fríggjadagur 16. mars 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
14
Langar nætur við videofilmum,
junkfood, sjokulátu og sodavatni
eru farnar í søguna. Nú skal
sovast um náttina og etast
regluliga og sunt um dagin.
Willy Stampe úr Klaksvík er
ein nýggjur maður, eftir at hann
seinasta hálva árið hevur tveitt
sløk 70 pund av sær.
– Tá eg fór upp á vektina í
fjørsummar og sá, at eg vigaði
132 kilo, var tað blivið ov nógv
av tí góða. Tá segði eg við meg
sjálvan, at nú mátti eg taka meg
saman, sigur hann.
Síðani eru kost- og lívsvanarnir
nógv broyttir, og Willy er mink
aður so nógv, at fólk fyrstu tíðina
høvdu ilt við at kenna hann aftur
á gøtuni.
– Avgerðin um at tapa meg, er
tann besta avgerðin, sum eg havi
tikið í lívinum, sigur hann.
Snorkaði sum ein
motorsúkkla
Tað var í august mánaði í fjør, at
Willy Stampe fór í kríggj við síni
mongu kilo.
– Eg hevði gingið og hugsað
um tað í eina tíð. Hevði mest
sum gjørt upp við meg sjálvan,
at nú skuldi eg gera okkurt við
vektina hjá mær. Tað var blivin
ein stórur persónligur trupulleiki
fyri meg, at eg vigaði so nógv. Eg
orkaði simpelten ikki at fylgja við
í gerandisdegnum.
- Eg fór til arbeiðis um morgun
in, og í døgurðatímanum plagdi
eg at sova. Eg plagdi eisini at
fáa mær ein lúr beint aftan á
arbeiðstíð, tí eg var altíð so
troyttur.
– Um náttina svav eg ov lítið, tí
eg var ofta uppi væl út á náttina
og hugdi eftir videofilmum, og
aftur við filmunum skuldi eg so
eta og drekka okkurt – junkfood,
bomm, sjokulátu og sodavatn. Tá
eg so svav, snorkaði eg so illa,
at tað ljóðaði sum ein Harley
Davidson.
– Mær hevur eisini altíð dámt
væl at spæla fótbólt, men tað
hevur verið rættiliga avmarkað,
hvat eg havi kunnað gjørt, tí eg
havi verið so tungur.
Eingin skuldi vita
um Ebeltoft
Hóast viljin til at tapa seg rætti
liga var farin at menna seg, so
var tað eingin løtt avgerð at taka.
– Eg ivaðist eitt sindur, tí eg
visti, at tað var ein sera stór
avbjóðing fyri meg, og eg var ikki
vísur í, at eg fór at klára tað. Eg
tordi næstan ikki at gera eina
roynd, greiðir Willy frá.
Men ein sunnumorgun í august
fall endaliga avgerðin, og Willy
fór til Danmarkar sama dag.
– Tað vóru bara nøkur heilt
fá av mínum nærmastu, sum
vistu hví eg fór til Danmarkar. Eg
ætlaði ikki, at nakar skuldi vita, at
eg hevði verið í Ebeltoft, fyrr enn
eg kom aftur á jólum. So eg segði
– Eg havi
fingið eitt
nýtt lív
– Nú síggi eg ikki longur stjørnur
fyri mær, tá ið eg bukki meg
niður, sigur Willy Stampe, sum
seinastu mánaðirnar hevur tveitt
sløk 70 pund av sær
Persónssøga
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo