fríggjadagur 16. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti 15
við øll, at eg var farin til Holbæk
at arbeiða upp á lastbilar, sigur
Willy.
– Tað var eitt sindur trupult
at halda tað loyniligt, tí fólk sóu
einki til mín, og tey spurdu, hvat
eg gjørdi, og hvar eg var. Søgur
gingu eisini eina tíð um, at eg var
farin til Ebeltoft, men eg segði
bara, at tað passaði ikki.
Grátandi í song
Tað var ikki lætt, tá ið avgerðin
um tapa seg gjørdist til harðan
veruleika á kurdeplinum uttanfyri
Ebeltoft, har fólk í hópatali fara
fyri at sleppa niður í vekt.
– Fyrstu vikurnar vóru ræðu
ligar. Eg fór næstan grátandi í
song, tí nú kundi eg ikki tað, sum
eg var vanur við at gera. Eg var
vanur við at eta so skeivan mat
og til so skeivar tíðir, at tað var
einki skil á mínum kostvanum,
og tí var tað ein stór broyting fyri
meg, at nú skuldi eg eta seks
máltíðir við sunnum mati um
dagin og sova um náttina.
– Eg var als ikki vanur við at
eta morgunmat, so bara tað var
ein stór broyting, og tá ið vit
fóru ígjøgnum matarskránna,
so fann eg bara breyð, gularót
og mjólk, sum eg var vanur við
frá gerandisdegnum. Nú var tað
liðugt við at hugsa, at “eg eri
svangur, eg má hava ein búff”.
– Aftan á tríggjar vikur, vildi
eg bara sleppa heim. Eg segði,
- Fyrstu tíðina eftir at eg var komin heim,
upplivdi eg ferð eftir ferð, at fólk ikki kendu
meg aftur. Eg heilsaði upp á fólk, men fekk
onga reaktión, so tá kundi eg í øllum førum
staðfesta, at eg var broyttur, sigur Willy
Stampe
Mynd: Høgni Thomsen
Willy vigaði 132 kilo, tá ið hann vigaði mest, og tað er fyri bara
sjey mánaðum síðani
Hendan myndin er tikið um tað mundið, tá ið Willy av álvara fór at
hugsa um at tapa seg
➥