Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007 Vikuskifti 20 í stuttum Lagt til rættis: Eyðun Klakstein Málmaður skaddur – traðkaði á lissuna Gates er ríkast 13. árið á rað hevur amerikanska blaðið Forbes Magazine staðfest, at Bill Gates er ríkasti maðurin í heiminum. Gates, sum var við til at stovna Microsoft, eigur so nógvar pengar, at einki annað fólk í heiminum kann máta seg við hann. Sambært Forbes eigur Gates 56 milliardir dollarar. Næstur á listanum er tiltikni íleggjarin Warren Buffett, sum eigur 52 milliardir dollarar. Fartelefonir eingin vandi fyri sjúkrahús Tað verður gjørt nógv burtur úr at biða fólk sløkkja fartelefonina, tá ið tey fara inn á eitt sjúkrahús. Tað hevur verið hildið, at fartelefonir kunnu órógva tólini á sjúkrahúsum, men sambært eini nýggjari kanning í USA, er eingin vandi fyri hesum. Kanningin, sum er gjørd á Mayo-klinikkini í Rochester í Minnsota, staðfestir nevniliga, at geislarnar frá fartelefonum als ikki órógva tól, sum verða brúkt á sjúkrahúsum. Hinvegin kunnu fløguspælarar ella tjóvaríalarmar órógva hesi tól. Tintin til Hollywood Felagið DreamWorks hevur nú kunngjørt, at tað fer at gera ein animeraðan film um Tintin. Higartil hevur Tintin verið kendur frá tekniserium og frá teknifilmum, men nú ætla Steven Spielberg og hansara fólk at gera ein nýggjan 3D film um Tinin, Terry, Haddock og hinar persónarnar í bókunum hjá Hergé. Norski fótbóltsmálmaðurin Kenneth Udjus endaði á sjúkrahúsi­num í Haukeland í farnu viku. Udjus var á gistingarhúsi, har liðið hjá honum, Brann, helt til, og hann skuldi til døgurða, tá ið hann var fyri óhappi. Udjus rann niður gjøgnum trappurnar, traðkaði á eina av lissunum í skónuum hjá sær og datt. Hann fór fram eftir rommum og smekkaði høvdið í trappurnar. Hann misti vitið, og tá ið hann kom fyri seg aftur, hevði hann høvuðpínu og kendi seg illa. Á sjúkrahúsinum var staðfest, at Udjus hevði fingið heilaskjálvta. Udjus er komin fyri seg aftur, men nú verður hann illa argaður av liðfeløgunum. Teir halda millum annað, at hann skal brúka skógvar við lynlásið. - Tað er ein stórur møguleiki fyri, at eg verði valdur til ársins klovn í felagnum, sigur Udjus. Scarlett heldur seg líkjast einum dreingi 22 ára gamla sjóleikarinnan Scarlett Johansson verður ferð eftir ferð kosin til eiggiligastu kvinnu, tá ið bløð og tíðarrit seta fokus á vakrar, kendar kvinnur. Sjálv skilir Scarlett hetta als ikki. - Eg haldi, at eg líkist einum dreingi. Men hjá eini kvinnu er tað altíð gott at fáa at vita, at tú ert vøkur ella sexut. Mannligir sjónleikarar falla ofta í fátt av at verða kallaðir sexutir, men fyri okkum kvinnur er tað eitt kompliment, sigur Scarlett Johansson.