fríggjadagur 16. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 54 - 16. mars 2007 ]
VÍF-Kyndil:
Kappast
um
oddasessin
VÍF og Kyndil
skulu avgera,
hvat av hesum lið
unum skal vinna
endaspælið, tá
liðini møtast í
Vestmanna í sein
asta umfarinum av
Atlantic Airways
kappingini
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Dystirnir
seinasta
vikuskiftið lagaðu seg
soleiðis, at FM-final
istarnir blivu funnir
longu áðrenn seinasta
umfar. Sjálvt um
VÍF
tapti í sínum dysti ímóti
Neistanum
, so blivu
teir allíkavæl klárir til
finaluna, tí bæði StÍF og
KÍF msitu stig í sínum
dystum . Eisini Kyndil
bleiv klárt til finaluna
við sínum sigri á StÍF.
Júst VÍF og Kyndil
møtast eisini í seinasta
um
farinum
av lands
kappingini, og her fáa
fólk møguliga eina
ábending um , hvat tey
kunnu vænta av fin
aluni. Ikki tí. Tað kann
væl hugsast, at liðini
fara at spara onkrar av
leikarunum
til henda
dystin, soleiðis at hesir
vera væl fyri til finalu
dystirnar.
VÍF og Kyndil møttust
eisini í finaluni seinasta
kappingarár, og tá dró
Kyndil longra stráðið.
So er spurningurin, um
VÍF fer at basa grøna
havnarliðnum hesuferð.
VÍF hevur í øllum førum
verið oddalið í at kalla
alt kappingarárið, so teir
eru helst smáir favorittar
undan dystunum .
Brøndby vann Royal League
Brøndby vann í kvøld norðurlendsku Royal League-
kappingina, har teir møttu arvafíggindunum
úr FC
Keypmannahavn í finaluni, sum
var spæld á Brøndy
Stadion. Dysturin endaði við einum 1-0 sigri til vertirnar.
Í einum minni væl leiktum dysti megnaði heimaliðið at
knógva meistarunum úr FCK. Einasta málið kom 5 minuttir
undan steðginum , tá ið Martin Ericsson setti bóltin í netið
eftir brotsspark. Harvið misti FCK møguleikan at vinna
kappingina triðja árið á rað.
Málmaðurin bleiv hetja
UEFA-Cup vinnararnir úr Sevilla vóru nær við at verða
slignir úr kappingini, tá teir møttu Shaktar Donetsk úr
Ukraina. Fyrri dysturin endaði við 2-2 javnleiki í Sevilla,
men í Ukraina bendi alt á, at heimaliðið fór at vinna. Tá
liðini fóru undir yvirtíðina, førdi Shaktar 2-1, men so fekk
Sevilla hornaspark, og málmaðurin, Andres Palop, fór fram
við. Hann var hægstur eftir hornasparkið frá Daniel Alves,
og sendi bóltin í netið til 2-2. So máttu liðini út í um dyst,
og her fekk Sevilla eitt mál afturat, og sostatt eru teir klárir
til fjórðingsfinalurnar.
Bronsuvinnarin
skal finnast, tá ið
StÍF tekur ímóti KÍF
sunnudagin. Liðini
liggja púra jøvn í
stigum, men KÍF
hevur klárað seg
betri í innanhýsis
dystunum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Bæði StÍF og KÍF snávaðu
síðsta vikuskiftið ímóti
ávikavist Kyndli og H71,
og hetta førdi við sær, at
hvørki teirra kundi røkka
finaluni um meistaraheitið.
Nú ætla tey sær tó uppreisn,
tí sunnudagin hava bæði
møguleika at tryggjað sær
bronsuheiðursmerkini í
landskappingini. Kravið er
greitt hjá báðum , dysturin
skal vinnast.
Gongdi hjá strandingum
hevur verið so sum
so í
endaspælinum
. Teir hava
vunnið fýra dystir og tapt
fimm , og hetta hevur eisini
gjørt, at teir hava mist annað
plássið, sum teir høvdu, tá
endaspælið byrjaði.
Hevur tað gingið minni
vøl hjá strandingum
, so
hevur gingið avbera væl hjá
KÍF. Teir lógu aftast saman
við H71, tá endaspælið fór í
gongd, men í endapsælinum
hava teir bert tapt ein dyst,
meðan tríggir eru endaðir
javnir, og fimm eru endaðir
við sigri. Hetta gjørdi, at teir
leingi høvdu ein møguleika
at røkka til finaluna, men nú
er hesin møguleikin farin.
Jøvn lið
Munurin hevur ikki verið
stórur á StÍF og KÍF í hes
um kappingarárinum . Innan
hýsis dystirnar hava verið
sera spennandi, og báðir
dystirnir í grundspælinum
endaðu við javnleiki. Í fyrra
dystinum í endaspælinum
vann KÍF við einum máli,
so áskoðararnir kunnu
vænta sær ein spennandi
dyst á Skála sunnudagin,
har vinnarin fer avstað við
bronsuheiðursmerkjunum
.
Skuldi dysturin endaður við
javnleiki, so er KÍF betri fyri
innanhýsis.
StÍF-KÍF:
Bæði fara eftir bronsuni
Alt er púra javnt
undan seinna hálvfin
aludystinum ímillum
VB og Neistan i Sun
set kappingini hjá
kvinnum. Neistin
hevur tó havt takið
á VB í Vági higartil
í hesum kapping
arárinum, men
úrslitini hjá VB ímóti
Neistanum eru blivin
betri og betri
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Lagt verður upp til eitt brak
av einum
dysti, tá ið VB
tekur ímóti Neistanum
í
seinnu hálvfinaluni í Sunset
kappingini. Fyrri dysturin í
høllini á Hálsi endaði við
javnleiki 26-26, og tí er einki
sum
helst avgjørt undan
seinna hálvfinaludystinum
í Vági sunnudagin.
Um Neistin ætlar sær í
finaluna, so skulu tær finna
spælið fram, sum tær vístu
í fyrra hálvleiki ímóti VB
seinasta vikuskiftið. Her
spældi Neistin skjótan og
góan hondbólt, og hetta gav
teimum
eina fimm
mála
leiðslu í hálvleikinum .
VB skal hinvegin í sínum
lag royna at gloyma alt um
fyrra hálvleikinum á Hálsi
síðsta vikuskiftið, og í staðin
venda eyguni ímóti seinna
hálvleiki. Her var VB oman
á at kalla allan vegin, og vísir
VB hetta spælið í høllini í
Vági sunnudagin, so verður
ikki lætt hjá Neistanum .
VB fingið betri
tak á Neistanum
Neistin var væl betri enn
VB í grundspælinum , og eitt
skifti var Neistin eisini odda
lið í bestu vinnudeildini. Í
fyrra partinum av kappingar
árinum hevði Neistin eisini
sera gott tak á kvinnunum
úr Vági. Fyrri dysturin í
grundspælinum var í Havn,
og hesin endaði við einum
tryggum
9 mála sigri til
Neistin.
Onkur væntaði helst, at
dysturin í Vági fór at gerast
meir spennandi, men so var
ikki. Her bukaði Neistin
heima liðið av við 13 málum ,
og sostatt vann Neistin stórt
í báðum dystunum í grund
spælinum .
Í endaspælinum vóru dyst
irnar heldur javnari. Fyrra
dystin vann Neistin við
trimum
málum í Havn, og
í seinna dystinum var um
reppið, at VB fekk stig. Her
taptu tær við einum máli,
men úrslitini vóru bara batn
aði ígjøgnum árið.
Seinast hesi bæði liðini
møttust var í fyrru hálv
finaluni, og her bragdaði
endiliga hjá VB. Eftir at hava
verið aftanfyri við fimm
málum í hálvleikinum , so
eydnaðist teimum
at fáa
javnleikin, og sostatt hava tær
eitt gott útgangsstøðið undan
seinna hálvfinaludystinum á
heimavølli.
VB-Neistin:
Finalisturin skal finnast
VB fekk sítt fyrsta stig
ímóti Neistanum í ár, tá
tær fingu javnleik í fyrra
hálvfinaludystinum síðsta
vikuskiftið. Sostatt er alt púra
opið, tá liðini møtast í Vági
sunnudagin.
Mynd: Álvur Haraldsen
21