fríggjadagur 16. mars 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti 19
tað var nýggja starvið. At fáa
boðið búskaparstarv hjá altjóða
oljufyritøku í Sveis vigaði tyngri.
Gott at fara burtur
Tummas Pauli Mýri telist millum
teirra, ið halda, at ungir føroy
ingar, sum eru mobilir og hava
lætt við at fóta sær í nýggjum
umhvørvi, eiga at taka av slíkum
avbjóðingum, tí tað kann vera
eitt sera gott grundarlag at koma
heimaaftur til eina møguliga
føroyska oljuvinnu.
Oljufelagið Lundin Petroleum
arbeiðir í nógvum londum, í
Afrika og í Asia men eisini í
Norðsjónum, har tað herfyri fekk
leitiloyvi saman við ongum øðrum
enn Faroe Petroleum. Spurdur um
hetta kennskapið og samstarvið
kann draga Lundin til Føroyaøkið
eisini vil Tummas Pauli treyðugt
svara, tí hann er so nýggjur.
Vit loyva okkum tó at gita, at
møguleiki átti at verið fyri, at eitt
nú Lundin kann farma, keypa seg
inn í leitiloyvið hjá Eni og Faroe
Petroleum, har borast skal eftir
olju í 2008. Teitur Poulsen, sum
hevur verið hjá Lundin í eina tíð,
arbeiddi fyrr hjá Faroe Petroleum.
Kanska henda føroyska ”connec
tion” kann skunda yndir, at slík
oljufeløg sum Lundin fara at vísa
Føroyaøkinum ans. Bara tíðin
fer at vísa, um felagið hjá Teiti
og Tummas Paula fer at gerast
uppaftur meira ”føroyskt”.
Stórar uppgávur
Uppgávurnar hjá Tummas Paula
verða so fyrst og fremst at
kanna møguleikarnar hjá Lundin
í nýggjum leitiøkjum, í hvønn
mun felagið skal keypa seg inn
í oljukeldur kring um heimin og
síðani at vera við til at byggja
oljufelt út. Ein uppgáva hann
eisini var partur av hjá Shell og
BP.
Tummas Pauli dylur ikki fyri, at
ætlanin hjá honum og familjuni
er at koma heimaftur ein dag,
og ongantíð betur um tað so er
at vera partur av eini komandi
føroyskari oljuvinnu. Finna vit
olju, hvat Tummas Pauli ikki ivast
í, so er gott at fáa føroyingar, sum
hava fingið sær vitan og royndir
í útlendskari oljuvinnu, heim til
hesa vinnu.
Annars heldur Tummas Pauli
tað vera bæði sunt og gott
fyri føroyingar eisini at taka
við avbjóðingum úti í verð,
ikki minst nú vit eru partur av
altjóðagerðini. Børnini kunnu
eisini fáa gott í beinið av hesum.
So tað ræður um at troyta
møguleikarnar, meðan teir eru
har.
oljuklæðini í Sveis
Økið úti í Grøv ikki heilt
ómeinlíkt alpukenda Sveis,
har tey fimm skulu vera
komandi árini.