fríggjadagur 16. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 54 - 16. mars 2007
Í dag, fríggjadagin 16.
mars, verður Hanus Lóm
stein á Toftum 60 ár. Føð
ingardagin er hann staddur
í Glostrup, har hann og kon
an, Sólrun, hava búð sein
astu mánaðirnar.
Hanus er ættaður úr
Syðrugøtu. Foreldrini vóru
Erikka fødd Gregersen og
Høgni Lervig, sum seinni
fekk sær Lómstein til eftir
navn. Hon var úr Syðrugøtu,
og hann var ættaður úr
Norðagøtu, men flutti longu
sum níggju ára gamal til
Syðrugøta. Tey fingu tíggju
børn: Arnbjørn á Fyn, Jón
hild í Aas sunnanfyri Oslo,
Sjúrður í Havn, Friðgerð í
Fuglafirði, Odvør í Keyp
mannahavn, Magni á Sjæl
landi, Finnur í Havn, Óluva
í Havn, Hanus á Toftum og
Fríða á Toftum. Hanus misti
mammuna í 1962, tá ið
hann var 15 ára gamal, og
Høgni doyði í 1987. Odvør
doymði í 1990 og Finnur í
2003.
Hanus royndi sjólívið,
áðrenn hann fór til Havnar,
har hann lærdi í Skipshandl
inum og gekk í handilsskúla.
Eftir at hann í 1967 var
fluttur til Toftir at búgva,
arbeiddi hann í alingini,
sum Júst í Túni var farin
undir í Skálafirði, var til
skips og gjørdi annað fyri
fallandi arbeiði. Tað er ikki
so langt síðani, at Hanus á
Rás 2 greiddi frá, og tá lýsti
hann sera væl barnaárini í
Gøtu og unglingaárini sum
skipsmaður og handilslær
lingur í Havnini.
Beinanvegin, tá ið hann
var komin til Toftir, veitti
Hanus ofta verfaðirinum,
Pidda Skaale, eina hjálpandi
hond í handlinum, sum
Piddi hevði havt so at siga
alla sína tíð. Í 1971 yvirtók
Hanus handilin og postin
og strandferðsluna, sum
Piddi hevði havt um hendi.
Hanus var handilsmaður
inntil fyri einum stórum ári
síðani. Tá seldu hann og
konan handilin hjá Pidda,
sum tó framvegis er í somu
hølum, sum hann hevur
verið í mong ár.
Í 35 ár var Hanus ein av
fryntligu lyklapersónunum
í bygdini, sum flestu tofta
fólk heilsaðu upp á so at
siga hvønn dag. Hanus var
eldhugaður og arbeiðs
samur, og handilin hjá
Pidda vaks nógv í vavi og
útboði tey árini, meðan
Hanus var handilsmaður.
Í 1967 giftist Hanus Sól
run fødd Skaale og ættað
av Toftum. Tey bygdu uppi
á Hamri, og tey eru mong,
sum hava sitið væl inni hjá
teimum. Sólrun og Hanus
eiga fýra børn, sum øll eru
gift og eiga børn: Betty býr
í Keypmannahavn, har hon
er farmaseutur, Erla er trú
boðari í Venezuela, Gurðun
er trúboðari í Russlandi, og
Andrass er lærari í Keyp
mannahavn. Hanus eigur
tólv abbabørn – tríggjar
gentur og níggju dreingir.
Eftir at Sólrun og Hanus
vórðu leys av ábyrgdini fyri
handlinum, fluttu tey niður
at búgva og vera saman við
børnum og barnabørnum.
Tey halda seg kortini ikki
at vera flutt av Toftum. Hús
ini á Hamri eiga tey fram
vegis, og um tað gongst,
sum tey ætla, so vera tey
aftur á Toftum um ikki so
langa tíð.
Ikki minst í samkomuni
Nebo verða tey bæði sakn
að. Eftir at Hanus var kom
in til Toftir at búgva, fór
hann skjótt saman við kon
uni at hjálpa til í sunnudags
skúlanum, og síðani tá hev
ur hann sýnt stóra ábyrgd
fyri samkomuarbeiðnum.
J
Hósdagin 8. mars varð
Niklas Foldbo á Toftum 70
ár. Føðingardagurin verður
hildin leygarkvøldið 17.
mars á Svangaskarði, har
øll eru hjartaliga væl
komin.
Niklas er toftamaður. For
eldrini vóru Inga fødd
Johannesen og Óli Foldbo.
Mamman var ættað av
Líðarenda á Nesi, og pápin
var ættaður við Rætt á Toft
um. Inga var gift tvær ferð
ir. Fyrri maðurin, Sofus,
var beiggi seinna mannin.
Sofus fórst við Annu í
1924. Inga og Sofus áttu
Jóhanna Hansen á Glyvrum,
Kathrina Klein í Vestmanna
og Sofía Højgaard á Toftum.
Børnini hjá Ingu og Óla eru
Sofus í Leirvík, Jovina Høj
gaard á Toftum, Jóhan
Christian í Leirvík og
Niklas. Eftir á lívi av systk
inaflokkinum eru Sofus,
Jóhan Christian og føðing
ardagsbarnið.
Niklas lærdi til snikkara
á Glyvrum hjá Jacob Peter
sen ella Jakku á Verkstað
num, sum hann varð nevnd
ur. Niklas var avlærdur í
1957, og í 1960 fór hann
niður til Danmakar at læra
til verkfrøðing. Niklas leyk
prógv sum bygningsverk
frøðingur frá verkfrøð
ingaskúlanum í Horsens í
1964.
Eftir lokna útbúgving
arbeiddi Niklas eitt skifti í
Danmark. Í 1965 flutti hann
til Havnar og fór í starv hjá
Landsbyggifelagnum. Nik
las var hjá hesum felagnum
í fimm ár, og millum upp
gávurnar, sum hann fekst
við, vóru skervverkið í
Hundsarabotni og uppmát
ingar eitt nú í Kirkjubø og
við Streymin. Tá ið Sand
víkartunnilin varð fyri
reikaður og bygdur, var
Niklas við til at máta upp
og hava eftirlit.
Í 1970 flutti Niklas heim
á Toftir at búgva, og um
somu tíð fór hann í starv
hjá Phil & Søn. Niklas var
um sama mundið uppi í
havnagerðini í Runavík og
við útdýpingini og við
Streymin og við at gera
brúnna um Streymin. Phil
& Søn gjørdi nógvar tunlar
kring landið, og Niklas var
byggileiðari, tá ið Norð
skálatunnilin og Leyna
tunnilin vórðu gjørdir.
Á heysti í 1976 fór Niklas
í starv hjá Landsverkfrøð
inginum, har hann gjørdist
deildarleiðari á Lambar
eiði.
Landsverkfrøðingurin
stóð sjálvur fyri fleiri tunn
ilsarbeiðum. Tað var so upp
lagt, at royndirnar hjá
Niklasi á hesum økinum
komu stovninum til góða,
og Niklas var 1978-81
byggileiðari, tá ið tunlarnir
vórðu gjørdir í Kalsoy, og
síðani í Leirvíkstunlinum,
sum var liðugur í 1985.
Niklas arbeiddi hjá tí
almenna inntil ár 2000. Tá
gjørdist hann byggileiðari í
Vágatunnlinum, og hann
var eisini uppií, tá ið Norð
oyatunnilin var gjørdur.
Boð hava verið eftir
Niklasi í almennum nevnd
ararbeiði. Eitt nú var hann
formaður í nevndini fyri
Menningargrunnin í eini 20
ár. Í 1976 varð Niklas vald
ur í bygdarráðið fyri Nes
kommunu. Har sat hann
inntil hann ikki stillaði
uppaftur í 1984.
Niklas hevur verið sera
arbeiðssamur, nágreiniligur,
miðvísur og tilvitaður um,
hvat málið hevur verið. Tað
er komið so mongum til
góða.
Tað hevur ofta verið tikið
til, hvussu hendinga væl
tað hepnaðist, tá ið Eyst
uroyar Ellis- og Røktarheim
varð bygt. Niklas var for
maður í bygginevndini,
sum í 1984 handaði komm
ununum í oynni stak væl úr
hendi greitt arbeiði.
Í 1980 varð Niklas valdur
í kirkjuráðið fyri Nes
prestagjald. Síðani 1990
hevur Niklas verið formað
ur. Tá ið Fríðrikskirkjan
varð bygd fyrrapartin av
nítiárunum, var kirkjuráðið
sjálvt byggiharri, og Niklas
var undangongumaður fyri
at fáa kirkjuna bygda. Tað
eydnaðist stak væl, hóast
tíðirnar vóru trongar. Niklas
var ein av stigtakarunum
fyri at seta felagið fyri
kirkjuráðslimir á stovn, og
har var hann fyrsti formaður
1994-2000. Niklas var ein
av teimum, sum legði stóra
orku í at fáa leguhúsið í
Nesvík liðugt.
Niklas hevur í nógv ár
verið limur í Lions, har
hann eisini hevur tikið sítt
formanstørn. Hann hevur
altíð verið áhugaður í ítrótti
og tí, sum hevur við Tofta
Ítróttarfelag og Svangaskarð
at gera. Frammanundan at
ítróttarfelagið á Toftum
varð stovnað í 1962, var
Niklas í 1957 við til at
stovna NSÍ, sum hann var
fyrsti formaður í.
Niklas spældi í síni tíð
hondbólt og róði kapp. Á
Svangaskarði hevur hann
tikið fleiri tørn sum nevnd
arlimur. Tað síðsta var
lokið, tá ið hann á aðalfundi
síðsta sunnudag boðaði frá,
at hann ikki tók við aftur
nevndarvali. Í sambandi
við byggingina av húsum
og vallum á Svangaskarði
hevur Niklas verið størsti
stuðulin hjá navnanum og
vinmanninum, Niclasi
Davidsen, sum sunnudagin
legði frá sær eftir 25 ár í
formanssessinum í Tofta
Ítróttarfelag.
Niklas Foldbo giftist í
1963 við Rakul fødd
Johannesen og ættað av
Hellunum. Hon er sjúkra
systir, og tey eiga snotuligt
og hugnaligt heim omanfyri
við Rætt. Rakul og Niklas
eiga tríggjar døtrar: Inga er
akademiøkonomur, Helga
er studentaskúlalærari og
Óluva sjúkrasystir. Inga og
Óluva búgva í Havn, og
Helga býr við Norðskála.
Niklas eigur tvey abbabørn
– ein drong og eina gentu.
J
Hanus Lómstein 60 ár
Niklas Foldbo 70 ár
nøvn