fríggjadagur 16. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2007
17
Edith Klein, Strendur,
ættað úr Sørvági, and
aðist á Eysturoyar Røkt
ar- og Ellisheimi 13.
mars, 99 ára gomul.
Kistan fer av Røktar
heiminum í Runavík
fríggjadagin 16. mars
klokkan 18. Jarðarferðin
verður úr Nerija á Skála
leygardagin 17. mars
klokkan 14. Tey ið vilja
minnast Edith, kunnu
lata eina gávu til
Eysturoyar Røktar- og
Ellisheima, konta í
peningastovnunum.
Kistan við Lilly Øster
fer úr kapllinum á
Suðuroyar sjúkrahusi
fríggjadagin klokkan
18. Jarðarferðin verður
úr Tvøroyrar kirkju
leygardagin klokkan
13.
Andlát og jarðarferðir
Tann 21. mars verður Jógv
an Joensen, í Innistovu, á
Trøllanesi, 70 ár. Dagurin
verður hildin í morgin leyg
ardagin, tí koma hesar regl
urnar nú.
Fyrst skal sigast, at Trølla
nes er ein tann bygdin, sum
eg føli meg knýttan at.
Langabbi mín, langabba
beiggi Jógvan, kom av
Trøllanesi, og mítt tilknýti
til bygdina er fyrst og
fremst takkað teimum í
Innistovu, og her eigur
Jógvan stóran leiklut. Vit
báðir eru ”bert” fermenn
ingar, men í heiminum hjá
Jógvani er hetta nærmasti
skyldskapur.
Jógvan er sonur Mikkjal
í Innistovu og Onnu, sum
var av Húsum. Hann er
giftur við Gertrud, sum er
av Syðradali. Tey eiga børn
ini Mikkjal, Durita, Birita
og Annika. Tað kann vera
nevnt, at 100 ára gamla
Jóhanna Mathea Skaale er
fastur Jógvan.
Eg kom fyrstu ferð til
Trøllanesar í 1977, júst fyri
30 árum síðani. Síðan tá er
neyvan farið árið burtur
ímillum, og fleiri ár havi eg
verið fleiri ferðir norðuri á
Nesi. Annars práta vit sam
an í telefon regluliga, so sig
ast kann at okkara samband
er altíð ”on line”.
Tað sum verður sagt um
tey í Innistovu, kann eisini
sigast um hini húsini har
norðuri.
Blíðskapurin í Innistovu
hevur alla tíðina verið frá
hjartanum. Frá fyrsta degi
av havi eg kunnað følt meg
sum heima hjá teimum.
Tað sum liggur fremst hjá
Jógvan er ættin, og tað er
tiltikið hvussu nógv hann
veit um ætt. Tú skal bert
nevna eitt navn, so kennir
hann ættina hjá teimum
flestu hundraðtals ár aftur í
tíðina. Vónandi verður
hansara stóra vitan niður
skrivað.
Sjálvur visti eg, at vit
vóru í ætt gjøgnum mammu
mína, men Jógvan kundi
fortelja mær, at var farið
longur aftur rann ættin hjá
mammu og pápa í Norðra
gøtu saman, so skyldskap
urin gjørdist dupultur.
Kann til stuttleika nevna
eitt dømi um, hvat ein slík
vitan kundi og kann nýtast
til. Tá eg fyri nøkrum árum
síðani fekk ein verson var
ikki neyðugt at gera nakra
kanning av hansara ”gen
um”. Eg kendi uppá staðið
hansara ætt aftur til 1650.
Men hann var nú eisini
systirsonur Jógvan, og hev
ur hetta ikki gjørt sam
bandið við ættina minni!
Jógvan er annars ímynd
av tí besta av bygdarmentan,
soleiðis sum hon t.d. kom
fram í umrøðuni av fastrini,
tá hon gjørdist 100 ár.
Jógvan hevur verið bóndi
og her hevur hann eisini
kent hvønn seyð gjøgnum
fleiri ættarlið. Sonurin
Mikkjal hevur tikið við
bóndaskapin, men Jógvan
er við kortini.
Í Innistovu hava dyrnar
altíð verið opnar fyri
fremmandafólk, og tey eru
eisini mong, sum eru
komin inn á gólvið, sjálvt
tá trupult var at ferðast.
Sjálvur eri eg ofta komin
norður
á
Nes
við
fremmandum gestum, og
allir hava fingið ógloym
andi upplivilsi har norðuri.
Í 2001 skipaði eg fyri
norðurlendskum fakfelags
fundi í Mikladali, har tað
var etið á Trøllanesi. Tá eis
ini var farið norður á Kallin,
sum er stórsligið í góðum
sýni. Tá nøkur av teimum
komu aftur í 2004 høvdu
tey eitt ynski, og tað var at
koma norður aftur á Trølla
nes, og tað komu tey eisini.
Jógvan er ein álitismaður
í orðsins rætta týdningi, og
hann hevur havt mong
álitisstørv. M.a. hevur hann
verið limur í kommunu
stýrinum har norðuri. Hann
hevur eisini verið limur í
umsjónaráðnum hjá Norð
oya Sparikassa í mong ár.
Eisini hevur hann verið
nevndarlimur í Mjólkarvirki
Búnaðarmanna.
Tað er ikki minst Jógvani
fyri at takka, at Trøllanes er
ein av teim mest liviligu
smábygdunum í Føroyum,
har fólkatalið, og ikki minst
barnatalið, framvegis held
ur sær á sama støði sum
altíð.
Tað er ótrúliga nógv, sum
kundi verið skrivað um
Trøllanes, men tað er ikki
rúmd fyri tí í eini slíkari
føðingardagsgrein.
Her skal bert vera nýtt
høvið at ynskja Jógvani til
lukku við teimum 70 áru
num við tøkk, eisini til Ger
trud, fyri allar tær ferðirnar,
eg havi sitið væl inni hjá
teimum. Næsta ferðin til
Nes verður heilt vist í morg
in leygardagin!
ó.
Jógvan á Trøllanesi 70 ár
Her er Jógvan í essinum. Í 2005 hevði ættin vitjan av langabbasoni hjá Jóhannes av Nesi, sum var farin úr Føroyum til Bretlands
134 ár frammanundan. Jóhannes var langabbabeiggi okkum báðar, og eru vit allir fermenningar. Jógvan var tá innlagdur á
sjúkrahúsi, men her eru Bill Johnson (avleitt av Joensen) og kona hansara Pam komin at siga Jógvani farvæl. Hendan vitjan var
ein stórhending í ættini.
Eitt sindur av ættarsøgu av Trøllanesi kann lesast á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo. blað nr. 348 og 373.
Dagurin
17. mars Geirtrúð, deyð 659. Dóttir Pippin eldra og
abbasystir Karlamagnus. Fór ung í kleystrið Nivelles í
Belgia og gjørdist eisini abbadissa har. Millum annað var
hon verndari hjá ferðandi fólki, og við vegirnar nógvastaðni
í Europu vórðu bygd sanktugeirtrúðtilhald, har tey ferðandi
og tey fátækastu kundu fáa hjálp. Við hesi tilhald vórðu sett
upp vakurt málaðar træmyndir av Sanktu Geirtrúð við
gyltari krúnu. Av veðri og vindi fóru málingin og gyllingin
av hesum myndum, og av tí kemur tiltakið, at ”ljómin er
farin av Sanktu Geirtrúð”. Undir hesum býr kanska eisini
tað, at teir gomlu søgdu, at var regn geirtrúðardag, fór at
vera regnsummar. Navnið er týskt, samansett av orðunum
spjót og styrki.
18. mars. Aleksander, deyður umleið 250. Úr Aleksandriu
og endaði sum biskupur í Jerúsalem. Fleiri ferðir varð hann
atsøktur fyri trúgv sína, men komst undan og doyði ein
natúrligan deyða, og varð ”blóðvitni uttan blóð”, sum tikið
varð til.
19. mars. Jósef. Dagurin hildin til minnis um festarmannin
hjá Mariu Moy. Hann gjørdist, sum vera man, halgimenni
hjá húsasmiðum og handverksmonnum. Bíbilska navnið
merkir ”Guð lati meg fjølgast”.
nøvn