fríggjadagur 16. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 54 - 16. mars 2007
Hevði Edmund Joensen
verið parlamentsformaður í
øðrum landi enn Føroyum,
hevði hann longu nú verið
komin undir eitt so gigant
iskt trýst frá fjølmiðlum, at
hann hevði sitið á kreppu
fundi, við einum dalsaka av
ráðgevum íkring seg, og
roynt at komið til eina niður
støðu, ella roynt at funnið
eina fittliga og smiðliga
frágreiðing um, hví hann
fór at heita á tingið, um at
sleppa úr sessinum sum
formaður.
Í grein í bløðunum herjar
hann frontalt á rættin til
talufrælsið. Tingformaðurin
undirgrevur grundlógar
tryggjaða rættin hjá hvørj
um einstøkum menniskja í
samfelagnum undir egnari
ábyrgd at úttala seg um øll
viðurskifti. Edmund Joen
sen hevur harvið, við sínari
praksis í formanssessinum,
sett Føroyar í eina banan
statslíknandi støðu. And
støðan er hjálparleys í sín
um matematiska minniluta,
men framvegis finst eitt
fjórða statsvald, sum hevur
neyðugu amboðini at fara í
holt við mál av slíkum
slagi.
Kanska er hetta fyrsta
ferðin síðani 1946, at tað
sæst inn á bein í tjóð
skaparspurningi føroyinga.
Tjøldini eru drigin frá,
óruddið er burturbeint og
alt óviðkomandi er farið úr
sýnsmála eina løtu, og vit
síggja snórabeint inn á
naknu flaggstongina í
Reykjavík, og spurningurin
er, um Merkið ella Danne
brog skal veittra yvir
almenna føroyska umboð
num í Íslandi. Hetta er tann
rái bardagin um valdið í
Føroyum, sum av lagnunnar
speisemi er fluttur á eina
flaggstong í høvuðsborgini
fyri vestan. Nú er alt kókað
niður til sama eksistensiella
spurningin, sum føroyingar
tóku støðu til 14. september
1946. Hvør ræður í Føroy
um, danir ella føroyingar?
Danir hava fleiri, fyri ikki
at siga nógvar, konslar í
Føroyum. Ein av teimum er
Jóannes Eidesgaard, hann
er komin í dýrastu neyð, og
roynir nú eina millumloysn,
sum ikki finst, tí til tað er
málið alt ov einfalt. Líka
mikið hvussu hann roynir
at flyta runt við møble
manginum í Reykjavík, so
kemur hann ikki burturúr
hesum, tí málið kann bara
hava eitt fasitt. Flaggið – og
tað kann bara verða eitt –
veitrar vegna valdshavar
arnar í landinum, sum hev
ur avgjørt at seta ein diplo
matiskan forpost niður í
einum fremmandum landi,
í hesum førinum í Íslandi.
Danskt ella føroyskt. Orðið
pragmatikkur merkir ikki
tað sama her á landi, sum
aðrar staðir, her merkir tað
at bakka, at bakka fyri øll
um sum rekst um tínar
leiðir. Og nú sita teir dystin
lærdu, og bróta vakt í stjórn
arskrivstovunum í Keyp
mannahavn, í eini roynd at
bjarga sínum konsli, sínum
politiska trælli, burturúr
hesum mikla dilemma, við
at snikka eitthvørt kosmet
iskt saman, tað ræður um at
smyrja mascaruna tjúkka,
sum kann kyrra fólkið í
hjálandinum fyri norðan.
Men politiskt frælsið er
heilt, tað skinsast ikki sund
ur, annaðhvørt er tað før
oyskt ella er tað danskt.
Annar danskur konsul í
Føroyum er Edmund Joen
sen. Viljaleyst offur í áhald
andi donsku kolonialiser
ingini av Føroyum. Sjálvt
amboðið, jarnbrotið, sum
nú skal brúkast til at steðga
terriarunum, sum nú ganga
leysir og royna at gera upp
við undirbrotligheitina og
danskan hjálandapolitikk í
Føroyum. Tingformaðurin
langar út eftir Poul Mohr, tí
hesin í sínum góða rætti,
eisini samsvarandi donsku
grundlógini, um hon skuldi
verið galdandi í Føroyum,
hevur sagt sína hjartans
meining, um føroysku
sendistovuviðurskiftini í
Reykjavík. Hetta er fyrsti
borgarin í landinum, sum
greitt fær at vita, at tali
frælsið ikki er galdandi fyri
hann longur. Frá ovasta leið
aranum í fólkaræðinum,
manninum við landsins
hægstu tign.
Næsti maður í kikarasikt
inum hjá tingformanninum
er Poul Michelsen. Hann er
mótvegis navnanum ting
maður. Frælsið at tala verð
ur eisini tikið frá honum í
hesi merkiligu greinini,
sum Edmund Joensen hevur
lorað bløðunum í gjárkvøld
ið. Hvat hugsar maðurin
fyri sær. Hóast Poul´arnir
báðir hava traðkað nakað
harðliga á hansara sam
bandsku og trælaløddu lík
torn, so átti formanssessurin
í tinginum ikki at verði
misbrúktur og traðkaður á
so álvarsliga, sum tað er
hent í hesum førinum. Okk
urt bendir á, at stríðið um
valdið í Føroyum, sum nú
stendur um flaggstongina í
Reykjavík, hevur fingið tað
at øra fyri eygunum á
Edmundi, forstandið tykist
vera fána eina løtu í hallu
cinatiónum av onkrum
serliga ringum slagi. Ringt
sambandskrím
hevur
strongt hann út í so álvarslig
herðindi, at hann hevur
mist tamarhaldið á sær sum
tingformaður, fyri alt ting
ið, har 31 tingmenn hava
valt hann sum sítt umboð.
Hesi hava valt hann at
umboða seg og fólkaræðið
á evstu rók og ikki Sam
bandsflokkin og danskt
vald í Føroyum.
Í Fólkaflokkinum gongur
triði danski konsulin í land
inum. Riddarin av Danne
brog, Anfinn Kalsberg. Í
ein mansaldur í føroyskum
politikki og seinastu tvey
árini sum fólkatingsmaður,
hevur hann stríðst fyri
donskum valdi í Føroyum, í
seinasta førinum so eyð
sýniliga, at tað stingur í sál
ina hvørja ferð tað letur úr
hesum danska nationalisti,
ímóti tjóðveldisumboðnum
á danatingi, Høgna Hoydal.
Nú er hann komin í ta dýr
astu neyð, tí at Poul Michel
sen er farin at reka fólka
flokspolitikk sambært
stevnuskránni. Tá eru góð
ráð dýr. Fyrst royndu teir
við vektleysa papageykinum
í Seyrvági, tað munti onki,
tí mundi Óli taka avgerðina
um at trumfa við Anfinni
sjálvum. Tað tykist heldur
onki at muna longur. Fólk
eru farin at troyttast av
sambandska triumviratinum
Bjarna, Anfinni og Óla og
krúnprinsinum og politisku
lokkidorgini Jørgen, og seta
nú sítt álit á gamla borg
meistaran í høvuðsstaðnum,
sum meistarliga hevur
megnað at avdúkað tað sum
veruliga gongur fyri seg
kring flaggstongina í
Reykjavík. Hevur blást
allan mjørkan og alt grugg
ið burtur frá málinum,
soleiðis at tað sæst inn á
bein aftur í tjóðskaparmáli
num, har latenta stríðið nú
er meira opinbart enn
nakrantíð síðani seinra ver
aldarbardaga.
Hvussu leikur fer í hesum
fyri føroyingar alt avgerandi
máli, tað spyrst um. Málið
viðvíkjandi Edmundi Joen
sen er heilt annað mál, og
snýr seg um tað mest vitala
í einum framkomnum rætt
arsamfelag, nevniliga talu
frælsi. Formaður Føroya
Løgtings staðfestir, at løg
maður, Jóannes Eidesgaard,
átti at sett seg í samband
við íslendsku og finsku
stjórnina, áðrenn hann
umrøddi sendistovumálið,
fyri at vita, um konslarnir
báðir høvdu síni viðurskifti
í lagi í bakgarðinum, áðrenn
teir fóru í víggj um føroysk
rættindi mótvegis donskum
rættindum. Tingformaðurin
hevur harvið staðfest, at
Poul Mohr og Poul Mich
elsen, sum privatpersónar,
ikki eru partar av grund
lógartryggjaða rættinum
um talufrælsið, sum er gald
andi í øllum siviliseraðum
rættarstatum, eisini í Dan
mark, um tað skuldi gjørt
nakran mun. Fær hetta ong
ar avleiðingar, og megnar
fjórða statsvaldið ikki at
gera nakað við eitt so álv
arsligt mál, har evsti leið
arin í fólkaræðinum ger seg
so grovliga inn á vitalasta
partin av fundamentinum
undir fólkaræðinum, nevni
liga talufrælsið, so mega
vit staðfesta, at soleingi
Edmund situr og pressan
eftir øllum at døma liggur á
búkinum fyri valdinum, eru
Mugabe-tilstandir galdandi
í Føroyum.
Poul´arnir báðir verja før
oysk áhugamál, ímeðan
Edmund nú hevur gjørt seg
sjálvan og tingformanssætið
til sjálva ímyndina fyri
banankoloni´ina Føroyar.
Tað er við beiskum ráka
undir gómanum, man nú
situr og hugleiðir aftur á løt
una, táið ein valdi at gerast
partur av parlamentariska
grundarlagnum undir sit
andi løgtingsformanni, sum
er í holt við at knúsa hinar
mest avgerandi struktur
arnar í fólkaræðinum í
stumpar og stykkir.
Forrestin, hvar bleiv av
uppskotinum um Stjórnar
skipan Føroya, sum allir
floksformenninir á tingi
vóru samdir um at leggja
fyri tingið í hesi tingsetuni,
er tað eisini endað í sýluni í
bananforvaltningini á løg
tingsskrivstovuni, har para
lellurin hjá Robert Mugabe
norðanfyri ækvator enn
ræður fyri borgum?
Spennandi verður at
eygleiða fjølmiðlarnar fram
eftir degi. Megna teir sína
uppgávu ella ikki, tað er
spurningurin. Fyritreytirnar
eru perfektar. Málið er upp
lagt, tað ræður bara um at
seta journalistisku hvísluna
í búldin. Alternativið kann
sjálvandi vera, at spyrja
løgmann, um hann væntar
at Sornfelli eisini fer at
standa har tað nú stendur í
ovurmorgin ella um eina
viku ella um eitt ár. Tað er
ivaleyst lagaligari at dansa
fandango saman við makt
ini og harvið at stuðla upp
undir banankoloni´ina, sum
Edmund og Jóannes, væl
hjálptir av Fólkaflokkinum,
gøllhalda um. Men tá hava
teir kompromitterað seg
sjálvar, og sett dik á rot
prosessina, beint ímóti
heilaga journalistiska enda
málinum. Somikið skjótari
spreingist danska koloniin
á 62 stigum norður í luftina
av sær sjálvari. Onki hylki
er so magnfult, at tað heldur
fyri tilstandum sum hesum,
ið nú eru ráðandi í Føroy
um.
Danski konsulin í Føroyum og talufrælsið
Tórbjørn
Jacobsen
Megastovnur til
Suðuroynna
Tá eg las bløðini, sá eg at landsstýrið hevði avrátt at
flyta umsitingina av Strandferðsluni til Suðuroynna í
bráskundi fyri at bjarga oynni. At 20 familjulagnur fóru
í skjeljasor, mátti so vera harvið. Hvat muna 20 familjur
móti allari Suðuroynni?
Eg las víðari og á næstu síðu síggi eg heilsíðulýsing
eftir stjóra til nýggjan almennan risastovn. Fyri at fáa
Suðuroynna rættuliga á rættkjøl fer hesin nýggi stovnur
at liggja í sunnaru helvt av Suðuroynni helt eg við mær
sjálvum. Tí strandferðslan skuldi hava sæti í norðari
helvt hevði eg skilt. Rættvísi skal ráða!
Spentur lesi eg lýsingina, fyrst eina ferð, so eina ferð
afturat. Nei, har er eingin prentvilla møgulig. Stovnurin
skal húsast í posthúsbygninginum á Argjum!
Nú tað av einhvørji orsøk varð gloymt at leggja
stovnin í Suðuroy er tað minsta man kann gera at krevja
at starvsfólkið á hesum nýggja stovni býr í Suðuroy. So
fáa tey eisini tað stóru gleði at ferðast við stásuligu
suðuroyarferjuni hjá strandferðsluni. Og best av øllum,
strandferðslan fer at geva avlop!
A. Guttormur
Djurhuus