Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 75 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 54 - 16. mars 2007 ] Besta mansliðið hjá ÍF í flogbólti fær gullkrónurnar um hálsin, tá teir taka ímóti botnliðnum, SÍ, í seinasta um­fari í hesum kapp­ingar­ árinum UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Toppur og botnur møtast í høllini á Kambsdali leyg­ ardagin, tá ið ÍF tekur ímóti SÍ í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin hevur sum so ongan týdning fyri nakað av liðunum, tí í øðr­ um endanum hevur ÍF tryggj­að sær meistaraheitið, meðan SÍ í hinum endanum ikki hevur nakran møgu­ leika at koma av aftasta pláss­inum. Gongdin hjá ÍF hevur ver­ ið avbera góð í endaspæli­ num, og einasti svipsarin kom, tá teir taptu 3-2 ímóti Fram. Hesin ósigurin skapti rættiligan spenning í aftur bestu mansdeildini, men næstseinasta vikuskiftið settu fuglfirðingarnir alt uppá pláss sjálvir, tá teir vunnu trygt á Mjølni í Klaks­vík. Hjá SÍ hevur ikki gingið so væl. Teir hava bert vunn­ ið ein dyst í endaspælinum, men í flestu dystunum hava teir tó tikið sett frá mót­ støðuliðunum. Tað er ikki óhugsandi, at vit koma at síggja eitt rætti­ liga ótraditionelt ÍF-lið í dystinum leygardagin. Kapp­ingin um Løgmans­ steypið fer nevniliga í gongd í fótbóltinum, og tí er ivamál um fleiri av leik­ arunum. Bartal Eliasen, Hanus Eliasen, Áslakur R. Petersen og Árni Petersen spæla allir fótbólt, og har­ afturat hevur Boban Ilic verið skaddur. Hvussu er og ikki, so kann úrslitið fyri so vítt gera tað sama fyri ÍF, tí teir hava longu vunnið meistaraheitið. Meistaraheitið skal avgerast í meistaradeildini hjá kvinnum, tá ÍF tekur ímóti SÍ. Vinnarin av dystinum kann rópa seg nýggjan føroyameistara UPPTAKT Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Lagt verður upp til eitt stórt og endaligt brak í høllini á Kambsdali leygardagin, tá numamr eit og nummar tvey í meistaradeildini hjá kvinnum bresta saman. Her tekur oddaliðið, ÍF, ímóti SÍ, og undan dystinum er slett einki avgjørt í oddin­ um. Eitt er tó greitt, vinn­ arin verður nýtt meistara­ lið. Gongdin hjá ÍF hevur ver­ ið sera góð í endaspælinum. Av fyrstu níggju dystunum hevur ÍF vunnið sjey, og tí eru tær at finna á ovastu rók í meistaradeildini hjá kvinnum. Einastu liðini, sum ÍF hevur tapt fyri, eru SÍ og KÍF Gongdin hjá SÍ hevur verið á leið tann sama, sum tann hjá ÍF. SÍ hevur eisini vunnið sjey av fyrstu níggju dystunum í endaspælinum, so hesi bæði liðini hava fylgst væl í oddinum í seinnu hálvu av lands­kapp­ ingini. SÍ apti fyrra dystin ímóti TB í endaspælinum, og so taptu tær ímóti Drátti fyri trimum vikum síðani. SÍ verið við yvirlutan SÍ og ÍF hava møtt hvørjum øðrum tríggjar ferðir áður í hesum kappingarárinum, og m.a. møttust iðini tvær ferðir í grundspælinum. Fyrri dysturin í grund­spæli­ num var í Sørvági, og hesin dysturin bleiv sera spenn­ andi. Her vann ÍF fyrstu tvey settini, men so kom SÍ sterkt aftur og vann næstu tvey settini. So skuldi javn­ brótari til, og her vann ÍF rættiliga trygt. Í seinna dystinum var tó vent í holuni. Nú var slett eingin ivi um úrslitið, tí SÍ vann henda dystin sann­ førandi 3-0, og tann sigurin var eisini fult uppiborin. Liðini hava eisini møtt hvørjum øðrum einaferð í endaspælinum, og var hesin dysturin í høllini í Sørvági. Aftur hesaferð eydnaðsit SÍ at vinna og úrslitið gjørdist 3-1. SÍ vann fyrstu tvey settini, men so skapti ÍF eitt sindur av spenningi í aftur, tá tær vunnu triðja sett. Fjórða sett gjørdist ein sann­ ur gysari, men her vann SÍ 26-24, og so vunnu sør­vágs­ kvinnur tann dystin. Samanumtikið hevur SÍ havt yvirtakið á ÍF í hesum kappingarárinum, men hetta kemur neyvan at hava nakran týdning, tá liðini koma á vøllin leygardagin. ÍF-SÍ: Meistarabrak á Kambsdali ÍF-SÍ: Toppur og botnur á Kambsdali ÍF og SÍ møtast í einum rættiligum oddabraki leygardagin, har vinnarin fer avstað við meistaraheitinum. Mynd: Álvur Haraldsen HTM er stovnur undir Almannastovuni og umsitur hjálpartól, umbyggingar í heiminum og avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast 12 fólk á HTM. Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.: 1) upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til brúkarar, almennar myndug- leikar o.o. um hjálpartól og byggi- og bústaðarspurningar. 2) útlán og endurnýtslu av hjálpartólum. 3) viðgerð og støðutakan til umsóknir um sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og avlamisbilar. 4) tvørfakligt samstarv – innan- og uttanhýsis. htm@almannastovan.fo . www.almannastovan.fo Ergoterapeutur / Fysioterapeutur til Hjálpartólamiðstøðina Hevur tú hug at arbeiða á einum almennum stovni, har arbeiðsdagurin ikki stendur stillur og uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar – ja so hava vit júst brúk fyri tær! K R E A . F O . TEL 47 80 80 Á HTM er eitt fyribilsstarv sum ráðgevandi/málsviðger- andi Ergoterapeutur /Fysio- terapeutur leyst at seta frá 01. apríl 2007 til 31. mars 2008, við møguleika fyri føstum starvi aftaná hetta. Talan er um fulltíðarstarv á 40 tímar um vikuna. Vit sóknast eftir einum starvsfelaga, sum hevur • útbúgving sum ergotera- peutur / fysioterapeutur. Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur • royndir frá líknandi arbeiði • kunnleika til at arbeiða við fólki við niðursettum førleika • kunnleika til almannalóggávuna • evnir at seta í verk fyriskipanir • góð samstarvsevnir • góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrivliga • telduførleika á brúkarastøði. Vit kunnu bjóða • sjálvstøðugt arbeiði • flekstíð • tætt samstarv við starvsfelagar • tvørfakligt samarbeiði • fakligt mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Palla Mortensen, leiðara á HTM, á tel. 358300. Umsókn við avriti av viðkom- andi skjølum skal sendast til Hjálpartólamiðstøðina, Postboks 1049, 110 Tórshavn, ella við telduposti til htm@almannastovan.fo. Umsóknarfreist Fríggjadagin 23. mars 2007. Mjølnir fær silvur­ krúnurnar Leygardagin tekur Mjølnir ímóti Fram í meistaradeildini hjá monnum, og her skal Mjølnir taka ímóti silv­urkrúnunum. Í løt­ uni eru teir tvey stig frammanfyri Fram, og tí hevur Fram møguleika at koma uppá sama stiga­ tal sum Mjølnir. Sett­ munrin hjá Mjølni er tó so nógv betri, at Fram hevur ongan møguleika at koma forbí teir. Fram- leikararnir fara tó ikki tómhentir heim, tí teir fáa nevniliga bronsu­ heiðursmerkir. Stjørnan á finalukós Stjørnan tekur ímóti StÍF í seinnu hálvfinaluni í Sunset kappingini leyg­ardagin, og her er Stjørnan væl á veg at koma í finaluni. Stjørnan vann nevniliga fyrra dystin við 10 málum, og tí skal ganga av skriðuni, um tær ikki koma í final­ una. Dysturin verður leygardagin kl. 15 í KÍ- høllini. Bert æruna at spæla fyri Tey bæði niðastu liðini í Atlantic Airways kapp­ ingini møtast í seinasa umfarinum sunnudagin, tá ið H71 tekur ímóti Neistanum. Liðini hava sum so einki at spæla um, og tí hevur hesin dysturin ikki tann stóra týdningin. Einasta, sum kann henda, er, at Neistin kann fara eitt pláss longur upp eft­ ir stigatalvuni. Hetta hendir, um KÍF tapir dystin ímóti StÍF, og Neist­in vinnur ímóti hoy­víkingum.