Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 54 - 16. mars 2007 ] Fimm føroyskir svimjarar vóru við í Danish Open um vikuskiftið, sum er stór kapping fyri rørslu- og menningartarnað SVIMJING Tíðindaskriv Vikuskiftið 9.-11. mars var stór svimjikapping hildin í Esbjerg fyri rørslu- og menn­ingartarnað. Við í kapp­ingini vóru fimm føroyskir svimjarar: Ragn­ valdur Jensen, Apolonia Justesen, Dann Akursmørk, Osvald Hansen og Heidi Andreasen. Danish Open er opið Danmarkmeistaraskap fyri svimjarar við breki, t.v.s at svimjarar kring allan heim­ in verða bjóðaðir at vera við. Millum luttakandi londini vóru m.a. Kina, Ungarn, Týskland og Holland, sum eiga nógvar av heimsins bestu svimj­ arum. Fleiri av teimum vóru eisini við til hesa kapp­ ingina, so stuttligt var at síggja, hvussu væl okkara svimjarar royndust í hesum høpi. Úrslitið hesaferð gjørdist tilsamans 15 heiðursmerkir: 6 gull, 4 silvur og 5 bronsu­ heiðursmerkir, sum er eitt av­bera gott úrslit. Heidi Andre­asen svam heim 4 gull og 3 bronsu­heiðurs­ merkir, Apolonia Justesen fekk 2 silvur og 2 bronsu­ heiðursmerkir og Ragn­ valdur Jensen 2 gull og 2 silvurheiðursmerkir. Ein týðilig betring sást hjá øllum okkara svimj­ arum. Fleiri persónlig met vóru sett, sum í svimjara­ høpi siga nógv meira enn eitt heiðursmerki. Serliga tá talan er um 9-ára gamla stjør nuskotið Dann Akursmørk úr Klaksvík. Hóast Dann eingi heið­urs­ merkir vann í hesari kapp­ ingini, svam hann nakrar framúr tíðir, sum leggja hann í toppin ímillum sínar javnaldrar. So vónirnar eru stórar fyri unga svimjaran. Fyri góðum mánaða síð­ ani var landsliðið yviri í Malmø, har tey luttóku í Malmø Open. Úrslitini frá hesari kappingini vóru fram­ úrskarandi. Allir svimj­ar­ arnir settu persónlig met í næstan øllum, sum varð svomið. Svimjararnir fingu 2 gull, 2 silvur og 1 bronsuheiðursmerki við heim og harafturat eitt steyp, sum Ragnvaldur Jensen svam heim í FIFH- Cup í 50 metra frísvimjing. Næsta stóra svimji­kapp­ ingin verður International G e r m a n S w i m m i n g Championships í Berlin. Kappingin er av sama slagi sum Danish Open, men nógv størri. Tað er til hesa kappingina, vit kunnu vænta at síggja heimsins bestu svimjarar við breki. So spennandi verður at síggja, hvussu føroysku svimjararnir fara at klára seg ímóti teimum. Annars kunnu úrslitini frá Malmø Open síggjast á www.malmo-open.com, og úrslitini frá Danish Open kunnu síggjast á www. swim.dhif.dk/danishopen. html Fýra Formula uppgerðir Kvinnusteypið um vikuskiftið Kappingin um Kvinnusteypið fer fyri fyrstu ferð av bakkastokki í morgin, leygardagin. Henda kappingin er lík Klaksvíkskappingini, men einasti munurin er, at nú er tað ovastu kvinnuliðini, sum kappast. Liðini, sum fara at spæla um Kvinnusteypið í ár, eru KÍ, AB, EB/Streymur og B36, sum eisini skipar fyri kappingini. Hálvfinalurnar vera í morginárini kl. 10 á ovara og niðara vølli í Gundadali, meðan finalan verður í annaðkvøld. Lutakast verður um hálvfinalurnar í morgin. Newcastle úti av UEFA-kappingini Newcastle hevði vunnið fyrra dystin á heimavølli móti AZ Alkmaar, og tí høvdu teir eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum. Her var AZ nógv betra liðið, og teir løgdu Newcastle undir trýst frá byrjan av. Longu eftir 13 minuttum legði Shota Arveladze AZ á odda, og 10 minuttir eftir steðgin økti Danny Koevermans til 2-0. Í síðstu minuttunum var AZ nærri við at økja til 3-0, enn Newcastle var við at minka um munin, og m.a. hevði Arveladze eitt skot á tvørtræið. Við 2-0 sigrinum hevur AZ Alkmaar tryggjað sær víðari luttøku í UEFA- kappingini orsaka av regluni um flest skoraði mál á útivølli. Lokaluppgerð í høvuðsstaðnum og tríggjar áhugaverdar uppgerðir í Eysturoy eru á skránni, tá ið 2. umfar í steypa­ kappingini verður á skránni í morgin LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk Í morgin verður sjøtul av álvara settur á nýggja fót­ bóltsárið. Tá verður 2. um­far í kappingini um Løg­ manssteypið. Átta uppgerðir eru á skránni. Øll tey tíggju liðini í bestu deildini skulu dystast, og í fýra førum verður talan um Formula uppgerðir. Meistararnir og sigurs­ vanda steypaliðið HB skal við NSÍ liðformanninum í fjør Christiani Høgna Jac­ obsen á liðnum til Runa­ víkar, har NSÍ skal royna seg fyri fyrstu ferð, síðani teir fingu venjarar og nógv fólk av Skála. Í Gundadali verður granna­uppgerð millum steypa­vinnararnar í B36 og uppflytararnar í AB. Nýgg­ ir ábyrgdarmenn eru á beink­inum hjá báðum lið­ unum. Talan er um gamlar liðfelagar – bæði í KÍ og í LÍF. Kurt Mørkøre hevur ábyrgdina av B36, sum millum spælararnar hevur Allan Mørkøre, ið var liðformaður á Argjum í fjør, og Oddbjørn Joensen hevur ábyrgdina av AB. Uppflytararnir av Sandi eiga við ungum liði stóra avbjóðing í Streymnesi, har EB/Streymur bíðar. Hanus Eliasen og Símun Eliasen eru nýggir spælarar á felagsliðnum. Í Gøtu vitjar KÍ, sum í fjør tapti steypafinaluna. Millum gestirnar í Sarpu­ gerði eru eitt nú Kaj Enni­ garð og Gunnar Nielsen, sum í fjør vóru við til at manna GÍ liðið. Fimm av teimum átta uppgerðunum í morgin verða í Eysturoy. Umframt dystirnar í Runavík og í Gøtu verða eisini uppgerðir á Skála, í Fuglafirði og í Leirvík. Skálamenn skulu við nýggj­um ábyrgdarmanni á beink­inum royna seg ímóti FSV04. Hjá ÍF tykist uppgávan ikki ræðandi, tá ið UNDRI, sum er einasta felagið, sum ikki er umboðað í aðrari av tveim­ um teimum ovastu deild­ unum, fer at vitja, meðan tað eigur at fara at verða torførari hjá LÍF, tá ið teir fara at fáa vitjan av VB/ Sumba. Á Sevmýri verður talan ivaleyst um spennandi uppgerð millum tvey 1. deildarlið. TB, sum fyri viku síðani á heimavølli vann 2-0 ímóti B68, eigur aftur hesa ferð heimavøll. Gestirnir hesa ferð eru SÍ. Fjóðringsfinalurnar verða Kristi Himmalferðardag, sum er hósdagin 17. mai. Svimjarar við í Danish Open Dystir og dómarar NSÍ-HB Páll Augustinuassen GÍ-KÍ Dagfinn Olsen B36-AB Jens Petur Brattalíð EB/Streymur-B71 Lars Müller Skála-FSV04 Rúni Gaardbo LÍF-VB/Sumba Ransin N. Djurhuus TB-SÍ Eiler Rasmussen ÍF-UNDRI Vinjard Dam Lagt verður upp til eitt brak í kappingini um Løgmassteypið leygardagin, tá ið NSÍ tekur ímóti HB við Løkin Toppskjúttar í hondbólti Atlantic Airways kappingin: Damir Oros KÍF 151 Finnur Hansson StÍF 145 Blagoje Buha Neistin 121 Sámal Joensen VÍF 121 Rókur Akralíð Kyndil 120 Esbern Patursson H71 118 Daniel Rapa KÍF 109 Agnar Joensen VÍF 99 Tróndur Kragesten Neistin 92 Hans Áki Dal Christiansen Kyndil 91 Sunset kappingin: Nicoleta Radu Hansen Neistin 149 Daiva Tuomaite VB 124 Rebekka Justinussen StÍF 97 Ninna K. Johansen StÍF 95 Lina Andriulyte Kyndil 92 Simona Petersen Stjørnan 84 Alina Olaru Stjørnan 74 Ása Dam á Neystabø Neistin 59 Ivana Ljubicic VB 56 Anja Heinadóttir Kyndil 53