Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 54 - 16. mars 2007 ] Hetta vikuskiftið fer eitt av heims­ins størstu ítrótt­ar­sirk­ u­s­um aftur á ferð, tá formil 1 kapp­ ingarárið verður skotið í gongd í Alberts Park í Mel­ bourne, Avstralia. Formil 1 Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Tíðarmunurin millum Før­ oyar og Avstralia ger, at tað var um miðnáttarleitið okk­ara tíð, at formil 1 k­a­p­ p­i­n­g­arárið b­yrjaði við ­fríg gjadagsroyndarkoyringini áðr­enn avstralsku formil 1 koyringina í Alberts Park í Melbourne, Avstralia. Broytt reglugerð Fyrsta tíðarkoyringin var, sum nýggja formil 1 reglu­ gerð­in ­sigur, hálvan annan tíma long. Hetta er ein hálv­an tíma longur enn í fjør, og er galdandi fyri báð­ar royndarkoyringarnar fríggj­adag. Hetta er bert ein av fleiri broytingum í regl­u­gerðini. Ein onnur og mun­­andi meira ekstrem er, at mark er sett á mest loyvda tal av snúrðingum á formil 1 motorunum. Nú er mest loyda tal 19.000 snúrðingar. Reglugerðin um at skifta motor er eisini broytt, soleiðis at liðini fáa loyvið at skifta motor aftan á fríggjadagskoyringina. Hin stóra broytingin er, at nú er bert ein dekkframleiðari. Øll liðini koyra við Bridgestone, hetta eftir at Bridgestone og Michelin hava kappast í fleiri ár. Í setrið hjá Schumacher Fleiri broytingar eru í nøvn­ u­num, ið koyra á breyt­ini. Størsta broytingin er uttan iva, at sjeyfaldi heims­ meistarin Michael Schu­ mach­er er givin. Í hansara stað, sum liðfelagi hjá Fel­ipe Massa í Ferrari, er finn­in Kimi Räikkönen kom­in. Hann leggur sostatt marru árini við tí óstøðuga Mercedes motorinum aft­ an fyri seg. Tvífaldi heims­ meistarin Fernando Al­onso hevur skift tann góða og álítandi Renault ras­a­r­a­ bilin við gamla bilin hjá ­Räikkönen, McLaren/Mer­ cedes. Alonso koyrir her sam­an við unga bretska tal­ ent­i­num Lewis Hamilton, ein spennandi harri, ið kann gerast eitt satt stjørnuskot. Í Renault hevur italiumaðurin Giancarlo Fisichella eftir fleiri ár í skugganum av Al­onso møguleika at vísa, at hann eigur at vera fyrsta val framman fyri sera gávuríka liðfelagan, finnan Heikki Kovalinen. Sama manning Honda, Torro Rosso, BMW- Sauber og Toyota hava í ár somu manning sum síðsta ár. Ja, Toyota hevur somu manning, sum hevur myndað liðið í fleiri ár, teir báðar Jarno Trulli og Ralf Schumacher. Fyri BMW Sau­ber er tó ikki talan um somu manning, sum byrjaði árið í fjør. Nico Rosberg er enn í Sauber, men afturat sær hevur hann polska Ro­bert Kubica, ið sera sann­ førandi avloysti Jacques Vil­l­ e­neuve miðskeiðis í kapp­ing­ arárinum 2006. Bestu royndar­ koyrarar Fyri Williams og Super Aguri eru tveir av teimum bestu royndarkoyrarunum seinnu árini slopnir framat. Alexander Wurz og Anthony Davidsson hava seinastu ár­ini kappast um skjótastu tíð­ir­nar í royndarkoyringum, nú sleppa teir at kappast í koyringum eisini. Fyri Alex­ ander Wurz er hetta ein møguleiki fyri at venda aft­ ur til kappingarnar, ið hann luttók í fyri Bennetton í árunum 1997-2000. Adrian Newey teknar Red Bull Eisini aftan fyri leiktjøldini eru broytingar hendar. Størsta broytingin er uttan iva hend við skiftinum hjá høvuðssniðgevanum hjá Mc­Laren, Adrian Newey, sum er farin til Red Bull Ren­ ault. Adrian Newey verður av nógvum roknaður sum besti sniðgevið í formel 1. Hann hevur teknað bilar, ið hava vunnið HM fyri bæði Williams og McLaren. Teir bilarnir, ið Newey snið­gevur, berjast altíð um meist­ar­ aheitið. Í árunum 1991-2004 vóru tað einans bilar, ið vóru teknaðir antin av Newey ella Bennetton og Ferrari snið­gev­ a­num Rory Byrne, ið vunnu meist­a­raheitið í formel 1. Hann kom til Williams lið­ið í 1990 og sniðgav fant­ ast­iska Williams bilin, ið gjørdi Nigel Mansell, Alain Prost, Damon Hill og Jaques Villeneuve til heimsmeistarar í tíðarskeiðinum 1991- 1997. Hann flutti síðan til Mc­Laren, har hann tvær ferð­ir sniðgav bilin, ið gjørdi Mika Hakkinen til heims­ meistara. Seinnu árini luttók hann alsamt minni í sjálvari sniðgevingini hjá McLaren, til hann í fyrraárið teknaði McLaren bilin, ið gjørdist ov stuttir í bæði lið- og koyr­ ar­ameist­araheitinum, men sum uttan iva var skjótasti bil­urin hetta kappingarárið. HM varð mist av einum sera svikaligum motori. Sam­an­ lagt hava bilar, ið Newey sni­ð­gav í árunum 1991- 2005, vunnið 100 sigrar, 59 fyri Williams og 41 fyri Mc­Laren. Hann byrjaði hjá Red Bull í februar í fjør, men hetta var ov seint til at vera við í sjálvari sniðgevingini av 2006 bilinum. Ársins bil hevur hann verið við til at bygt frá byrjanini. Við tí ósvikaliga Renault mot­or­ inum, kann hetta gerast eitt stórt ár fyri Red Bull Rac­ ing. Ferrari og McLaren Royndarkoyringarnar í vetur hava givið ábendingar um, at Ferrari hevur ein sera sterkan bil, men eisini McLaren tyk­ist sannførandi. Men tað er trupult at spáa um ­M­c­Laren, sum tey seinastu ár­ini hevur havt ein motor, ið alt ov ofta ikki ber bilin um málstrikuna. Renault tykist at vera eitt sindur aftanfyri, men liðið vónar, at kunna gera seg galdandi innan alt ov langa tíð. Keldur: f1.com, forix.com Formil 1 árið byrjar McLaren Mercedes tykjast at hava ein skjótan bil, avgerandi spurningurin er, um liðið eisini hevur ein nóg støðugan motor, ið ber bilin um málstrikuna. mynd: Scanpix Alt er avgjørt Tveir rættiliga týdningarleysir dystir vera í meistaradeildini hjá kvinnum leygardagin. Í øðrum teirra tekur Dráttur ímóti TB. Her hevur Dráttur longu tryggjað sær bronsuheiðursmerkini, meðan TB verður liggjandi á sínum fimta plássi óansæð úrslitið. Tí vera ongar broytingar eftir henda dystin. Hin dysturin er ímillum Mjølnir og KÍF. Heldur ikki her kunnu nakrar broytingar henda. KÍF er á fjórða plássi, og har vera tær liggjandi. Hjá Mjølnir sær minni gott út. Tær liggja aftast í meistaradeildini hjá kvinnum, og seinni skulu tær spæla upp- og niðurflytingardyst ímóti Fleyr. United-leikari í ferðsluóhappi Skotski miðvallarin hjá Manchester United, Darren Fletcher, var í dag annar parturin av einum ferðsluóhappi í Manchester. Fletcher slapp tó undan skaða, tá ið hann rendi saman við einum Audi A3. Maðurin í hinum bilinum varð fluttur á sjúkrahús, eftir at hann fekk smávegis snuddir í rivjabeinini. Ferðsluóhappið var bert eitt hendiligt óhapp, so løgreglan ger einki meir við málið.