fríggjadagur 16. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 54 - 16. mars 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Frá míni tíð í fiskimanna
felagnum kann eg í minsta
lagi gleða meg um allar teir
góðu vinir, sum eg fekk
gjøgnum hetta virksemi.
Ein av teimum allarbestu
av hesum er Sverri. Eg veit
ikki, hvussu tað byrjaði,
men hann er so byrjaður at
koma inn á gólvið, og vit
gjørdust sera væl, eins og
hann gjørdist væl við hinar
á skrivstovuni. Eingin var
harmari enn Sverri um, at
tað gekk sum tað gekk…
Sverri var eisini FF-blað
num ein dyggur stuðul við
tilfari og ráðum. Vit høvdu
fleiri frásagnir hjá Sverra.
Ikki minst áhugaverd var
frásøgnin um ”Ananu”,
sum er eitt tað størsta átak í
føroyskum fiskiskapi yvir
høvur. ”Anana” var eitt
stórt móðurskip til útróður
í Grønlandi, og samlaða
manningin var ikki færri
enn 160 mans.
Sverri fór við ”Ananu” í
1936 sum messudrongur,
og hann er ein av teimum
fáu, sm livir eftir. Tí var tað
í tøkum tíma, at henda
søgan var niðurskrivað. Tá
”Anana” gavst við at fiska
sama heyst og fór at sigla
”úti í verðini”, fór Sverri
eisini við, og tá kom Sverri
eisini víða um. Teir sigldu
upp á Rusland í ringastu
Stalintíðini. Síðan fóru teir
sigla upp á India og komu
tískil eisini at sigla gjøgnum
Suezveitina.
Aftan á ”Ananu” fór
Sverri at sigla við einum
svenskum skipi ”Formosa”.
Tá hann kom heim í feriu í
1938 og skuldi avstað aftur,
var so ófriðarligt úti í heimi,
at pápanum dámdi einki, at
hann fór. Hann lovaði at
útvega Sverra lærupláss,
um hann legðist heima, og
hetta gjørdist í smiðjuni hjá
Askham (núverandi Gour
met/Glitnir).
Í 1943 fór Sverri at
arbeiða hjá Vilhlem Niel
sen, og kom hann at vera í
47 ár í hesi fyritøku við
skiftandi eigarum, og sigur
hetta nakað um hansara
trúfesti. Hann letur eisini
sera væl at teimum, sum
hann arbeiddi saman við,
og ikki minst Vilhelm Niel
sen. Hann var annars
framman fyri sína tíð.
Sverri fekk at vita frá Vil
helm, at tað var ikki dámt,
at fólkið roykti í arbeiðs
tíðini. Tá legði Sverri av!
Foreldrini hjá Sverra
vóru Rakul og Mortan Mort
ensen. Mortan var skipari á
trolaranum ”Nýggjaberg”,
og var Sverri við ein túr
niður at selja undir krígnum.
Í 1942 varð ”Nýggjaberg”
søktur av týskarum, og teir
21 mennini umborð fórust,
og var Mortan ein teirra.
Hetta var størsti einstaki
missur av mannalívum í
krígsárunum.
Í 1943 giftist Sverri við
Thominu úr Vestmanna.
Tey kláraðu júst ikki at
hava gullbrúðleyp, og fingu
tey tvey børn, Maritu og
Tummas Paula. Tummas
Pauli doyði fyri tveimum
árum síðani. Abbabørnini
eru trý og langabbabørnini
eru sjey.
Sverri er ein sera fjøl
broyttur maður. Hann er
tekniskur snillingur, sum
tað sæst á myndini. So koyr
ir hann framvegis motor
súklu, og hann var ein av
teimum sum fór til gongu
gjøgnum tunnellina úr Lor
vík til Klaksvíkar, tá hon
opnaði.
Hann svimur eisini hvønn
morgun og hevur eisini í
svimjihylinum nógvar vin
ir.
Sverri hevur verið sera
virkin eisini á sínum eldri
døgum. Hann gjørdist ein
av ”Teimum fýra”, sum hev
ur glett fólk um landið á
kristiligum møtum við
teirra vakra sangi. Nú er
góði vinurin Kristoffur far
in, so ”Teir fýra” eru farnir
í søguna. Men Sverri syng
ur framvegis í kristiligum
kóri. Hann dylir heldur ikki
fyri, at tað liggur honum
nógv á hjarta at breiða gleði
boðskapin.
Tað er nógv meira, sum
kann sigast unm Sverra, og
sum ikki pláss er fyri i eini
slíkari føðingardagsgrein.
Meira um lívið hjá Sverra
kann lesast á heimasíðuni:
www.fiskimannafelag.fo,
blað nr. 322. Sverri er eisini
ættarkærur, og ættin er stór.
Tey vóru heili 12 systkin og
Sverri var so seint sum í
fjør við til at skipa fyri ætt
arstevnu fyri ættini í Dan
mark. Sverri hevur skrivað
grein um Argjar og ættina,
og sæst hon á somu heima
síðu, blað nr. 371.
Fyrst og fremst er Sverri
eitt framúr positivt menn
iskja. Hann er bert við tí
góða orðinum, og eg havi
altíð følt meg betri eftir eitt
prát við Sverra. Hann er
samvitskufullur og vil fyri
alt í verðini ikki gera nøkr
um órætt, sum er ein væl
signaður eginleiki.
Góði Sverri! Eg vil fegin
við hesum fáum orðum
takka tær fyri alt sum vit
hava havt saman. Hjartaliga
tillukku við teimum 85 áru
num.
Dagurin verður hildin
saman við teimum nærm
astu.
Óli
Føðingar
18. februar fingu Fía Arge og Jákup Hansen, Helsingør,
ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2580 gr.
26. februar fingu Tórunn Højgaard Ósá og Elmar Ósá
eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 5000 gr.
7. marts 2007 fingu Anita
á Lofti og Sam
Nakabaale, Keypmanna
havn eina dóttur. Hon var
53 cm. long og vigaði
3776 gr.
Her eri eg bara 1 dag gomul.
8. mars fingu Joan Langgaard og Bogi Joensen, Klaks
vík, ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3900
gr.
8. mars fingu Martina og Ólavur Hansen, Klaksvík,
ein son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3600 gr.
9. mars fekk Súsanna eina lítlasystur. Julianna vigaði
3550 g og var 51 cm. Foreldurini eru Jenny A. og
Svein í Heiðunum í Havn.
10. mars fingu Kristianna Sørensen og Høgni Fagra
berg, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og
vigaði 4300 gr.
10. mars fingu Ebba Parker Øre og Bogi Petursson
Nielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long
og vigaði 3900 gr.
11. mars fingu Katrin Mørkøre Toftegaard og Gunnar
Toftegaard, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm.
long og vigaði 4350 gr.
11. mars fingu Katrin í Gerðinum Olsen og Eivind
Olsen, Vestmanna, ein son. Hann var 55 cm. langur og
vigaði 3800 gr.
12. mars fingu Katrin Emma og Mark Jensen, Vágur,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3300 gr.
13. mars fingu Eyðrit N. Olsen í Hvalba og Frits
Strøm, Trongisvágur, búsitandi í Esbjerg, ein son.
Hann var 55 cm langur og vigaði 3660 gr.
13. mars fingu Súsanna Debes og Herleif Hammer,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði
4300 gr.
15. mars fingu Eyðdis og Eyðun Niclasen, Norðragøta,
tvíburar - synir. Tann eini var 54 cm. langur og vigaði
3800 gr. og hin var 51 cm. langur og vigaði 3000 gr.
70 ár
Niklas Foldbo fyllti 70 ár tann 8. mars. Føðingardagurin
verður hildin á Svangaskarði á Toftum, leygardagin
17. mars kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
17. mars kl. 16 giftast í Vesturkirkjuni Edda Hjartvards
dóttir og Jan Odmarsson. Veitsla verður fyri inn
bodnum í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag.
Sunnumorgun 18. mars kl. 9.30 giftast í Fríðrikskirkjuni
Emma Maria Gerðisá og Martin Ove Hentze.
Sverri Mortensen 85 ár
Hendan myndin lýsir Sverra sum tekniskan snilling. Eitt, sum hann hevur fingist við, er umbygging av bilmotorum. Eina ferð
kloyvdi hann ein motor og fekk tveir motorar burtur úr einum!
Nærmast Sverra á hesi myndini er ein einsylindraður Ford T motorur sum Sverri umbygdi at hava í bátinum, og hevði hann
motorin í 22 ár. Uttast t.h. er eitt ”elverk” sum Sverri fekk sær eftir kríggið, og sum gjørdi hann føran fyri at framleiða egnan
streym.