fríggjadagur 16. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti 21
Ein av heimsins bestu
sjónvarpsrøðum er kanska
hendan tragiska søgan um
romantiskan longsul og tap.
Brideshead Reviseted er ein
filmatisering av bókini hjá
snobbuta Evelyn Waugh, ið
kom frá bohemabólkinum og
rithøvundafelagskapinum The
Oxford Wits. Søgan um Charles
Rider og vinin Lord Sebastian
Flyte í Oxford, er ein vøkur
kærleikasøga um eina mista tíð.
Vit síggja gjøgnum familjuna
Marchmain fallið hjá enska
heimsveldinum og hvussu trúgvin
avskeplar og at enda broytir
øll. Jeremy Irons spælir her
sín besta leiklut nakrantíð. Vit
síggja eisini stórar leikarar sum
Sir John Gielgud og Laurence
Olivier. Hetta er stóra røðin, ið
gevir ein hug til at opna eina
fløsku av Château Lafite (1899,
sjálvandi) og fara á eina ferð
aftur til ungdómsins eksentrisku
og mistu dreymar, áðrenn
disillusiónir vunnu. Røðin finst á
3 DVD-fløgum og er 660 minuttir.
Kostnaður uml. 500 kr. 198 kr. í
Onglandi.
Filmur
Norbit er ein lítil visaligur
drongur, sum eingin er áhugaður
í, tá fólk koma at finna sær eitt
barn á barnaheiminum. Hann er
ein einari og verður illa happaður
av hinum børnunum. Ein dag
kemur hann undir veingjabreiði
hjá tí prúðu og sterku Rasputia.
Frá hesum degi eru tey altíð
saman. Tey síggjast í skúlanum
og ganga í studentaskúla saman.
Seinni gerðast tey eitt par og
skulu giftast. Hann fær arbeiði
hjá beiggjunum hjá henni, ið allir
eru gangstarar, sum øll ræðast.
Norbit er eisini ein svakliga
vánaligur og smakleysur filmur.
Hendan tjúkka svarta kvinnan
verður spæld av Eddie Murphy,
sum hevur tríggjar leiklutir í
filminum. Bæði sum Mr. Wong
og sum Norbit. Hann er eisini
produsari á filminum og hevur
verið við til at skriva leikritið.
Murphy elskar at spæla
spikafeitir professarar ella sum
í Big Mamas House, ein tjúkk
svørt rópandi kvinna. Var Murphy
ikki svartur sjálvur, so vildu slíkir
filmar verið ringasta slag av
rasismu.
Eddie Murphy er fullkominliga
skammleyst vánaligur í slíkum
filmum, men man er noyddur at
flenna onkuntíð. Uppá nógvar
mátar er hetta ein drápsroynd á
allar kærleikskomediur sum eru
gjørdar.
Tað er sum um hann vil hevna
seg inná allar kvinnur í heiminum
við hesum filminum. Hendan
Rasputia er so sanneliga ikki
nakað offur fyri sínum fiti og
lívshættesliga BMI (Body Mass
Indeks) og liggur ikki undur fyri
valurleikaidealum í USA. Men at
enda so (yvir) spælir Murphy so
svakt, at tað er sinnsvakt pínligt
og ja skeg í kanska fimm minuttir.
Hesin filmurin kann ósmæðin
kappast við Litle Man, Snakes
on a Plane um heiti sum ringasti
filmurin gjørdur. Hesin fer helst at
vinna eina virðisløn í kategoriini
ringasti filmurin gjørdur í 2007,
men hann hevur innspælt 90
milliónir dollarar í USA, tað er
ikki einki. Tey sum dyrka alt sum
Murphy ger og sigur, fara at
hugna sær her, men eg var nærri
pinsluni.
Kroystur millum tvær kvinnur
– Norbit fatalt BMI.
Ummæli
Kim Simonsen
kimsimonsen@hotmail.com
Leikandi:
Norbit
Eddie Murphy
Rasputia
Eddie Murphy
Mr. Wong
Eddie Murphy
Kate
Thandie Newton
Deion Hughes Cuba Gooding, Jr.
Leikstjóri: Brian Robbins.
Framførdur í Havnar Bio frá
fríggjadegnum 16. mars.
Aldursmark 7 ár. 102 minuttir.
Fakta um Norbit
Brideshead
Reviseted
Heimatrøðin finst nú øll á
DVD. Heimat snýr seg um
eina vanliga familju í hesum
økinum frá 1917 til 1962.
Hendan røðin, ið er gjørd av
Edgar Rietz er ótrúlig. Hetta
er søgan um familjurnar
Simon og Wiegand, ið komu
úr hugsaðu bygdini Scha
bach í Hunsrüch. Røðin er
í 11 pørtum og varð gjørd í
áttatiárunum. Nøkur ár seinni
kom so »Die Zweite Heimat«
(Onnur heimbygdin), sum var
í trettan pørtum og í 2004
kom so Heimat III. Vit møta
einum bygdarfelagsskapi, ið er
merkt av eindar- og almúgu
mentan. Røðin snýr seg um
týska fólkið og ikki bert um
ljóshærdar cliché-SS-yvir
menn við rundum brillum- Her
eru vit á einari langari vitjan
í Schabach. Vit síggja við
eygum bygdarfólksins. Vit
læra nasistar at kenna, fan
tastar, hjartasorgir og niður
dotnar borgir. livandi vitni til
týska søgu í 20. øld, sædd úr
einari smábygd. Í byrjanini av
hvørjum parti sigur hann frá
søguni hjá hvørjum einstakum,
frá teim ið rýmdu, doyðu og
teim, ið full í krínum. Hetta
er stór filmlist. 6 DVD-fløgur,
924 minuttir. Kostnaður uml.
500 kr.
6 stjørnur av 6
The Night We Call it a Day
er ein góð komedia við m.a.
Dennis Hopper sum Frank
Sinatra og
Melanie
Griffith sum
elskarinnan
hjá honum.
Søgan
gongur fyri
seg í 1974
í Australia,
har
tónleikafyriskiparin Rod
fær Frank Sinatra at koma
og syngja, men alt gongur
púra galið. Frank er fullur og
fornermar alt landið. Filmurin er
vælgjørdur og DVD-útgávan er
eisini nøkunlunda, hetta er tó
einki meistaraverk.
4 stjørnur av 6