fríggjadagur 16. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 - 16. mars 2007
Signar P. Dam 70 ár
Mikudagin tann 7. mars
fylti pápi okkara 70 ár.
Henda dagin var hann
burturstaddur.
Sum 70 áringur,
halda vit, at hann sær
sera gott út og heldur
seg stak væl.
Pabba er sonur
Ragnhild og Petur M.
Dam og vaks upp á
Tvøroyri.
Eftir lokið studenta
skúlaprógv í Hoydølum,
fór hann at mála saman
við góða vini sínum og
systkinabarni Tummas
Michael Smith. Síðani
fóru hann og mamma
til Danmarkar, har hann
tók útbúgving sum
lækni. Eftir 13 ár í Dan
mark, longdust teimum
heima aftur til Føroyar,
og í 1971 fluttu tey til
Tvøroyrar at búgva við
okkum trimum børnum.
Pabba hevur altíð verið
ógvuliga lokalpatri
otiskur og áhugamál
sum hava við Tvøroyri
at gera, liggja honum
tætt at hjartanum.
Tey fyrstu nógvu
árini, var pabba sera
virkin sum reiðari og
kommunalpolitikkari.
Hann hevur starvast
sum kommunulækni í
skjótt 35 ár og eydnan var við honum, tá ið hann fekk
Karl Johan Fossá sum starvsfelaga, har teir báðir saman
við skrivarunum Almu og Dianu, hava havt eitt
ómetaliga gott samstarv við nógvum stuttligum løtum.
Matgerð er eitt av heilt stóru áhugamálunum hjá
pabba. Honum dámar sera væl at borðreiða við nøkrum
heilt serligum og alt er so gjøgnumført hjá honum.
Hann og vinkonan Anna Kirstin hava fleiri ferð gjørt
tað stóra kalda borðið til veitslur, har tað hevur smakkað
so væl og sæð so gott út, at fólk hava tosað um tað
leingi aftaná.
Tá ið familjan er samlað og pabba hevur gjørt mat,
eru vit altíð so spent, tí vit vita, at alt hann ger, smakkar
so ævintýrliga væl.
Á henda hátt hevur hann altíð dámað væl at samla
okkum til ein góðan bita.
Anders And uppvaskið í køkinum aftaná er ein onnur
søga - vit fáa í hvussu so er eitt gott og laaaaangt prát,
tá ið uppvaskið verður tikið.
Heilt frá barnsbeini av hevur honum dámað at lurta
eftir opera og klassiskum tónleiki. Til tíðir eru
hátalararnir vendir út móti bønum og vindeyguni standa
víðopin, meðan hann rokast uttanfyri við ymsum. So
ýlir hetta - fyri okkum ljóðandi - hysteriska kvinnu
menniskja um allar geilar. Lukkutíð fyri tvøráfólk,
hevur hann nú ognað sær ein MP3 spælara.
Pabba! Nógv góð orð kunnu vit siga um teg, men tað
týdningarmiklasta tú hevur givið okkum er kærleika og
tryggleika. Og hóast tú hevur lagt oyra til nógvar søgur
ígjøgnum títt arbeiði sum lækni, so leggur tú altíð oyra
til, hvat vit hava á hjarta og ráðini frá tær eru altíð merkt
av umhugsni og klókskapi.
Vit vilja ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og
ynskja tær alla góða eydnu framyvir. Vit elska og virða
teg ómetaliga høgt.
Kærar heilsur Malla, Ragnar og Pætur
PS Vit gleða okkum øll nógv til Italien túrin í summar.
19
nøvn
Í gjár varð bókin
um føroyskar sjúkra
røktarfrøðingar
løgd fram fyri
almenningin í
felagshúsunum í
Lucas Debesargøtu í
Havn
Orð og myndir :
Dánjal P. Højgaard
Kvinnudagin 8. mars kom
út ein bók um 1000 før
oyskar kvinnur frá 1912-
2007 – og nakrar mans eis
ini. Bókin varð løgd fram
fyri almenningin í gjár
seinnapartin, tá móttøka
var í húsunum hjá føroysku
sjúkrarøktarfrøðingunum
seinnapartin. Væl av fólki
møtti upp til hátíðarhaldið
har Jana H. Dalsgaard,
forkvinna, beyð vælkomin
og segði nøkur orð um
arbeiðið við bókini.
Nevndin í felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktar
frøðingar samtykti at fara
undir bókaverkið fyri seks
árum síðani. Arbeitt hevur
verið eftir líknandi leisti,
sum við bókini um før
oyskar lærarar. Men tað
hevur eisini staðið teimum,
ið hava svarað, frítt at taka
við ymsar upplýsningar av
týdningi. Hetta ger bókina
fjølbroytta og áhugaverda
at lesa. Spurnarbløð eru
send út til so nógvar før
oyskar sjúkrasystrar ella og
- røktarfrøðingar sum
gjørligt, umframt at lýst
hevur verið í bløðum bæði
her heima og uttanlands.
Bókin er við hesum ein
byrjan at lýsa hendan partin
af føroyskari kvinnusøgu.
Hugtakandi er at síggja,
hvussu víða føroyskar
sjúkrasystrar hava verið.
Tær hava røktað og grøtt
fólk um allan heim; í friðar
tíð eins og í kríggi.
Nakrar vóru til dømis í
Týsklandi undir seinna
Heimsbardaga, onkur í
Finsk-Russiska krígnum
o.s.fr. Men størsti parturin
av arbeiði teirra hevur tó
verið her heima á klett
unum.
Tær vóru ofta við til at
taka ímóti teimum nýføddu,
røktaðu tey sjúku og
skaddu, sótu við sóttarsong
– og sveipaðu tey deyðu í
seinasta búnan. Ein fakligur
bólkur, ið eitt samfelag ikki
kann vera fyri uttan. Tí er
tað gleðiligt og sømiligt, at
skjøtil nú endiliga er settur
á at lýsa lív og lagnur hjá
føroyskum sjúkrarøktar
frøðingum.
Bókin er prentað á
Føroyaprent og kemur í
bókabúðirnar í næstum.
Niels JákupThomsen,
Marna Jacobsen og Turid
Kjølbro frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags hava
ritstjórnað. Staðið fyri inn
savning av tilfari fyri
felagið hava Hansa Christ
iansen, Hervør Eidesgaard
og Jana H. Dalsgaard.
Bók um túsund
føroyskar kvinnur
Bókin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum varð løgd fram í gjár. Í miðjuni sæst fráfarandi forkvinnan, Jana H. Dalsgaard
rá móttøkuni í gjár í hølunum hjá sjúkrarøktarfelagnum