fríggjadagur 16. mars 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 54 • 16. - 18. mars 2007
Vikuskifti
22
Politiska landslagið í Bretlandi
stendur á gáttini til stórar
broytingar komandi árini, tí í
heyst boðaði Tony Blair frá,
at hann leggur frá sær sum
forsætisráðharri í seinasta lagi í
september.
Tony Blair hevur meira enn
nakar annar sett síni fingramerki
á Bretland seinastu tíggju árini,
og við trimum valsigrum á rað
førdi hann Labour aftur til valdið,
sum hevði verið í klørnum hjá
teimum konservativu í meira enn
fimtan ár.
Hóast Blair hevur verið sera
væl umtóktur av bretska fólkinum
seinastu tíggju árini, er eftirmæli
hansara nú av álvara í vanda.
Blair hevur nevniliga ongantíð
áður havt so lítla undirtøku í
fólkinum sum nú, og fleiri mál
nerva bretska leiðaran.
Ófriður innanfloks órógvar
stevið í flokkinum, syndar
liga støðan í Irak tyngir for
sætisráðharran almikið, og fyri at
gera ilt verri so kannar løgreglan
í løtuni eitt mál, sum kann gerast
sera pínligt fyri Blair og Labour-
flokkin. Tað snýr seg um, at
Labour hevur fingið peningaligan
stuðul afturfyri at tryggja ávísum
persónum aðalheiti og sess
í House of Lords (yvirhúsið í
bretska parlamentinum).
Arvafíggindin
ger seg tilreiðar
Tá ið Tony Blair boðaði frá, at
hann tekur seg úr politikki, var
øllum greitt, at Gordon Brown
verður nýggjur forsætisráðharri.
Tað er eingin loyna, at Gordon
Brown og Tony Blair ikki hava
sitið væl um sátt seinastu mongu
árini. Persónliga aggið millum
Blair og Brown stavar frá tíðini,
tá ið Blair gjørdist floksformaður
í 1994.
Tá lovaði Blair nevniliga vin
manni og politiska makkara sínum
høgt og heilagt, at teir báðir
skuldu býta forsetasessin ímillum
sín, har Blair skuldi taka fyrra
skeiðið og Brown tað seinna. Teir
skuldu við øðrum orðum deilast
um forsætisráðharrasessin. Og
tað var við hesum lyfti, at Brown
tók til takkar við sessinum sum
fíggjarmálaráðharri.
Men Blair hevur síðani brotið
hetta lyftið. Hann hevur ikki viljað
trinið av trónuni, og Brown er
vorðin meira og meira ótolin. Tað
hevur við tíðini oyðilagt teirra
vinarlag, sum seinastu tvey árini
er endað við opnum stríði.
Støðan er nú hon, at viðhalds
fólk Browns gleða seg til valds
skiftið, meðan viðhaldsfólk
Blairs bera ekka fyri sínari støðu
í flokkinum. Valdsstríð hevur
merkt Labour øll árini hjá Blair,
men hann hevur dugað frágera
væl at finna eina valdsjavnvág,
sum báðir partar hava kunnað
sligið seg til tols við. Nú fer
hendan valdsjavnvágin at koppa
til fyrimuns fyri brownittarnar, og
tað elvir til nakað av ófriði.
Ófriður innanfloks
Fyri stuttum lanseraðu tveir av
argastu fíggindunum hjá Gordon
Brown eina heimasíðu, ið skal
elva til kjak um stavnhaldið hjá
stjórnini, áðrenn Blair tekur seg
aftur. Hesir báðir, Alan Milburn
og Charles Clarke, hava verið
millum trúgvastu sveinar Blairs,
og átak teirra verður av øllum
politiskum eygleiðarum tulkað
sum eitt frontalt innanfloks álop
á Brown.
- Ætlanin er at konfrontera
komandi leiðaran við eina røð
av politiskum stríðsspurningum
og harvið vóna, at Brown fer at
standa veikari í flokkinum eftir
eina slíka uppgerð. Hetta kann
møguliga lokka ein avbjóðara at
stilla upp ímóti Brown í stríðnum
um formanspostin eftir Blair,
skrivar politiski redaktørurin hjá
The Guardian.
Nakrir eygleiðarar vilja vera
við, at fráboðanin um afturtøkuna
hjá Blair hevur undirminerað vald
og myndugleika hansara, og at
ávísar fraktiónir eru farnar at gera
meira um seg, nú øll vita, at Blair
tekur seg aftur. Tí er spurningurin,
um tað var klókt av Blair at
kunngera sína avgerð so langt
frammanundan.
Vandin er, at hann verður
sæddur sum “dead and buried”,
áðrenn embætistíðin er at enda
komin. Onnur óttast, at Labour
flokkurin verður syndraður
orsakað av innanhýsis stríði, og
at komandi leiðarin ikki fer at
vera førur fyri at taka tað stóra
upptakið, sum liggur eftir Blair.
Irak og eftirmælið
Labour hevur ongantíð í embætis
tíð Blairs havt so vánaliga undir
tøku sum nú. Bert 26 prosent av
fólkinum stuðlar Blair, meðan teir
konservativu nærkast teimum 40
prosentunum.
Katastrofala gongdin í
Irak og tætta sambandið við
George W. Bush hevur sambært
fleiri kanningum verið ein av
høvuðsorsøkunum til minkandi
undirtøkuna hjá Blair. Í 2003 var
hann púra sannførdur um, at
innrásin í Irak var tað rætta at
gera, hóast ST-trygdarráðið ikki
góðkendi hana.
- Vit spilla okkara tíð við práti
um afturtøku úr Irak. Kynstrið at
ganga á odda snýr seg nevniliga
um at syrgja fyri, at tað, sum ikki
skal henda, ikki hendir, segði
Blair í samrøðu við Newsweek
herfyri, tá hann varð spurdur
um møguleikarnar fyri, at tey
sameindu taka seg aftur orsakað
av harðligu mótstøðuni frá upp
reistrarbólkum.
Blair heldur tó fast um, at tey
sterku søguligu bondini millum
USA og Bretland eru við til at
styrkja støðu Bretlands, og hann
mælir frá at kvetta tað trans-
atlantiska sambandið millum tey
bæði valdsmiklu enskt-talandi
londini.
- Um vit leggja sjógv ímillum
okkum og USA kann tað gerast
ein langur vegur heimaftur, vil
Blair vera við. Tað kann við øðrum
orðum gerast ein dýrtkeyptur
løtuvinningur, sum fer at koma
bretum aftur um brekku, at taka
fjarstøðu frá USA.
Bretska stjórnin hevur tó verið
ákærd fyri at vera hálvhjartað í
Irak, og Bretland hevur nú bert
góðar 7000 hermenn eftir í Irak
samamborið við teir 120.000
amerikansku hermenninar. Og
Blair hevur júst boðað frá, at eini
1600 hermenn verða tiknir heim í
summar.
- Tony Blair vil bert tryggja
eftirmæli sítt. Í søgubókunum
vil hann standa sum maðurin,
ið moderniseraði Labour og
bretsku stjórnina, heldur enn
maðurin, ið førdi land sítt í eitt
miseydnað kríggj í Miðeystri,
sigur Dr. Toby Dodge frá Institute
of Strategic Studies í London,
sum finst hvassliga at motivunum
fyri afturtøkuni av bretskum
hermonnum.
Tí er afturtøkan av bretskum
hermonnum í Irak motiverað av
innanríkispolitiskum orsøkum
heldur enn eini objektivari meting
av, hvat er skilabest at gera í
løtuni, er metingin hjá Dodge.
Harumframt hava fleiri fyrr
verandi, høgtstandandi offiserar
funnist hvassliga at Blair
fyri at hava ovbyrjað bretsku
herdeildirnar, sum als ikki eru
útgjørdar til tær sera krevjandi
uppgávurnar í Afghanistan og
Irak.
Hesar atfinningar hava rakt
Blair sera meint, og hann hevur
alt meira torført við at sannføra
fólkið um, at innrásin í Irak var
ein skynsom avgerð.
Fíggjargøla lúrir
Umframt vánaligu undirtøkuna
í veljarakanningum og stríð
innanfloks hevur eitt annað mál
givið Blair mikið høvuðbrýggj. Tað
er sonevnda “cash-for-honours”
málið, sum hevur fingið nógva
umtalu í fjølmiðlunum.
Illgruni er um, at Labour hevur
tilnevnt ávísar persónar, sum
hava veitt flokkinum stórar
peningaupphæddir, til House
of Lords. Tað er serliga kæri
vinmaður Blairs, Lord Levy, ið er
undir illgruna fyri at hava staðið
fyri hesum býtinum av almennum
embætum afturfyri peningagávur,
og hann er nú undir illgruna fyri
at hava sagt ósatt fyri løgregluni
og at hava forðað henni í
kanningararbeiðnum.
Levy og Blair hava í fleiri ár
Blair stríðist fyri
Forsætisráðharri Bretlands seinastu tíggju árini stríðist
manniliga fyri sínum eftirmæli, nú embætistíð hansara líður
ímóti endanum. Á síðulinjuni stendur argasti fíggindi Blairs í
Labour, skotin Gordon Brown, og tritlar í ótolni eftir tíggju ár
í skugganum av forsætisráðharranum. Og sum ein rovfuglur
yvir øllum sveimar tann ungi og framfýsni konservativi
leiðarin, David Cameron, ið er fyrsta veruliga hóttanin ímóti
valdsmonopolinum hjá gamla arbeiðaraflokkinum, síðan
Blair fekk valdið. Politiskur háspenningur, tá hann er
allarbestur
Stóra Bretland
Stefan í Skorini
stefan_skorini@
hotmail.com