fríggjadagur 16. mars 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti 17
- Eg kann ikki koma
við nøkrum, sum líkist.
Her eru grundleggjandi
munir millum bæði
samfeløgini, so sum
trúgv, mentan, tempo,
forrætning, uppgávu
num hjá landinum og
tí almenna, stutt sagt
alt, sigur Rógvi Borð
oy, ið er fluttur úr
Føroyum til Teilands.
Rógvi Borðoy, aldur? og
upprunabýur?
Eg eri uppvaksin við Norðskála á
Eysturoynni og eri 29 ára gamal.
Hvar ert tú staddur?
Eg eri staddur í Chiang Mai
norðast í Teilandi
Nær flutti tú til Teilands?
Eg flutti til Teiland fyrstu ferð í
august 2004.
Hví flutti tú til Teilands?
Upprunaliga orsøkin var at eg
skuldi í starvsvenjing á einum
mánaðarligum blaði sum
tíðindamaður, og tað fullførdi eg
eisini. Eg fann skjótt útav at mær
dámdi sera væl her yviri,
serliga veðurlagið, men eisini alt
annað. Tá eg so flutti til Føroyar
aftur gjørdi eg eina verkætlan
fyri eksportfelagið hjá okkum,
ThaiFo Co., Ltd., og kom aftur eitt
ár seinni fyri at byrja arbeiðið við
fyritøkuni.
Hvussu er við málinum – var/
er tað torført at læra málið?
Teilendskt er sera torført, tí tað
er eitt sokallað tonalt mál. So eitt
orð sum til dømis “mai” hevur
tíggju ymiskar týdningar, alt eftir
um orðið er langt ella stutt, um
orðið hevur lágan, miðal, høgan,
lækkandi ella hækkandi tóna.
Hetta er púra vist tann torførasti
parturin av málinum, men nú siga
teilendingar at eg práti tað klárt
og týðuligt. Her er so gott sum
eingin mállæra, og tað hjálpir. Eg
dugi sjálvandi ikki alt, tí eg havi
ikki fingið vanliga undirvísing.
Hvat dámar tær í Teilandi?
Jamen her er deiligt. Ein vinur
hjá mær, sum er fyrrverandi
bretskur konsul, segði tað nokkso
gott. Hann hevði búð her í 45 ár,
tá hann segði mær frá, at hann
“bara skavaði á mentunarligu
yvirflatuni”. Her eru sera nógv
ting at læra og venja seg við, so
man keðir seg
aldrin!
Er tað nakað tær ikki dámar
við at liva í Teilandi
Landið gongur í einum øðrum
tempo enn vesturlendsk lond.
Alt tekur longri tíð, enn tað
eigur, og tað kann vera
ótrúliga troyttandi.
Teilendingar hugsa
út frá buddhistisku
tankagongdini
ikki serliga langt
fram í tíðina.
Faktiskt ofta
bert um dagin
í dag, og tað
skínir ígjøgnum
allar partar av
samfelagnum.
Her er so
gott sum
eingin almenn
býarplanlegging og
flestu avgerðir um
nýggjar stórverkætlanir
eru plágaðar av mutri.
Hetta er torført at venja seg
við og ómøguligt at góðtaka! Eg
havi álit á, at nýggja stjórnin fer
at gera nakað við hetta fyrr ella
seinni.
Hvussu er mentanin í
Teilandi? – Líkist hon tí
føroysku?
Nei! Hmmm...nú havi eg sitið í
5 minuttir og hugsað og eg kann
ikki koma við nøkrum sum líkist.
Her eru grundleggjandi munir
millum bæði samfeløgini, so sum
trúgv, mentan, tempo, forrætning,
uppgávunum hjá landinum og
tí almenna, stutt sagt alt. Tað
er eisini tað, sum ger tað so
avbjóðandi at vera her.
Hvussu er maturin í Teilandi?
Sterkur! Tom yam goong er ein
heimskend suppa við rækjum
og øðrum og tað er so gott sum
ógjørligt at eta í fyrstuni, tá man
kemur her. Men nú havi eg havt
vitjan av familju og vinum oftani,
og tey eta tað sum einki. So
gott sum allir rættir hava eina
súpiskeið av chilli í sær. Mær
dámar bara væl, men eg stúri
eitt sindur fyri at føroyskur matur
ikki fer at smakka líka væl, tí
smakksleykirnir eru avbrendir!
Hvussu er veðrið í Teilandi?
Her í Chiang Mai hava vit tríggjar
tíðir. Heit tíð frá mars til juni,
regntíð frá tá til november og so
køld tíð frá november til mars.
Ikki so, kalda tíðin er í minsta lagi
16 hitastig um náttina og enn eini
25 hitastig um dagin!
Hevur tú ætlanir at flyta
heimaftur til Føroya?
Ikki beinanvegin. Eg má royna at
fáa felagið ordiliga upp at koyra
fyrst, men fyrr ella seinni verði eg
at síggja á klettunum aftur vænti
eg. Ilt at siga nær.
útisetin
Lagt til rættis: Niels Uni Dam (nielsuni@sosialurin.fo)
Útisetin hesaferð:
Rógvi í eini aðrari verð