Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 54 - 16. mars 2007 ] SAMBAND jákup mørk jakup@sosialurin.fo tlf. 341800 ítróttur - Sjálvandi vita vit, at tað eru fleiri, sum hava roynt seg við miseydn­aðum íløgum innan fótbólt, og tann vágin er sjálvandi eisini til staðar her. Heini Zachariassen, nevndarformaður í Fremad-Invest Við føroyskum íleggj­ arum og føroyskum sponsorum verður Fremad Amager ikki bara eitt íløguobjekt. Talan verður veruliga um eitt professionelt føroyskt fótbóltsfelag í Danmark Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tann 20. februar kundi vit her á blaðnum skriva, at Todi Jónsson var ávegis eini yvirtøku av danska Fremad Amager. Hóskvøldið var eyka­aðal­ fundur so hildin í felagnum, og seinni um kvøldið vátt­ aði felagið, at nýggjur eig­ ari hevur yvirtikið meiri­ lutan av partapeninginum í felagnum. Føroysk loysn Tað er partafelagið, Frem­ad Amager-Invest A/S, sum hevur keypt felagið, og handan felagið standa fleiri føroyingar. Millum íleggjararnar í Fremad Amager-Invest A/S eru Todi Jóns­­son og føroyska P/F Set, ið Fram­taks­grunn­ urin, Sparikassa­grunnurin og Framtaksfelagið Notio eiga. Nevndarformaður í nýstovnaða felagnum er Heini Zachariassen úr Hoy­ vík, sum eisini er nevnd­ar­ limur í Set, og sum seinnu árini hevur stjórna donsku KT-fyritøkuni Bullguard. Og hann váttar, at talan er um eina 100% føroyska loysn, nú Fremad Amager er yvirtikið. – Sjálvandi vita vit, at tað eru fleiri, sum hava roynt seg við miseydnaðum íløg­ um innan fótbólt, og tann vágin er sjálvandi eisini til staðar her. – Hinvegin hevur Set ein váðafýsnan íløguprofil, og vit síggja avgjørt stórar møguleikar í konseptinum, sum er sett upp. Og tann partin vilja vit fegnir lýsa meira nágreiniliga á tíð­ indafundinum týsdagin. Heini váttar tó, at talan er um eina loysn við før­oysk­ um íleggjarum, og har trígg­ ir føroyskir stuðlar eisini verða knýttir at felagnum. Nevnliga Eik Banki, At­lantic Airways og Sansir. Høvuðsstuðul felagsins verður tó framvegis danska Hanne Nørgaard. – Saman við stóra navn­ inum, sum Todi Jónsson er – bæði í Føroyum og í Keyp­ mannahavn – og við sterku siðvenjuni, sum Fremad Amager hevur, síggja vit stórar møguleikar í hesum konseptinum. Føroyskir útisetar Sum er, so hevur Fremad Amager tveir føroyskar landsliðsspælarar – Andrew av Fløtum og Tem Hansen - í hópinum. Eisini hava Jann Ingi Petersen og Hjal­ grím Elttør roynt seg í fe­lagnum, og við nýggja eigaraskarðanum er uttan iva væl hugsandi, at talan í framtíðini verður um fleiri føroyskarar spælarar. Ikki minst, tá hugsað verður um, at tað munnu búgva í minsta lagi 2.500 føroyingar á sjálvum Amager, umframt teir mongu, sum búgva í og nærhendis danska høv­uðs­ staðnum. Eisini heldur føroyska útisetafelagið, ÍF Føroyar, til á leiðini, og tí er væl hugs­andi, at bestu spælar­ arnir her nú í størri mun leita sær størri avbjóðingar innan danska fótbólt. Ítøkiliga vil Heini Zacha­ riassen tó einki siga um hesar møguleikar. – Vit hava sjálvandi einki ímóti, um góðir føroyskir fótbóltsspælarar vilja royna seg. Tað eru teir sjálvandi vælkomnir til, er einasta viðmerkingin til hetta. Todi Jónsson sjálvur vil í løtuni ikki gera viðmerk­ ingar til tíðindini, men vísir til tíðindafundin, sum verð­ ur týsdagin. Sterkar røtur Hóast Fremad Amager í dag ikki telist millum tey stóru í Danmark, so er lítið at ivast í, at felagið hevur sterkari røtur enn flest onn­ ur. Ikki minst eru røturnar djúpar innan arbeið­ara­ stættina, áskoðaratalið er væl og virðiliga á hædd við tað, sum fleiri superligu­ feløg kunnu vísa á. Men tað eru tó 10 ár síð­ ani, at felagið seinast gjørdi um seg í bestu donsku deild­ ini. Síðani hevur tað onkra ferðina verið heilt nær við, men fíggjarliga fundamentið hevur ikki borið, at upp­ flytingin støðugt er gloppin av hendi síðani, og tí varð neyðugt at fáa nýggjan kapital til vega. Og hesin hevur so víst seg at vera før­ oyskur. Fram á Føroyar Í gjárkvøldið varð staðfest, at hald var í tíðindunum um føroysku yvirtøkuna á Amager. Todi Jónsson hevur saman við øðrum keypt meirilutan av partapeninginum í felagnum tilgjørd mynd: Álvur Haraldsen Heini Zachariassen, sum seinnu árini hevur starvast sum stjóri í Bullguard, er nevndarformaður í føroyska Fremad-Invest mynd: www.bullguard.com Todi fer at venja mánadagin Møguleiki fyri før­ oyskum álopspari í Fremad Amager er til staðar, tá Todi Jónsson mánadagin fer at venja við nýggja felag sínum Á aðalfundinum varð sambært fundar­lut­tak­ arunum sagt, at Todi Jónsson ætlar sær at venja við hópinum mánadagin. Og fyri bold.dk váttar venjari felagsins, Peer F. Hansen, at Todi fer at spæla. - Hann váttaði fyri mær, at hann er tøkur hjá liðnum, um eg havi tørv á honum. Tað er sjálvandi nakað síðani, at eg sá hann spæla, men eg veit, at hann er ein góður spælari, og gleði eg meg at síggja hann til venjing, sigur