fríggjadagur 16. mars 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
18
Altjóðagerðin er av álvara
komin til Føroya eisini. Boð eru
eftir føroyskari arbeiðsmegi í
útlandinum. Ella rættari eftir
búskaparfrøðingi við olju sum
speciali til risafyritøku í Geneve
í Sveis. Tey hepnu eru Tumm as
Pauli Mýri og konan Martha,
sum seinastu árini hava búð í
Klaksvík saman við børnunum,
Malan 6, Jákup 4 og Anna
Louisa 1 ár, og sum nú fara til
hetta ævintýrkenda og spennandi
alpulandið at arbeiða og búgva í
komandi 2 til 3 árini.
Hví koma til Føroya eftir bú
skaparfrøðingi, nú Europa klekir
túsundtals slíkar á hvørjum ári!
Svarið er einfalt: Havnarmaðurin
Teitur Poulsen var headhuntaður
til oddastarv í svensku fyritøkuni
Lundin Petroleum, sum hevur
sítt høvuðssæti í Sveis. So væl
hevur gingið hjá honum, at
leiðslan í oljufyritøkuni, sum er
verd 20 milliardir krónur, sendi
boð eftir enn einum føroyskum
búskaparfrøðingi at umsita og
virðisøkja stóru virðini.
– Eg helt tað ljóðaði ómetaliga
spennandi at royna hetta starvið,
nú eg jú havi drúgvar royndir í
oljuvinnuni sigur ein blíður og
spentur Tumm as Pauli, nú hann
riggar til at fara av landinum og
leggja leiðina til Geneve. Seinni
kemur restin av familjuni. Konan
verður so heimaarbeiðandi at
byrja við, nú smábørn eru í barna
flokkinum.
Fortíðin kemur
væl við
Tað er so ikki minst fortíðin hjá
Tumm as Paula, sum nú kemur
honum til góða. Hann valdi eftir
lokið studentsprógv í Føroyum
at leggja leiðina til Aberdeen
eins og nógvir aðrir av hansara
javnaldrum. Eftir lokna útbúgving
frá m.a. Robert Gordon University
fór hann at arbeiða sum búskap
arførðingur við oljubúskapi sum
sergrein hjá tveimum heimsins
størstu oljufeløgum, fyrst í gótt
og væl eitt ár hjá Shell og seinni
í heili fimm ár hjá BP í Aberdeen
og Stavanger. Heimkomin til
Føroya var Tumm as Pauli eitt
tíðarskeið hjá BP í Havn. Seinni
fekk hann so boðið starv í Føroya
Banka sum íløguráðgevi.
Hóast oljuvinnan hevur staðið
sera framm arlaga, so hevur hetta
seinasta árið í Føroya Banka
havt ómetaliga stóran týdning
fyri Tumm as Paula. – Tað hevur
verið eitt fantastiskt ár, tí tað er
so sera spennandi, inspirerandi
og avbjóðandi at arbeiða í
fíggjarheiminum. So tað skuldi
nakað heilt serstakt til at fáa
hann at broyta løgdu kósina inn
í pulserandi fíggjarheimin. Og
Arbeiði í útlandi
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Klaksvíksfamilja í
Tummas Pauli Mýri arbeiddi í nøkur ár hjá nøkrum av heimsins størstu oljufeløgum í Bretlandi, Shell og BP. Nú
gongur leiðin so til eitt minni men kortini stórt oljufelag.