein fyrimunur at samla sjúkrahús, komm­ unulæknar, apotek, nær­ verk, røktarheim, eldra­ bústaðir o.t. saman til gagns fyri sjúkling og starvsfólk. Harafturat kann roknast við rationaliserings vinningi – altso sparing. Hetta gevur betri um­ støður og fleksibilitet viðvíkjandi starvsfólki. Tað verður lættari hjá starvsfólki at samskifta. Sjúklingar kunnu fáa avgreitt sínar trupulleikar við vitjan á einum og sama staði. Flytan av innløgdum sjúklingum frá viðgerð til uppihald ella røkt verður loystur o.s.fr. Men hetta krevur at fígg­ ingin er miðskipað og soli­ darisk. At fíggjað verður við skattin. Borgarar skulu gjalda skatt eftir førimuni. Og við solidariskari fígging fáa eisini fólk við lágari inn­ tøku eins rætt til kanningar- og viðgerðarskipanina. Raðfestingar innan sjúkrahúsverkið eiga at verða gjørdar so at borgarin skilir tað. Gjøgnumskygni eigur at verða í allari mannagongdini og etiskar meginreglur eiga at liggja sum grund. Avgerðir sum viðføra at nakað verður tikið framum okkurt annað ella verður tikið heilt burtur innan sjúkra­húsverkið eigur at fylgja etiskum metingum grundaðar á reglur sum eru gjørdar av etiskum ráði, har mannaviðri, tørvur, solidari­ tetur, kostnaður og effek­ tivitetur eru hornasteinar. Hetta vil í verunleikanum siga, at álvarsligar sjúkur ganga framum lættari sjúk­ ur, sjálvt um hetta kostar meira. At tørvurin hjá tí einstaka menniskjanum ikki skal minka orsaka av aldri, føðivekt, lívsstíli o. s.fr. Harafturímóti eigur atlit at verða tikin til umstøður sum avmarka nyttuna av medisinskari viðgerð. Á hesum øki eiga at gerðast politiskar vegleiðingar í raðfestingini. Raðfestingarnar innan almenna sjúkhúsverkið skal verða opið. Soleiðis at skilja, at staðfestar rað­ festingar og grundirnar tær hvíla á skal verða lætt, at fáa fatur á hjá fólki. Við­ gerðin skal eisini verða opin og tað eigur, at fram­ ganga klárt, hvør tað er sum tekur avgerðir og hvør hevur ábyrgdina. Atskildar uppgávur millum fígging og útinnara Politikarar skulu verða teir sum í grundini biðja um tænastu frá sjúkra­húsverk­ inum og umboða ynski borgarana um eina effektiva viðgerð á høgum støði sum er eins fyri allar borgarnar. Hetta gera teir við at lóg­ geva og seta mál sum tryggja dygd, trygd og mið fyri borgaran og síðani fylgja við, at tað sum ynskt er verður verunleiki. Fakfólkið innan verkið eru so tey sum fremja og leggja virksemið til rættis á stovninum. Hetta vil m.a. siga, at krøv um dygd, sjúk­ lingatrygd, etiskar grund­ reglur, mál og menning skulu fremjast av teimum sum arbeiða í verkinum. Fyri at hetta skal fungera so krevst ein leiðsla sum hevur ávísar heimildir, førleika og kunnskap um verkið. Harafturat krevst ein framkomin arbeiðsháttur har alt starvsfólkið hevur árin á egið arbeiði og menningina. Í verunleikanum merkir hatta, at avgerðir og verulig ítøkilig leiðsla verður spjædd út til einstøk ella smábólkar av starvs­fólki. Sum nú er verður í Føroyum farið øvugt. Miðsavningin av ítøkiligari leiðslu á sjúkrahúsunum, sum gingin varð burtur frá í okkara grannalondum fyri skjótt 20 árum síðani, heldur fram. So her eigur okkurt at gerast. Landsstýrið – Almanna- og Heilsumálastýrið verður umboð borgaranna mótvegis viðgerðarstøðum og sleppur frá nógvum trupulleikum samstundis sum skipanin gerðst effektiv. Líka lítið sum bankar skulu reka virkir, skal Landsstýrið heldur ikki reka ella leggja seg í leiðslu, viðgerðir, heim­tøku, skipan og líkn­ andi innan sjúkrahúsverkið. Samstundis sleppur Landsstýrið frá at hugsa um, hvussu uttanlands­ viðgerðin fer fram, fyri ikki at tala um smálutir so sum Hotel Tórshavn, sjúk­ lingafluttningur, heimtøka av viðgerðum o.s.fr. Landsstýrið játtar pening til sjúkrahúsverkið sum eitt viðskiftafólk hjá verkinum, umboðandi landsins borgarum. Vil Landsstýrið hava ávísa viðgerð so verður hon umbiðin í fríari kapping millum tey trý sjúkrahúsini í Føroyum, sjúkrahús uttanlands og privatari kanning og viðgerð í Føroyum ella uttanlands. Atlit so sum trygd, dygd, kostnaður o.s.fr., verður so at liggja til grund fyri hvar Landsstýrið keypir tænastuna millum hesi kanningar og við­ gerðarøkini. Við hesum sleppst undan endaleysu skotriðjunum móti t.d. AHR har ráðið dagliga fær klagur frá borgarum um viðurskifti sum tað í verunleikanum onki hevur við at gera. Sjúkrahúsini sleppa ikki longur, at leggja seg afturá og lata trupulleikarnar floyma niðan í Almanna- og Heilsumálaráðið. Tað hevur altíð undrað meg hví politikarar heilt óneyðugt seta seg sum máltalva hjá ónøgdum borgarum. Broytt játtanar skipan kann fáa kapping í kanningar og viðgerðarstovnar. Politikkur og rakstur av sjúkrahúsum verður atskildur. Borgarar fáa betri tænastu fyri lægri prís. Ítøkiligu viðurskiftini millum AHR og sjúkra­ húsini kunnu so fara gjøg­ num eina nevnd sum til dømis kann koma ístaðin fyri fyribyrgingarráðið, ráðið fyri brekað, visita­ sjónsnevndina, sjúklinga­ ráðið og ráðið fyri komm­ unulæknaskipanina. Henda nevnd kann verða mannað av løgfrøðingum, kanning- og viðgerðarkønum og so eisini førleika innan heilsubúskap. Nevndin fær boð frá landsstýrismanninum um hvat Landsstýrið vil hava og hon viðgerð ynskini, eisini í samráð við vísindasiðseminevndina. Nevndin býtir so uppgávuna sundur á hóskandi hátt og keypir tænastuna har hon fæst best og fyri besta prís. Henda nevnd fær so eisini sum uppgávu at fáa etisku raðfestingina av­greidda og m.a. taka sær av at lyfta ávísar viðgerðir út úr almennu kanningar- og viðgerðartilboðunum. Viðgerðir sum eru lágt raðfestar ella nyttuleysar men kostnaðarmiklar. Viðgerðir sum framyvir verða fluttar til privata kann­ ingar- og viðgerðar skipan­ ina. Hetta merkir so eisini, at tað skulu verða stovnar ella støð sum kunnu koma við tilboðum um kanning og viðgerð. Ella við øðrum orðum, at tað eiga at verða í hvussu er tvey sjúkrahús í Føroyum og at privata tænastan skal útbyggjast so at landsstýrisnevndin hevur nakað at velja í. Eins og áður verður Heilsustýrið at taka sær av eftirlitinum við kanning og viðgerð. Núverandi skipan við ráðgevararum, sum uttan neyðuga førleika, hava givið politikarum ráð um ítøkiligan rakstur av sjúkra­ húsverkinum, verður eisini støðgað. Hon verður avloyst av eini skipan, har politikarar vegna borgararnar at enda fáa ein møguleika, at seta verunlig krøv til tey kanningar og viðgerðarstøð, sum skulu lata tænastuna til landsins borgarar. Tað viðgerðarstaðið sum ikki kann halda støðið fellur so heilt náttúrligt burtur úr játtanarskipanini. Tað verður aldri tann sama læknaliga tænasta at fáa hjá tí. Sum er búsetandi í Hattarvík og tí, sum býr í Tokyo. Hinvegin kann gerast ein skipan, so at bæði hattavíkingurin og tokyobúgvin kenna seg tryggar, og munurin á tænastuni verður, tá alt kemur til stykkis, helst ikki so stórur sum ein kundi væntað, sigur Jákup Petersen, yvirlækni