fríggjadagur 16. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
16
at hetta var einki fyri meg, og eg
bæð enntá babba bestilla mær
eina flogbillett heim. Men tað
hjálpti sera nógv, tá ið eg byrjaði
at síggja og merkja framgongd,
og tað var eisini ein góð hjálp
fyri meg, at tveir aðrir føroyingar
eisini vóru har.
Út at svimja
klokkan 6
Lívið hjá Willy var mest sum vent
upp og niður í Ebeltoft.
– Vit skulu í song klokkan 10
um kvøldið og fóru uppaftur klokk
an 6. Tað var ein stór broyting fyri
meg, tí eg var vanur við at hyggja
eftir filmum og eta okkurt langt
út á náttina. Nú kundi eg ikki
longur eta tað, sum eg hevði hug
til, og um dagin íðkaðu vit nógvan
ítrótt. Sum tíðin leið, gjørdist alt
lættari, og eg haldi eisini, at eg
gjørdi meg harðan og stríddi meg
ígjøgnum hetta.
– Ein vanligur dagur hjá mær
kundi verða, at eg fór upp klokkan
6, súkklaði inn til Ebeltoft, har eg
svam 1000 metrar í svimjihøllini.
So æt eg morgunmat klokkan 8,
aftaná tað vandu við í eini høll
við góðum umstøðum, og aftan á
døgurða var ofta meira venjing á
skránni.
– Vit fingu eisini undirvísing um
kroppin, um kost og annað, og vit
sluppu sjálvi at royna at gera mat
í køkinum. Starvfólkini vóru sera
dugnalig, og tey dugdu væl at
hjálpa og motivera okkum.
Fer ikki svangur
til handils
Willy var á skeiði í Ebeltoft frá 7.
august og fram til 14. desember.
Hann skuldi verða har eina viku
longur, men tá hevði hann fingið
nóg mikið.
– Tað var ein sera hørð tíð,
og eg gavst eina viku áðrenn
tíð. Tá hevði eg brúk fyri at
sleppa burtur, so eg fór til Keyp
mannahavn í nakrar dagar at
hugna mær, áðrenn eg so kom
heimaftur.
Willy vigaði 132 kilo, tá ið hann
vigaði mest, men eftir uppihaldið
í Ebeltoft, var hann sloppin av
við 52 pund og vigaði tá 106 kilo.
Síðani hevur hann tapt seg 16
pund afturat, so at hann nú vigar
98 kilo.
– Eg helt, at tað fór at verða
truplari at koma heim, men eg
havi higartil klárað at hildið meg
burtur frá sjokulátu og grill, og
eg íðki framvegis nógvan ítrótt.
Tað kann onkuntíð verða hart
at ganga fram við hillunum við
bommum og sjokulátu, men tað
gongur, og eg havi gjørt mær tað
til vana, at eg fari ikki svangur til
handils.
Lívið er nógv broytt
Gerandisdagurin hjá Willy
Stampe er blivin ein heilt annar,
eftir at hann legði tey mongu
pundini eftir seg í Danmark.
– Alt er lættari nú. Nú síggi
eg ikki longur stjørnur fyri mær,
tá ið eg bukki meg niður. Tað er
eingin trupulleiki at fara upp um
morgunin, eg tími væl at fara til
arbeiðis, og eg eri ikki so troyttur
av gerandisdegnum. Eg havi
eitt heilt annað yvirskot nú, og
viðhvørt veit eg ikki, hvat eg skal
finna upp á, tí eg havi so nógv
energi.
– Fyrstu tíðina eftir at eg kom
heim, upplivdi eg ferð eftir ferð,
at fólk ikki kendu meg aftur. Eg
heilsaði upp á fólk, men eg fekk
onga reaktión, so tá kundi eg í
øllum førum enn einaferð stað
festa, at eg var broyttur.
– Eg havi altíð verið í góðum
lag og havi sæð positivt upp
á tingini. Soleiðis er tað eisini
heima hjá okkum, og tað hevur
hjálpt mær sera nógv. Familjan
hevur verið ein stórur stuðul hjá
mær gjøgnum alla hesa tíðina, og
uttan tey hevði tað ikki borið til,
sigur Willy.
Sløk 80 pund lættari enn fyri
einum góðum hálvum ári síðani,
hevur Willy sett sær eitt nýtt mál
fyri vektina.
– Málið er nú at koma niður á
94 kilo og at halda mær har, sigur
hann.
- Eg havi altíð verið í góðum lag og havi sæð positivt upp á tingini. Soleiðis er tað eisini heima hjá okkum, og tað hevur hjálpt mær sera nógv. Familjan hevur verið ein stórur stuðul hjá mær gjøgnum
alla hesa tíðina, og uttan tey hevði tað ikki borið til, sigur Willy Stampe
Mynd: Høgni Thomsen
- Tað var blivin ein stórur persónligur trupuleiki fyri meg, at eg vigaði so nógv.
Eg orkaði simpelten ikki at fylgja við í gerandisdegnum, sigur Willy
Fakta
Navn: Willy Stampe
Aldur: 21 ár
Bústaður: Klaksvík
Arbeiði: Timburmaður hjá Norðhús